Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-07-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juli 1990síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 108 — 12. juli 1990 tíðindablaðið Jens Erik super Frits Ahlstróm hugtikin av ungu fóroyingunum Einki at ivast í tí: tit eiga nógvar ungar leikarar við frálíkum tekniskum fótbóltsevnum. Hetta slær Frits Ahlstrøm fast, tá vit høvdu hann í tele- fonini fyrrapartin i gjår. Og tad er ikki hvør sum helst, sum ger hesa meting av føroyskum fótbóltsleikarum. Frits var í eini 20 år ein hin mest vidurkendi fótbóltsskriv- arin i Danmark. Nú er hann pressustjóri i danska fótbóltssamtakinum, og man hava sæð teir allar flestu fótbóltsleikararnar á høgum stødi kring all- an heimin. Er tað nakar, tú serliga legði til merkis? — Jens Erik Rasmussen. Hann vísir fótbóltsevni, sum sjáldan eru at síggja. Hann hevur evni, sum gera tað náttúrligt at rokna við, at hann verður fyrsti foroyski yrkisleikarin í útheiminum. Hevdi hann komið til Brendby, so ivist eg ikki í, at hann innanfyri eitt ár hevði megnað at spælt seg á 1. deildarliðið. Stór framgongd Frits Ahlstrem staðfestir, at leikurin, foroyingar sýndu týskveldið, var prógv um, at framgongdin hevur verið stór. Fyri meg kom hetta ikki óvænt- að, tí eg sá liðið móti veteranliðnum hjá Danmark í 1988 í Havnini, men fyri fótbóltshugaðar danir kom tað óvart, at liðið sýndi tekniskan og taktisk- an leik á tí stødinum, teir gjørdu. Eg haldi liðið hevur havt stóra framgongd síð- ani 1988, og tað undraði meg, at teir kláraðu seg so væl á vanligum grasvelli. Men var mótstoðan nakað at reypa av? — Á lið- num vóru 8 divisiónsleikarar, og sjålvt um teir ikki vóru samanspældir og sjálvt um danska kappingin hevur ligið still síðani HM byrjaði, so áttu teir at borga fyri ávísum klassa. Og teir vildu ikki tapa, tað sást. At leikferðin í seinna hálvleiki dalaði nakað skal síggjast í ljósinum av, at føroyingar vóru nøgdir við 3—0 leiðsluna og spardu kreftirnar til restina av hesi venjingarferðini, sum uttan iva verður teimum til fyrimunar seinni í heyst, tá EM dystir- nir tørna fyri, sigur hin fryntligi og eftir ollum at døma Føroya vinarligi Frits Ahistrøm. Seinni fara vit at greida nærri frå, hvat hann heldur um føroyskan fótbólt og EM luttøku. -nn- Leygardagarnar 4. og 11. august verdur FM i fræls- um ítrótti. Kappingin verdur å stadion-økinum å Svangaskarði. Deildin fyri frælsan ítrótt sigur í tíðindaskrivi sigur, at øll eru væl kom- in at luttaka; t.v.s., at í luttakarunum nýtast ikki at hava ngkur úrslit at vísa á, áðrenn teir koma. Eisini tey, ikki áður hava roynt frælsan ítrótt eru væl komin. Síða 13 Kappast verður í hesum greinum: Renning/menn: 200 m, 800 m, 5000 m og 400 og 3000 metra forðarenn- ing. Renning/kvinnur: 200 m, 800 m, 3000 m og 400 m forðarenning. Kast/kvinnur og menn: spjótkast og klingrukast. Lop/menn: longdarlop og stangarlop. Lop/kvinnur: longdar- lop. Omannevndu íðkanir vera allar 4. august. Nið- annevndu verða 11. aug- ust. Renning/menn og kvinnur: 100 m, 400 m, 1500 m, 10.000 m, og 110 m forðarenning Kast/menn: kúluvarp og hamarskast Kast/kvinnur: kúluvarp Lop/menn: hæddarlop og tristøkk Lop/kvinnur: hæddarlop Verður undirtgkan nóg stór, verður skipað fyri 4 x 100 m boðrenning. Seinasta freist at tekna seg til kappingarnar er åvikavist 29. juli og 5. august. Luttøkugjaldid er 30 krónur fyri hvønn dagin. Tey, ið ætla at tekna seg, skulu ringja til Harry á telefon 47 590, Regin á 1 32 02 ella Jógva á 1 36 60