Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-07-03, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juli 1990síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SO DDO MT DDO ILLS DEN ONO —— Nr. 104 — 3. juti 1990 tíðindablaðið Innbrotið á Von Vonbrot Val Sorinskrivarin, Jógvan H. Andreassen, gav blaðfólk- unum í rættarsalinum yv- irskriftina: "innbrotið í verkstaðin Vón á Argjum var eitt vónbrot". Teir triggir menninir, sum nú eru dømdir fyri innbrots- stuldurin, høvdu væntað at funnid millum 50.000 og 70.000 kr. i pengaskåp- inum. Men har vóru bara 4.290 kr. Tann eini varð spurður á rættarfundinum leygardagin, hví teir vænt- aðu at finna so nógvar pengar. Hann svaraði, teir høvdu hoyrt, har skuldi vera so nógv. Tað vóru triggir vón- sviknir menn, sum fóru til hús aftur hósnáttina 31. mai. Teir høvdu brúk fyri fleiri pengum. Og tað, sum teir fyrr høvdu prátað leysliga um, gjørdist nú ein avgerð. Dagin eftir, 1. juni, byrjaðu teir at fyri- reika innbrotið í deildina hjá Sjóvinnubankanum á Oyrarbakka. Teir valdu júst hana, tí hon lá burtur frá húsum. REINSA GOLVTEPPINI Tann 1. juni fóru teir norður á Oyrarbakka. Meðan tann eini sat í bil- inum, fóru hinir báðir inn í bankadeildina. Annar tos- aði við starvsfólkið og bjóðaði sær til at reinsa gólvteppini. Hin royndi at kanna, um nøkur ávaring- arskipan var við vindeyg- uni og dyrnar. Pengaskáp- ið sá hann ikki. Meðan teir eru á Oyrar- bakka, heldur ein fyri, tað kann virka løgið, teir bara fara inn í bankadeildina. So teir vóru eisini inni á gólvteppunum í Shell- stødina við tilboði um at reinsa tey. Menninir gjørdu hesa ferdina i navninum hjå partafelagnum Inter Scan Industri Ldt. KANNINGAR- FERD Månadagin 11. juni leiga teir ein hvitan Hyundai Pony frå Bilútleigan i Havn. Týsnáttina vóru tveir norðuri á Oyrarbakka í fýra tímar fyri at kanna, um nakað vaktarhald var í bankadeildini. Tysdagin keyptu teir málaratape og svartar plastsekkir. Mikukvøldid hugdu teir eftir HM-fótbólti og fyri- reikadu innbrotid, reins- aðu amboðini fyri eitt nú fingramerki límaðu plast- sekkirnar saman og tann eini royndi at finna fre- kvensin hjá løgregluni á einum lítlum útvarpstóli, teir høvdu keypt til hetta endamálið. Men júst, sum teir skulu fara frá húsum klokkan eitt hósnáttina, koma tveir kenningar hjá tí eina á vitjan. Teir steðg- aðu hálvan tíma. NERVAR So, umleið klokkan hálvgumtvey, fara teir í hvíta bilinum. Fyrst fara teir út í Akranesgøtu, har teir taka ein acetylenfløsku og eina surevnisfløsku á goymsluni hjá AGA. Teir steðga síðani við Auto og keypa seks sodavatn og 60 Prince. Og so liggur leið- in norður eftir oyggj. Teir hava avgjørt at bróta inn klokkan trý. Teir eru á Oyrarbakka umleið klokk- an hálvgumtrý og bíða tann hálva tíman "fyri at roykja cina sigarett og fáa nervamar í rætt lag”. SUREYNIÐ UPPI Tá teir leggja til brots, seta teir fyrst bilin við Felagsskúlan. Meðan teir ganga oman til Sjóvinnu- bankan koyrir ein reyður bilur framvið, men hann steðgar ikki. Tann hálvi tímin frammanundan hev- ur ikki fingið nervarnar heilt niður. Teir eru ikki vísir í, ongin ávaringar- skipan er. Teir flyta bilin oman til bankadeildina fyri skjótari at sleppa burtur, skuldi ávaring verið. Teir bróta tveir far | trið 1 "1 09 liggur skerflatu varð haldi plast in úthurð eimi I ! ið, 1y Dani splittu k roini Tá tvær cru cftir, sloknar login í skeribr iranum. Súrevnið er uppi. Nú var gott at hava eina eyka- fløsku við. Men gakk! Proppurin er so illa rust- aður, at teir fáa hann ikki leysan, heldur ikki við amboðum. UT AT LEITA Og nú kemur tað, sum ger hesa innbrotssøgu so eina- standandi: teir fara tveir, mitt í innbrotinum, út at leita eftir sårevni! Teir fara heilt norður til Eiðis. Teir finna onga sårevnisfløsku í bygdini. Teir fara so oman á havnarlagið og har, í einum grótbroti, er eydnan við teimum. Teir taka ein 50 litra súrevnis- fløsku og fáa hana við neyð og deyð inn í bilin. Síðani suður aftur á Oyrar- bakka. Ímeðan hevur hin næstan fingið upp skápið við handakraft og kúbeini. Tá tei loksins sleppa í skápið taka teir allar før- oyskar og danskar seðlar. Teir sóu ikki útlendsku seðlarnar. A SJOGV Klokkan er umleið fimm, tá teir eru lidnir. Teir koyra nú gjøgnum Eystur oyarbergholið og norður eftir Funningsvegnum. Teir steðga og vaska sær, koyra hanskar, skógvar og amboð í bláu ítróttartask - una, teir hava brúkt í báð- um innbrotunum, og tveita hana á sjógv. Ein er uppi á vegnum við einum Føroyakorti. Skuldi onkur komið, er hann åtlendskur ferðamaður úti i føroysku náttúruni. Nú er eftir at fjala peng- arnar, sum teir hava talt og tikid 11.000 kr. burt- urav til ferðaseðilin hjá jugoslavanum, sum fór við Norrønu friggjamorg- vnin, og útreiðslur, so sum leiguna fyri bilin. Tann eini veit eitt stað oman fyri Gjógv og har verður svarti plastsekkurin við stívliga 400.000 krón- um krógvaður nakrar fáar metrar frá vegnum. Og liggur har til løgreglan fer eftir honum sunnukvøldid 17. juni. Teir koyra so aftur til Havnar og eru við hús klokkan knappliga hálvg- um átta hésmoørgunin. Hósdagin eru teir við bil- inum og hava ikki reinsað hann. Í vidførisråminum eru lakkspønir av acetylen- og súrevnisflaskunum. Hetta sær madurin hjå Bil- útleigan, sum ger bilin reinan fríggjadagin, og boðar løgregluni frá. Leygardagin verða teir tríggir menninir handtikn- ir, ein umborð á Norrønu í Hanstholm, hinir í Havn. hd Høvdu fleiri pengar verið i skápinum hjá Vón, varð inn- brotsstuldurin á Oyrarbakka ongantíð framdur, søgdu teir tríggir i Føroya rætti fyrrapartin leygardagin. Teir skuldu ikki brúka so øgiliga nógvar pengar Innbrotið í Vón var ikki minni væl fyriskipað enn hitt. Teir vóru inni við tilboð um teppireinsan oO R sóu tá pengaskápið. Náttina fyri innbrotið var ein teirra á varðhaldi við Vón fyri at fáa greiðu á, nær vaktarmaðurin kom. Hinir báðir vóru uppi á Sandvíkarhjalla eftir am- boðum á verkstaðnum hjá Byggifelagnum Gunnar Waag- stein. Teir sluppu inn á Vón við at bróta upp eina alt- anhurð. Danirnir fóru inn, jugoslavin var í bilinum, ein- um leigaðum Opel Kadet, sum stóð vid Shellstødina nid an fyri Vón. Pengarnar býttu teir millum sin, tá leigan fyri bilin var goldin Orsøkin einføld: penganevd - Vit høvdu bruk fyri pengum. Hetta var tað logiska svarið, teir tríggir mennin ir høvdu til spurningin hví teir brutu inn á Vón og í Sjóvinnubankanum. Men penganeyðin var ikki stórri enn so, at vóru tær 50.000 - 70.000 krón- urnar í pangaskápinum hjá Vón, sum teir væntaðu, vóru teir ikki farnir í Sjó- vinnubankan. Men á Vón vóru bara góðar 4.000 krónur. Og tað var ov lít- ið. Ti gjørdist ein gamal ki um innbrotið á Ovr- arbakka knappliga veru- Teir vóru men fingu almannahjálp, 1.700 kr., tvær ferðir um arbeiðsleysir, mánaðin. Men allir triggir vóru komnir ul Føroya, ti her skuldi vera so nógv arbeiði at fáa. Tann 26 ára gamli kom ul Føroya fyri hålvum fimta åri sidani og hevur havt ymisk arbeidi å landi og verið til sjós. Tann 24 ára gamli kom higar í apríl 1987 og tann 21 ára gamli kom í juni í fjør saman við tveimum vesturtýskum vinmonn- um. Teir komu higar at arbeiða. Men vinmenninir fóru skjótt avstað aftur. AV LANDINUM Tann 24 ára gamli skuldi brúka pengar til ferðaseðil til fronsku Vesturindisku oyggjarnar, har hann ætl- aði at arbeiða. Seinni ætl aði hann at taka hægri handilsskúla. - Eg vildi sleppa burtur og byrja av nýggjum. Eg skuldi bara brúka 15.000 kr., segði hann í rættin- um. Tann 21 ára gamli skuldi ul Vestur-Týsk- lands, har hann er skrásett- ur, og greiða ymisk viður- skifti. Hann ætlaði síðani at koma aftur ul Føroya. Tann 26 ára gamli hevdi ongar itøkiligar ætlanir við "sínum parti” av peng unum, segði hann í rætunum leygardagin hd Meira um rættarfundin leygardagin á síðu 22