Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-07-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. juli 1990síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

JESUS CHRIST SUPERSTAR TED NEFLY - CARL ANDERSON 7” YVONNE ELLIMAN KÆRNE FILM Tå teir bådir onglend- ingarnir, tónasmiðurin Andrew Lloyd Webber og ordasmidurin Tim Rice, i 1970 gévu ut rokkoperuna "Jesus Ch- rist Superstar", vakti hetta stóran ans um all- an heimin. Plátan varð seld í yvir 5 milliónum eintgkum, sum tá var met í Onglandi. Seinni varð operan framførd og sjålvandi SIN gerast can mur. Norman Jewi son var leikstjóri. Ted Neely, beattónleikari úr Texas, spælir Jesus eins og hann gjørdi í sjónleikinum í Los An- geles. Carl Anderson spældi eisini hin litta Judas í Los Angeles og New York. Nakrir aðrir A ———— AA SO kendir leikarar eru við, men øll hini eru ókend- ir amerikanskir og ísra- elskir sangarar og dans- arar, sum blivu valdir millum 3.000 umsøkj- arar. Jewison valdi at hevja "mest hugtakandi og viðkomandi søguna hjá vesturlendsku sið- menningini" yvir tíð og stað. Fortíð og nútíð renna saman og upptøkurnar eru gjørdar i leivdum frå romaratíðini i Israel og ikki å teimum bibliusøguligu stødun- um. Telefonsvararin hjå Leikhús Bio, tlf. 15666, upplysir hvørjir filmar verða sýndir og nær Aftur í Keypmannahavn klokkan seks á morgni eftir stívar 30 tímar í tokinum úr Athen. Selja tilhoð og avslattur - Tað ber til at uppliva onnur lond, uttan at fara av knóranum. LFU-Ferðir hava nógv góð tilboð, serliga til tey ungu undir 26 ár. "At ferðast er at liva”. Hesi gløggu orð eigur danska skaldið H.C. And- ersen. Men tá hann livdi, lá ikki øllum so væl fyri at ferðast og als ikki burt- ur í onnur lond. Nú liggur betur fyri. Eisini hjá teimum, sum ikki hava tær ovurstóru inntøkurnar ella bara mið- alinntgkur. Hygg bara her: fyri 7.500 kr. ber til at ferðast av Havnarvág ul 22 lond í Europa, vestur og eystur, Nordurafrika og Asiu. Við ferju og toki. Við Smyrli úr Havn til Scrabster fyri 845,00 kr. (aftur og fram), Interrail/ferry kort fyri 2.100,00 kr. (galdandi ein mánað) víðari úr Thurso (Scrabster) og tað ber til at gista og eta fyri í miðal 150,00 kr. um dagin i londunum, Interrail umfat- ar. Hetta er galdandi fyri tey, sum eru yngri enn 26 år og hava LFU-kort. Hetta góða tilboð og fleiri onnur hava LFÚ- Ferðir í Kongagøtu 11 í Havn, tlf. 15037. Nógvir avslåttarmøgu- leikar eru fyri ung fólk og serliga fyri fólk í útbúgv- ing. Men onnur sleppa eisini upp í part. Nú kunnu til dømis øll, uttan mun til aldur, keypa Inter- railkort. Fyri tey, sum eru fylt 26 ár, kostar kortið 2.700 kr. LFÚ-Ferðir hava eisini faldarar og handbøkur, sum eru hent hjá "rygg- sekkjafólki" og ødrum við. Og føroyska handbók - in "Fjakkarin 89", sum LFU-Ferðir góvu út, er enn at fáa. VALLARAKORT Hjá LFÚ-Ferðum ber eis- ini til at keypa altjóða studentakort ella FIYTO- kort, sum øll undir 26 ár kunnu fáa, tað vil siga eisini tey, sum ikki eru í útbúgving ella í læru. Og vallarakort, sum er gald- andi í øllum Europa í eitt ár, fæst fyri einans 83.00 kr. Tað gevur 20% av- sláttur á gisting á vallara- heimum, sum framman- undan eru bílig, men kort- ini nógva staðni nosslig og væl utgjørd. Tjalding- arkort er lykilin til tjald- ingarstødini. Nógv teirra hava allar vanligar hent- leikar, summi tó fáar ella enntá ongar. Men hesin gistingarhåtturin - tjald - er sjálvandi tann bíligasti. "At ferðast er at liva". Og tað ger lívið ríkari, víðkar sjónarringin, stim- brar málkunnleikan og ikki minst kann ein uttan- landsferð gerast fyri nógv færri pengar enn hon er verd. Skrivstovan hjá LFU-Ferðum í Kongagøtu 11 (gamla Ullvøruhusin- um) er opin månadagin - hósdag kl. 16.00 - 18.00. Liggur ikki fyri at fara inn á gólvið, ber til at ringja 15037. hd Nr. 106 7. juli 1990 LIST Á 'HVØRJUM = HORNI | Nógvar listaframsýn- | ingar eru í Havn í = hesum døgum. Í Smiðjuni í Lítluvík hevur danin Flemming Holm málningar og | høggmyndir, sum hann fekk hugskotini | til á Føroyaferd í fjør. Opið er í dag kl. 10.00 - 14.00 og í morgin - hósdagin kl. 14.00 - 19.00. stóra yvirlitssyningin hjå Listasavninum, føroysk list frá upphavi til dagin í dag. Og har eru eisini listaverkini og brúkslutirnir úr tini hjá Helga Joensen. Opið hvgnn dag kl. = 15.00 - 17.00. Í Sparikassanum við Tinghúsvegin hevur Olivur við Neyst framsýning hendan mánaðin. Í Norðurlandahúsinum eru tvær framsýning- ar. Myndir úr Lofoten hjá Dagfinn Bakke og Alternative Photography hjá Iain ISon. SA # I Dvøljuni í SMS endar framsýningin hjá Amy Fuglø í dag. Í List í Vágsbotni hevur Masha Yozefpolsky framsýning til 19. juli. Í dag er opið kl. 10.00 - 12.00, annars gerandisdagar kl. 13.00 - 17.00. Og í morgin og næsta sunnudag kl. 15.00 - 17.00 ber til at síggja savnið hjá Tórshavnar Býráð í Móttókuhúsinum í Tréndargøtu. Har eru føroyskar og grónlendskar myndir frá síðst í 19. og fyrst í 20. øld. TU JS KR g