Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-07-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juli 1990síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

BJÓÐA IKKI MÆRI! Tvey føroysk bridgelið eru hesa vikuna við í norður- landameistarakappingini í bridge, sum verður spæld á handilsskúlanum í Havn. Føroyingar hava áður verið við í stórum kapp- ingum, men ongantíð við serliga góðum úrslitum. f Í viorian Kasm Sigurdsson, hjålparkappinga Af, Sr“ one Ll IP Myndir: jens kristian Nevndin í Føroya Bridge Sambandi, sum hevur fyrireikað hesa kappingina. Fr Rasmussen og Súsanna Dam Fleirtjóða bridge- kapping í Føroyum | YO Sidan 1984 hevur føroyska manslandsliðið verið við í norðulendsku kappingini. Hetta er fyrstu ferð kvinnurnar eru við í eini kapping við útlendskum spælarum. 72 teir bestu bridge- spælararnir í Norður- sá londum eru vid í Føroyum. Hetta er fyrstu ferð Føroyar eru vertir fyri norðurlandameistarakappi ng. Hesiferð eru bjartari vónir til føroyska mans- liðið. Á liðnum eru brødurnir Jóannes og Rúni Mouritsen, Helgi Joensen, Dánjal Pauli Mohr, Per Kalsberg og Niels Nielsen. Á kvinnuliðnum eru: Marjun Restroff, Randi Jacobsen, Áslan Weihe, Halgerð Hansen, Marianna Eystberg og Lise Holm. Kappingin varir ul leygardagin. Spælt verður hvønn dag frá klokkan 11 til klokkan 23. Áskoðarar hava góðar møgulcikar at fylgja við og síggja eitt sindur av bridge á heims- stødi. Tveir dystir skulu spælast hvønn dag. Hvørt kvøld kemur eitt blað út við kappingarúrslitum og tíðindum frá kappingini. Bridge er íkki serliga gamalt í Føroyum. I 1968 vóru fýra bridgefeløg Tvey í Havn, eitt í Klaksvík og eitt í Vági. Um várið 1968 var Føroya Bridgesamband stovnað og bridge bleiv betri skipað. Í dag eru 11 bridgefeløg kring landið og eini 350 fólk spæla bridge minst VIKUM á vinstru eru tey Einar Larsen, Jón RAÐIÐ FYRI FERÐSLUTRÝGU Føroysku luttakararnir í kappingini