leygardagur 30. juni 1990síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 103 — 30. juni 1990
Danski framburdflokkurin
kom fyrstu ferð í fólka-
tingi í 1973. Skráin hjá
flokkinum var í stutum at
privatisera stóran part av tí
ið alment var, og harvið
geva fólki stóran skatta-
lætta. Tað var formaðurin,
Mogens Glistrup, ið at
kalla einsamallur myndaði
flokkin.
Hetta tóktiskt á mangan
hátt sum ein mátmælis-
ella protest-rørsla, sum
hinir flokkarnir í stóran
mun undirmettu.
Men tá valið var av,
vísti tað seg, at framburðs-
flokkurin var vorðin næst
størsti flokkur
Tað segðist, at javnaðar-
leiðarin Jens Otto Krag
legðist sjúkur, so skelk-
aður var hann av, at so
stórum partur av danska
fólkinum hevði tikið undir
við sera víðgongdu sjónar-
miðunum hjá Glistrupi.
Dalaði aftur
Men síðani er undirtøkan
fyri flokkinum alsamt
dalað aftur. - Til Pia
Kjærsgaard kom framat
sum nýggjur formaður!
Hon hevur dugað væl at
skapa undirtøku millum
fólk, og hóast sjónarmiðini
eru tey somu sum hjá
Glistrupi, hevur hon dugað
so væl at talað fyri
teimum, at flokkurin er
vorðin heilt stórur aftur í
seinnu helvt av átta-
tiunum.
Móti studuli til
Føroya og
Grønlands
Flokkurin er serliga vordin
kendur uppå ætlanir um
vidgongda privatisering,
og at tey eru sera hart
ímóti at Danmark loyvir
flóttarfólki inn í landið
Men í spurninginum um
ríkisfelagsskapin við Før
oyar og Grønland, hevur
framburðsflokkurin eisini
sína egnu stóðu. Hann vil
nevniliga steðga øllum
studuli til londini, og vil
hava at vit heilt loysa frå
restini av ríkinum.
VALUTAKURSIR
USA
Bretland
V-Tyskland
Svørik/
Noreg
Frakland
Belgia
Sveits
Holland
Italia
Finnland
Island
Eysturríki
Spania
Portugal
Kanada
Japan
Irland
Pund .
Markur
Krona
Króna
Markur
Króna
Yen .
Pund
Gríkkaland Drakmur
Dollari ..
„ 1108,95
Frankur .
Frankur .
Frankur .
Gylfin ...
Skillingur
Pesetas .
Escudos
Dollari ..
= 1020,30
Ultimo
síðsta mán.
645,65
1085, 75
381,29
105,48
99,20
113,07
18,527
453,10
338,65
0,5185
162,60
10,70
54,200
6,142
4,3400
548,70
4,2375
1021,60
3,8900
29.6
635,85
380,40
105,11
99,05
113,31
18,523
449,40
337,95
0,5187
162,20
10,70
54,095
6,196
4,3310
544,40
4,1735
3,8910
Kelda: Føroya Sparikassi
Pia Kjærsgaard, form. i danska framburðsflokkinum:
Danmark eigur
at Sleppa sær
av Við Førovar
- Framburðsflokkurin er ímóti, at Danmark
veitir studui til Føroya og Grønlands. Vit vilja
minka um hendan stuðul, til bæði hesi lond
kunnu loysast heilt úr ríkisfelagsskapinum
Tí atkveddi flokkurin
sum tann einasti ikki fyri
ti, tá fólkatingið samtykt
lógina um blokkstuðulin
til Føroya.
Vil avtaka
allan studul
Í sambandi vid at for-
mansskapurin í fólkating-
inum hevur vitjað í
Føroyum hesa vikuna,
hevur Pia Kjærsgaard
verið í Føroyum. Vit hittu
hana hósdagin, og spurdu
Mynd: Kalmar
um orsøkina til hesa stóðu.
- Lat meg fyrst siga, at
tað ikki er av illvilja móti
Føroyum, at vit vilja
avtaka stuðulin, sigur hon.
Men fyri tað fyrsta er
flokkurin prinsipielt ímóti
øllum studuli, og fyri tað
næsta halda vi, at
Danmark má syrgja fyri at
loysa sínar egnu trupul-
eikar fyrst, áðrenn vit fara
at hjálpa ødrum.
Pia Kjærsgaard vísir á,
at almennu útreiðslurnar
longu eru sera stórar
frammanundan, Danmark
hevur stóra uttanlands-
Skuld, eitt sjúkrahúsverk
ið hevur tørv á meira
pengum osv. Og skal
flokkurin kunna veita tann
skattalætta hann fegin vil,
er sjálvandi neyðugt at
seta almennu útreiðslurnar
niður.
- Stuðulin ul Føroya er
sjålvndi ikki stórur í mun
til eitt nú stuðulin til
Grønlands, men okkara
prinsipiella uppfatan er
kortini tann sama: So
leingi londini hava sjålv-
stýri, mugu tey loysa sínar
búskaparligu trupulleikar
sjálvi! sigur hon.
Flokkur hennara vil
kortini ikki avtaka studulin
frá degi til dags, men vil
minka upphæddina so
líðandi, til londini gerast
heilt leys frá Danmark.
Nógv kundu lært
av Breckmann
Spurd hvat hon heldur um
at føroyskir fólkatings-
Pia Kjærsgaard
Formansskapurin í danska Fólkatinginum, sum hevur vitjað í Føroyum seinastu vikuna
limir mangan hava avgerð-
andi atkvøduna í fólka-
unginum, sigur Pia Kjærs-
gaard, at ti er hon sjál-
vandi hart ímóti.
- Men eg vil leggja dent
á, at eg ikki bert meini Óla
Breckmann í hesum
sambandi. Teir føroysku
javnaðarmenninir hava
gjørt júst tað sama.
Munurin er bara at meðan
Breckmann er ein litríkur
og væltalandi politikari,
sum pressan altíð leggur
til merkis, so hoyrist ikki
so nógv ul javnadar-
menninar.
Pia sigur annars, at Óli
Breckmann er ein av
limunum i førkatinginum,
sum henni dåmar best -
"bæði persónliga og sum
politikara”.
Nógvir av teimum
poliukarum sum renna til
skeið um hvussu ein skal
tala og føra seg fram
Síða 5
annars, kundu lært nógv
við bert at hugt at og lurta
eftir Ola Breckmann i
staðin, heldur hon.