fríggjadagur 29. juni 1990síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
| |
Europa og vit
NU kalda kriggid millum eystur og
vestur er av er ordaskiftid í europe-
isku fjølmidlunum meira enn nakran-
tíð fyrr farið at snúgva seg um framtíð
EF's. Avvåpnadurin og minkandi
spenningurin millum stórveldini fer
uttan iva at seta búskaparligar og pol-
iuskar spurningar meira í fokus, og í
hesum sambandi fer EF at hava ein
týðandi leiklut.
TAÐ var tann tíð, tá mótstaðan í fleir
av londunum í Europa móti EF var
bæði sterk og stór. Nú tykist henda
møtstøda at vera viknad nógv
Ístaðin hoyra vit dagliga í
niðlunum, at nú gongur t.d. ikki
drugv tíð, fyrr enn bæði Svøriki og
Noregi fara uppí tann europeiska
felagsskapin Tað er sum EF longu er
rod so sterkt búskaparliga, at tað
hálar hini løndin: vid sær, antin I
vilja tað ella ikki
NOGV av hesum er gitingar og
metingar. Hvat veruliga fer at henda í
Europa vita vit ikki við vissu. Men
ikki slepst kortini undan tí veruleika,
at minkandi spenningurin og serstak-
liga kúvendingin i Eystureuropa hev-
ur sett EF meira i fokus, antin vit vilja
tað ella ikki
A EF-høvudsborgini í Brússel er
heldur eingin slingur í valsinum. Har
eru teir rotfestir eurokratar, sum bara
síggja eittans fyri sær, og tað er eitt
sameint Europa í EF - við einum fel-
ags búskaparpolitikki og uttanrík
ispolitikki.
TAÐ eru so tey, sum seta eitt stórt
spurnartekin við hesi gongd og ætlan-
mar hjá EF at fevna alt Europa bæði
so og so. Hesi fólk ávara ímóti eini
gongd, sum tey halda, kann fara at
køva alla mentan og allan tjóðsskap í
tí annars so fjølbroytta Europa. Tey
bera Ótta fyri eini fremmandagerding,
eimi einsrætting av øllum íbúgvum í
tí stóra Europa - sum fer at hava við
sær, at tað verða teir stóru og sterku,
sum í síðsta enda fara at vinna. Vit
skulu øll vera antin tysk, fronsk ella
ensk!
HESUM vísa EF-fólk aftur. Tey
siga tvørturímóti, at felagssmarknað-
urin er bara karmurin, sum skal
tryggja ein sunnan, góðan og skjótan
útvikling í teimum curopeisku lond-
unum. Hetta gerst best við at standa
saman siga tey. Eisini halda tey, at
júst eitt búskaparliga sterkt Europa
kann fáa týðandi leiklut í tí upp-
bygging, sum nú skal fara fram í
Eystureuropa. Tey vilja eisini vera
við, at tey einstøku londini missa
ikki sín identitet í einum sameindum
Europa í EF, tvørturiméti tryggjar
buskaparligi vøksturin hesum tjóðum
betri møguleikar at hjúkla um og
varðveita sina mentan
Abyrgdarblaðstjór:i Jan Múller |
Fyritaksstjóri Kristjan Dahi
Ljósmyndar: Kalmar Lindenskov
Blaðfólk Hegni Djurhuus
Randi Jacobsen
Tórfinn Smith Prent
Utgevari P/t Sosialurin |
Uppseting: P/t Sosiakæin |
P/f Pressan 1981 |
Telefon
Bústaður Argjavegur 26 | Postadressa: Postsmoga 76
110 Tórshavn
14720
Argir
11820 | Teletax
Soleiðis ímyndar teknarin Oli Petersen sær royndir okkara at fáa eina avtalu vid EF
TEY ivasomu og mótstøðufólkini
siga harafturímóti, at við einum
nýggjum búskaparligum heimsveldi í
Europa bert økist spenningurin aftur í
heiminum. Meðan tað higartil hava
verið USA og Sovjet, sum hava hildið
"lív" í dubbingini og spentu støduni í
heiminum, fer tað í framtíðini kanska
at vera stórveldið Europa, sum fer át
vera atvoldin ul gktan spenning -
ikki millum eystur og vestur - men
millum eitt Europa og eitt Miðeystur
undir muslimskum ræði. Trýst elvir
ul móttrýst siga kritikkararnir og
vísa á, at nettup royndirnar at skapa
eitt nýtt búskaparligt heimsveldi í
Europa tvingar ella eggjar teimum
fólkaríku muslimsku londunum at
byggja upp eitt tilsvarandi
heimsveldi. Og so eru vit aftur í sama
báti sum vit vóru tað við kalda
krígnum millum USA og Sovjet. Men
munurin verður so tann, at meðan
amboðini hava verið våpn úr stáli, so
verða tey í framtíðini pengur úr
pappiri. Likt er til at øktur
spenningur í heiminum eftir år 2000
fer eina og alcina av hava stødi í
búskaparligum viðurskiftum
EIN annar og ikki minni týðandi
spurningur eru menningarlondini.
Fara tey at verða heilt gloymd í øllum
tí nógva hurlivasanum, sum stendst
av broytingunum í Eystureropa
verður spurt. EF-fólk meina, at eitt
stórri og sterkari EF fer at verða betri
ført fyri at hjålpa
menningarlondunum. Hesum visa
kritikkararnir aftur og siga, at nettup
snævurskygni EF's vid bara at hugsa
um at gerast størri og sterkari hevur
við sær, at menningarlondini verða
gloymd. Og tað serliga nú
viðurskifuni eru so nógv broytt í
Eystureuropa. Hesi fólk bera ótta fyri,
at EF fer heilt at gloyma tann akutta
tórvin á hjálp í menningarlondunum,
men fer heldur at brúka orku sína í
Eysturerupa fyri harvið einaferð í
framtíðini at standa enn sterkari í
einum Europa, sum røkkur eystur til
landamark Sovjets.
NÚ kunnu vit so spyrja, hvar lítlu
Føroyar eru at finna í øllum hesum
kjakinum! Kunnu vit standa uttanfyri
eitt sameint Europa, uttan at tað fer at
taka grundarlagið undan sera við-
kværna búskapi okkara! Megna okk-
ara samráðingarmenn at sannføra EF
um, at vit mugu fáa eina fríhand-
ilsavtalu uttan stórri avmarkingar! Og
fáa vit eina slíka avtalu, hvussu leingi
kunnu vit so liva við henni! Fer
Noreg uppí EF, hvat so við okkum!
Og hvat ætlar Ísland tá!
SPURNINGARNIR eru nógvir.
Svarini enn fá. Men tað er eingin
grund til at leypa framav. Alt tosið
um at vit verda noyddir at søkja
limaskap er óneyðugt - í løtuni. Ti
kunnu vit fáa eina góða
fríhandilsavtalu, har tað framhaldandi
verða vit føroyingar, sum koma at
stýra gongdini á hesum klettum og
rundan um, so er hetta iað besta.
Hetta er eisini utgangsstødid hjá
politisku flokkunum í Føroyum,
landsstýrinum og samrådingarnevnd
okkara. Hesi kós eiga vit at stýra efur
og stuðla. Eydnast okkum kortini ikki
at røkka á mál, so hava vit eina
nýggja stóðu. Hana mugu vit so taka
stóðu til tá.
MEN harfyri eigur upplýsingin og
kjakið um EF og Europa ikki at verða
tagt burtur. Tað eigur og skal vera
ein nátúrligur partur av okkara
gerandisdegi. Og vit sleppa so heldur
ikki undan hesum kjaki, tí við
fylgisveinasjónvarpinum verða vit
hvønn dag fóðrað við upplýsingum
og kjaktilfari um júst hesar somu
spurningar. Latið okkum ikki leggja
tað deyva oyrað til, men latið okkum
fylgja við, hvat fyriferst rundan um
okkum, soleiðis at vit eru betri
fyrireikad ul eina nýggja stóðu, tá og
um hon so kemur. Sum partur av
Europa og av heiminum annars eru
tað okkara ábyrgd at fylgja við í ti,
sum fer fram rundan um okkum.
Bæði fyri okkara egnu skyld og
annara.
jamú