hósdagur 5. juli 1990síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
r
|
L
tíðindablaðið
Abyrgdarblaðstjór! Jan Muller
Fyritaksstjór:. Kristjan Dahi
ljósmyndari Kalmar Lindenskov í
Ein bankastjóri og
framtíðin
TAÐ er ikki hvønn dag, at vit síggja
so kontantar meiningar í almenna
orðaskiftinum, sum rødan ein av
bankastjórunum helt fyri studentum
og HF-arum nú um dagarnar, er dómi
um.
SAMD ella ósamd, so kann ein tó í
hvussu er siga, at her verður einki
ballað inn. Stjórin í Fossbankanum
hevur eitt ella lat okkum heldur siga
fleiri itøkilig boð uppá framtíðina
tvs., hvussu vit koma burtur úr ella
minka um óhepnu avleiðingarnar av
núverandi búskaparligu støduni í
føroyska samfelagnum.
HANN leggur so ikki fingrarnar
ímillum og mælir rætt og slætt til
stórar og kollveltandi broytingar og
nýhugsan. Eitt nú: at minka almenna
virksemið við 50% yvir 2 ár, at
privatisera almennar stovnar, at geva
útiendingum loyvi at gera iløgur í
Føroyum, at gera klárt til at fara inn í
EF, at steingja 12 flakavirki og ikki
lata tey uppaftur, uttan at tey kunnu
fara undir aliernativa framleiðslu, at
m talið á komm
inum, at minka um talið á ting
monnum við eini helvt,
Í
mKa munangG! u
at gera alt
landið ul eitt valdømi, at avtaka øl!
monopol, at fara undir fyrireikingar
til at bora eftir olju, at avtaka studulin
ul fiskivinnuna og soleiðis kundi tú
hildið fram. Bankastjórin hevur so
sanniliga nógv uppá hjartað.
SPURNINGURIN er tá, hvussu
skilagott alt hetta hann skjýtur upp er
fyri føroyska samfelagið og tey
menniskju her búgva.
VIT skulu her bert tríva í okkurt av
uppskotum hansara og annars lata tað
vera upp til okkara lesarar at gera
viðmerkingar til hesi, má sigast,
heldur ótradionellu og rættiliga
djørvu sjónarmiðini. Er tað nakað,
sum okkum tørvar í Føroyum, so er
tað stórri opinheit og eitt lívligari
orðaskifti um allar
samfelagsspurningar. Tað er tíanverri
so her á landi, at tað talufrælsi og
skrivifrælsi okkum er givið í grund-
lógini verður lítið ella einki brúkt.
Ikki fyrr enn týdningarmiklar
avgerðir eru tiknar og vit síggja av-
leiðingarnar av teimum raknar føroy-
ingurin við sum við kaldan dreym og
spyr: hvat í allari víðu verð er hetta
fyri nakað. Hvat hava hesi góðu
menn, vit hava latið upp í hendi at
stýra landi okkara, gjørt og hvat er
tað okkara vinnulívsmenn, okkara
grannskoðarar osfr. hava gjørt! Vit,
sum trúðu so blint uppá teir! Og tá er
brádliga ov seint at binda um heilan
fingur.
VIT kundu havt forðað, kundu
broytt, kundu útsett ja í heila takið,
kundu havt ávirkað bæði hesa og
hasa avgerðina og gongdina, um vit
vóru meira virkin í orðaskiftinum.
Men her mugu vit tianverri ásanna, at
—-
Uttanlandsskuldin
føroyingar sum heild eru næstan full-
komiliga likasælir vid, hvat fyriferst i
samfelagnum. Vit lata eitt og alt upp
í hendurnar á ngkrum fáum polit-
ikarum og vinnulivsmonnum, og tað
verða tískil hesir, sum einsamallir
koma at avgera lagnu okkara og
samfelagsins uppá gott og ringt.
Sjálvandi skal onkur til at stýra og
leiða, men máti skal vera við dølskni
og líkasælu okkara.
NÚ hevur ein bankastjóri verið so
mikið ærligur, at hann hevur sagt
øllum Føroya fólki, hvussu hann
heldur framtíðin skal síggja út hjá
okkum øllum. Og tað er her vit eiga
at lofta honum. Eru vit ósamd við
hann eiga vit - og tað fevnir so
sanniliga eisini um løntar politikarar
år øllum flokkum - nå beinanvegin
at tala at, soleidis at okkara styrandi
menn og vinnulivsmenn (íroknað
bankastjórar) kenna hugsanina hjá tær
og mær og tí ikki kunnu skalta og
valta bara eftir sínum egna høvdi. Eru
vit Gsamd eiga vit at siga tað, gera
vart við tað. Tí annars nyttar lítið
aftaná bara at geva øðrum skyldina, at
tað gekk, sum tað gekk.
TAÐ er bara gott, at Fossadal torir at
siga, hvat hann hugsar. Vit kunnu
geva honum vidhald i onkrum men i
nógvum førum eru vit fullkomiliga
ósamdir.
STUÐULIN ul vinnuna skal minkast
niður í einki, vit mugu fáa meira
burtur úr fiskinum sigur hann. Her eru
vii samdir. Tí hetta er ein høvuds-
fyritreytin fyri einum sunnum og
vælvirkandi vinnulívi.
MEN at minka almenna virksemið
við 50% yvir 2 ár er tað reina
Biaåtåik Høgni Djurhuus
Randi Jacobsen
Tórfmn Smith Prent
Utgevari
Uppseting. P/f Sosialurin
31. august
Hagtel visa. at tað almenns stendar fyri ii minsta part
num av utianisndeskuldini
galimattas. Hetta fer at merkja, at vit
rætt og slætt syndra alt tað vit við
tógvið stríð hava bygt upp
vælvirkandi almennar stovnar og
vælútbúgvin fólk at taka sær av
arbeiðinum á hesum stovnum til tess
at tryggja vanliga borgaranum
javnbjóðis rættindi og trygg
viðurskifti. Skal hetta nú alt drepast
m.a. tí, at vit hava havt ov lítið
dugnaligar vinnulivsmenn og/ella
politikarar! Skulu nå allar Føroyar,
hvør tann einasti Palleba og Palle-
bina, revsast, ti vinnulivsmenn og
politikarar ikki dugdu sær hógv - ikki
dugdu at fáa nóg mikið burtur úr
okkara tilfeingi!
FOSSBANKASTJÓRIN gloymir at
nevna ein sera týdningarmiklan lut í
øllum hesum orðaskiftinum um
kreppu, og tað er leiklutur peninga-
stovnana og vinnulívsins. Skyldina
hava bara ávísir antivinnulívspolit-
ikarar og so tað ljóta og stóra almenna
skrímslið. Burtur við Atla, burtur við
javnaðarflokkinum og avhgvding av
tí almenna tvs. øllum almennum
stovnum. Hetta er niðurlagið millum
vinnulivsmenn og høgrafélk. Teir
gloyma bara hetia,sum fleiri ferðir
hevur verið ført fram, nevniliga tað at
ein orsøkin til støðuna vit eru í, stavar
frá tí, at peningastovnarnir ikki hava
kent sína vitjunartíð og sína samfel-
agsábyrgd, tá tað ráddi um at ansa
eftir ikki aftur og aftur at kynda
undir tað longu ov nógv yvir-
upphitaða virksemið. Fremstu
vinnulívsmenn okkara hava so heldur
ikki hugsað longur fram, tá tað galt at
fáa sum mest virði burtur úr
gullnámi okkara, nevniliga fiskinum
í heimsins minst dálkaða havi!
TAÐ eru nøkur fá fólk í samfelagi
okkara, sum hava funnið fram til, at
kreppan vit all tosa um, er ikki ein
[DOT OTTE MODE.
P/f Pressan 1981 | Teiefon
P/f Sosiaturin | Bustadur Argjavegur 26 | Postadressa: Postsmega 76
Argir 110 Tórsharn
11820 | Telefax 14720
samfelagskreppa. Tað er ein sam-
felags skapt kreppa. Ein kreppa, sum
- um uttanlandaskuldin skal hava
skyldina - ikki fyrst og fremst hevur
adressu hjá tí almenna, men
harafturímóti hjá teimum mongu
privatu, sum - og leggið tykkum hetta
serliga í geyma - við hjálp frá m.a.
føroysku bankaverðini hava lånt so
nógvan pening - eitt nú til rentu-
spekulatión - at hetta hevur skundað
álvarsliga undir vánaligu
búskaparligu støduna í landinum. So
nógv er lænt, so væl hava bankar og
hesir privatu samarbeitt, at okkara
uttanlandaskuld er vorðin himmalhøg
og hevur tað so havt við sær, at
almennu Føroyar í útheiminum eru
komnar í ringt orð ella tað, sum verri
er.
HESA sannroynd vilja høgrasinnadir
politikarar, bankastjórar og aðrir
vinnulívsmenn ikki hoyra talan um.
Fyri at fáa fólk at gloyma hana brúka
teir alla orku sína til - fyri tað fyrsta
at siga, at ait samfelagið er í kreppu,
og harnæst at geva einum tí einasta
persóni, nevniliga formanni javnadar-
floksins og fyrrverandi løgmanni, alla
skyldina fyri stóðuna vit eru komin út
i.
SUM ábyrgðarpolitikari tekur eisini
Aui Dam sín part av skyldini. Tað eru
allir politikarar her á landi noyddir at
gera, tí allir sum ein, hava teir verið
við ul at atkvøtt fyri hesi ella hasi
fløguni, sum seinni hevur vist seg at
vera skeiv ella ov ógvuslig til okkara
fíggjarevni. Tað verður tosað so nógv
um Heygadrang sum var hann felags-
nevnarin fyri tann skeiva iløgu-
politikkin. Men hvat við
milliónunum, milliardunum, sum
tingmenn úr gllum herðashornum av
landinum - fyri at hjúlka um sítt
valdømi - hava samtykt at brúka í
vegir, í berghol, í ferjur, í brúgvar, í
lendingar, í virki, í skúlar osfr.! Eru
hetta kanska ikki eisini eitt slag av
"Heygadrangum", sum vit í
veruleikanum ikki høvdu ráð til, men
sum vit øll skuldu og vildu hava!
HELGI FOSSADAL sigur, at vit
skulu hava marknaðarstýring heldur
enn politiska stýring her á landi. Er
veruleikin ikki júst tann, at politiska
stýringin hevur verið alt ov lítil; at
tað hevur verið ov lætt hjá privatum,
hjá bankum o.g. at sleppa sær um
garðin, har hann er lægstur!
MANGT kann verða sagt um hesi
viðurskifti. Tað er gott, at vit her hava
ein bankastjóra, sum torir at siga sína
ærligu hugsan. Men tá átti hann eisini
at tíkið í egnan barm. Bankarnir eiga
so sanniliga sín part av skyldini, at
skilið er sum tað er. Og tá hesin upp-
finningarríki bankastjórin vísir á, at
tað almenna virksemið eigur at mink-
ast niður í helvt, tá kundi verið spurt:
hava vit 47.000 íbúgvar her á landi
veruliga brúk fyri so nógvum
bankum, so nógvum bankafólki! Við
hesum geva vit orðið til lesaran. Orð-
ið er frítt.
jamú
OO
UR