Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-06-29, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. juni 1990síða 15

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

PU PTE Ubi Nr. 102 — 29. juni 1990 — tiðin daðlaðið SOStalurin Síða 15 Fiskiskiparar John Eriksson Johanne- sen, Vestmanna, Erlendur Erlingsson Simonsen, Tórshavn, Knút Hegagarð, Toftum, Jón Matras, Gjógv, Jan Her- mansen, Tórshavn, Eivind Jacobsen, Strondum, Hans Eli Reynskor, Ser- vági, Dánial Jákup Jerg- ensen, Miðvági, Rani Henryson Mohr, Fugla- firði, Tórmóð Petur Selvi Stenberg, Tórshavn, Hall- ur Ludvig, Tveroyri, Jóan Petur Kjærbæk, Vági, Kartin Weihe, Skála, Dánial Vang, Glyvrar, Jo- hannes Joensen, Vági, Jákup Snæbjern Simon- sen, Sandavági og Finn Jacobsen, Klaksvík, ikki við á myndini. = vánaligir teir annars eru. Men sjálvsagt hevur tað verið eitt misbrot at taka eitt vallyfti frá Jógvan Sundstein og tilsagnir frá Jógvan I. Olsen í álvara!! Men tað, sum vit annars vilja stríðast ímóti, er ætl- anin hjá landsstýrinum at taka burtur tað sindri av medávirkan, sum vit í let- uni hava har, sum avgerð- ir viðvíkjandi fiskimonn- um verða tiknar. Og at henda okkara ávirkan skal hava verið hóttan móti fólkaræðin- um, er sera sekt. Og fyri at lýsa hetta skal verða greitt frá søg- uni um studningsnevnd- ina, og so tann leiklut, sum tá fólkaflokkurin spældi, og síðan tann leik- lut, sum nú tjóðveldis- flokkurin spælir í hesum máli. Tað var soleiðis, at studningsnevndin kom í 1985 eftir tilmæli frá tí táverandi fiskivinnuráð- num. Í studningsnevndini skuldu vera 8 limir. Av hesum valdi landsstýrið teir 5, meðan vinnufeløg- ini fingu 3 limir tilsamans. Tískil kom landsstýrið altíð at hava meirilutan og harvið endaliga avgerðar- rættin. Henda skipan avloysti ein hóp av ymsum studn- ingslógum, sum ofta vóru merktar av, at tær saman við fíggjarlóg og tingslit vórðu avgreiddar í einum skundi. UÚrslitið va: ikki altíð so Þeppið, umi amt tað at trupult var at fáa broytingar, tí hesar altíð skuldu fyri tingið fyrst. Studningsnevndin var heilt givið eitt framstig. Hon fekk eina játtan, sum nærum altíð varð hildin. Í hvussu er var hon mun- andi betur hildin enn fíggjarætlanin fyri tær ymsu studningslógir, sum vóru galdandi framman- undan. Sigast kann, at stersta nýhugsan innan studn- ingsekið er komin júst í hesi nevnd, og er hon kom- in frá FF. Ein stórur part- ur av teimum ymsu studningunum eru um- lagdir til dagstudning, og hevur hetta merkt mun- andi sterri inntekutrygd fyri fiskimenn eins og studningarnir í nógv størri mun eru komnir til sættis til tað endamál, sum teir hava verið ætlað- ir til. Hetta hava samgongu- menn fingið ilt av, og nú hava teir samtykt at av- taka studningsnevndina og at leggja allan av- gerðarrætt, sum henda nevnd hevur havt, til landsstýrið og fiskivinnu- nevndina. Hesum hava vit satt at siga lítið álit á, og ein av orsøkunum er tann, at júst verandi legmaður, verandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum og ver- andi formaður í fiski- vinnunevndini í samband við viðgerðina av studn- ingsnevndini í 1985 á felskum grundarlagi (t.v.s. við felskum telum) atkveddu fyri at minka manningarstudning hjá fiskimonnum við 80-90%. Og hesum monnum ætlar tjóðveldisflokkurin at av- reiða varðatakan av áhugamálum fiskimanna, samstundis sum sjónar- mið fiskimanna verða uti- lokað. Nærri verður greitt frá hesum í komandi blað. Óli Jacobsen NÚ er at spenna BELTINi