Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-07-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. juli 1990síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

< | | £ Er Nr. 107 — 10. juli 1990 1 tiðindablaði Síð a 9 Føroyska laksakriggið Fremur Heri Hjelm landsskaðiligt virksemi Í hesum arbeiðsloysis- og »einki-ber-til-tiåum« upp- liva vit at bannað verður Hera Hjelm at selja tann laks hann sjálvur hevur framleitt og eigur. Hann skal tvingast at leggja laksin á goymslu, so góðskan verður verri, tí aðrir menn, ið eyðsæð hava makt yvir okkara fólkavaldu, ikki hava megnað at selja »teirra« laks við vinningi. »Jante- lógin< hevur sigrað enn einaferð. Tormóður Dahl: - Fiskaselan stendur við sigurspálmunum í hond- unum og Heri Hjelm má skera niður virksemi sítt — eini 15 fólk skulu missa sína tryggu innteku. Lógin, ið landsstýrið nýtir sum bjargingarbelti, er 42 ára gomul — undir- skrivað = av sjálvum Andrassi Samuelsen, løg- manni. Hon ljóðar (eg taki her bert við tað, sum eg meti hevur týdning fyri málið): $1 Klippfiskur og saltfiskur kann fyribils ikki verða útfluttur úr Feroyum utt- an landsstýrisins loyvi ..... $2 Landsstýrið kann banna innflutning til Feroya og útflutning úr Feroyum av feskfiski, saltfiski og fiskaverum, herundir lýsi og úrdráttum úr hvala- veiðu, eins og landsstýrið kann bjóða, at nevndi inn- og útflutningur bert kann fara fram eftir teimum fyriskipanum, sum lands- stýrið ásetir hesum við- víkjandi ...... $3 Landsstýrið kann áseta reglur um viðgerð og virk- an av fiski og fiskaúr- drátti, um ikki ásetanir longu eru gjørdar um hetta í serligari lóg. Útreiðslurnar av at seta hesar reglur í verk kunnu frammanundan verða goldnar úr landskassan- um og kunnu síðan verða javnaðar á útflutnings- menninar eftir nærri regl- um ásettum av landsstýr- inum. Jantelógin hevur sigra enn einaferð Nú dugi eg ikki at siga, hver upprunaliga orsekin var til at henda lóg varð smíðað, men so sum lógir verða uppbygdir er skill- ing, at tað er talan um eina fyribilslóg og líkt er til at góðskan á okkara fiskaverum tá ikki var sum hon átti at verið. Tað vóru umsteðurnar í land- inum fyri 42 árum síðani, og tann »tidarandin«, ið tá ráddi, ið fekk menn til at smíða hesa lóg, og undir øllum umsteðu snúði málið seg ikki um alifisk. Ikki dugi eg heldur at ímynda mær at legtings- menn í 1948 í sínum vill- asta hugaheimi hevdu funnið uppá at bannað manni at selt dygdarfisk fyri hægsta marknaðar- prís. Her vil kanska onkur siga, at umsteðurnar í dag og fyri 42 árum síðani ikki eru tær somu, men so kann eisini eitt spurnar- tekin verða sett við um ein 40-ára gomul fyribilslóg áframt skal vera galdandi. Nei, tað kann ikki hava verið við góðum tannabiti, at landsstýrið gav eftir fyri trýstinum frá Fiska- seluni. Hvi tigur Advo- katfelagið? Skilji eg logina rætt, so sigur hon eisini, at Heri Hjelm nú kann senda rokningina til landsstýrið fyri tað hereftir missir vegna selubannið, og tað fær fylgir, skapar »presedens« o.s.fr., og vit fáa nýggjar óndar sirklar, ið fær alt at snara enn meira trillrunt hjá Fiska- seluni og okkara fólka- valdu! Heitasti talsmaður landsins fyri limaskapi í EF er Birgir Danielsen, sami maður, sum nú krev- hann Birgir Danielsen vil hava Feroyar inn í EF, men berjist sum ulvur á skóg ímóti ti grundtanka, id alt EF byggir á ur at bannað verður monnum at selja fisk á frælsa marknaðinum. Við eðrum orðum: Birgir frælsi marknaðurin. Danielsen vil hava Feroy- ar inn í EF, men berjist sum úlvur á skóg ímóti tí grundtanka — ja eg kundi líka fegin sagt: Grundlog — ið alt EF byggir á. Hvussu í himm- alsins navni skulu vit kunna tingast við EF um ein »frihandilssåttmåla«, samstundis sum vit at siga »spyta« á teirra grundlóg? Tað er eingin loyna, at alivinnan í Írlandi, Skot- FILM DECODERE — rimelig til salgs. Ring eller skriv til: NiCom Q. Stadionsvei 13 N-5031 Laksevág Norway Tlf. 475340940 Fax. 475341 890 landi og Hetlandi hevur ovurstórar trupulleikar vegna sjúkur og lús. Kynsbúgvingin er eisini komin fyrr enn áður og nógvir alarar slátra í dag fiskin i »panikk«. Hetta ger, at útboðið er stórt og at prísirnir tí hava verið fallandi tær seinastu 2-3 vikurnar, men nú er longu vend við at koma í. Uppá seg eru trupulleik- arnir hjá alivinnuni í Bret- landi og Írlandi nógv verri enn hjá okkum, og tí er tað júst nú vit eiga at satsa. Vit gera tað øvugta, og ringast av øll- um: Tann mistroystis- andin, ið okkara fólka- valdu hava sáað í fólkið ger, at okkara bestu kvinnur og menn — tey, ið enn hava vilja, skapanar- megi og áræði — rýma av landinum, og tá nyttar lít- ið at hava heimsins rein- asta haveki ella at gera semjur um prosentbýtir til fiskavirkini. Tormóður Dah!