Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-07-12, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juli 1990síða 18

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

-* Síða 18 Privata kreppan — gerst alt meira samfelagslig .. Almennu lenirnar vóru í 1989 um 1350 mill. krónur. Til: Sjúkrahúsverk, skúl- arnar, landsverkfrødingin, strandferðsl- una, almennaverkið, umsiting, politik- arar, ríkisumboð, politi og aðrar in- stansir. Øll fastlønt fólk, flestu uttan avskrivingarmeguleikar, sum í skatti vórðu tikin fyri einar 800 milliónir ein- ans í 1989. Nær- og millumleiðir við Feroyar góvu um 100.000 tons í ráfiski, ið vórðu til um 40.000 tons av frystum, saltað- um, umframt nakað av feskum til út- flutnings, og valutainntekan (hjá vinnulívinum í Feroyum) av hesum var um 900 mill. krónur. Kostnaður til skip og virki, lenir, SEV, pakkitilfar og ann- að var um 1500 milliónir og hallið var sostatt 1500 — 900 mill. = 600 mill. krónur. Hetta hall varð goldið yvir skattin og hver sigur, at tað ikki vóru skattakrón- urnar, ið tiknar vóru frá teimum alment lentu, ið guldu hetta hallið. Tey vórðu jú tikin fyri umleið 800 mill. krónur, ella heilar 200 mill. kr. meira, enn hallið var stort. »Inntøkan« frá statinum var 975 mill. krónur. Sum sæst, væl sterri enn valutainntøkan av nær-og millumleið- um við Feroyar Hesar inntekur (almennar lenir í mestan mun) eru skattaðar við um 580 mill. krónum. Ella at kalla alt hallið, sum tað er. Er tað ikki hol í hovdið, henda her- ferðin móti teim alment lentu, teim fastløntu, er tað ikki tragikomiskt, hes- in løgni dansur keisarans í ongum klæd- um úti i Tinganesi, og so hansara faller- adu vinnulivsmenn og ein geitabukkur! Lemjanin av ellum ødrum fyritaks- semi her i samfelagnum skuldi ein trud høvdu sett sini skelkandi spor 631 mill. krónur koma at vanta i i landskassanum við árslok. Eydnast so eisini ætlaða herferðin móti teim al- ment lentu, hvat hall skulu vit tá rokna við?? 800-900 mill.? Try flogvit ríkaðu igjøgnum miðlar nar tøroyska almenningin vid teirra áskoðan viðv. utlitinum búskaparliga sæð fyri hetta fólk, fyri hetta samfelag, nú í vikuni, sum fór Munurin nú og so fyri einum og tveimum árum síðani tá tað kemur til spurningin um hvørji ráðini eru til at taka, hann er nágreiniliga eingin Intelligent?? tíðindablaðið Hesir tríggir, allir vinnulívsmenn: ið ein meiriluti av fólkinum fyri tveimum árum síðani, av eini ella aðrari orsek blivu samd um kundu bjarga Feroyum: „Setið tveir, triggjar vinnulivsmenn oman í Tinganes, teir hava skil á peng- um — sparkið restina til hús, tá verður alt okay í leypi av null komma fimm«. Hin løgni revisorurin við gloriuni varð settur sum hevd og eins og tað vinnu- lív, hann hevur ráðgivið á bláman, so er tað eftir letu vorðið við Feroyum. Gomlu heimaráðini í Dimmu og so yvirspenta geilið í brúna flugufangara pappírinum av Traðarvegi sannferdi partar av fólkinum um, at hetta var leiðin: »Ut úr vælferdarsamfelagnum« og tað var væl tað, ið fólk vildu hava, ella hvussu? — Ti tað er júst tað, vit hava fing- ið. Ein multireiðari og bókhaldari, við vitan um standrættarstatus á haturs- heiði, reiðari á einum ótali av dellum, ið ivaleyst allir geva hall. (form. í fíggjar- nevndini). Ein skipari, sum (sambært Dagblad- num hevur nomið sær kunnleika á universitetsstigi til at læra aðrar skip- arar, hvussu teir skulu halda seg av kollosjónskós): stjóri, nevndarformad- ur, nevndarlimur, stýrislimur etc. etc. (handilsmålarådharri). Ein maskinmadur av tí góða gamla slagnum: fyrbøtari — trigangsdamp og so salt å ketilin fyri at halda trystinum uppi — — so skilagóður, at hann varð settur nevndarformadur á størsta blokkvirkinum í Vágoynni, serkønur i falleraðum dieseltogarum — ein heil rød av líkum — í lastinum og so reint fakt- iskt! (finansministari?) Tann fyrsti boðaði — tá hann gjørdist fiskimálaráðharri — frá: >Vit eru farnir í landsstýrið fyri vinnulívið og tað kem- ur at svíða og merkjast út í hvenn ein- asta avkrók í Føroyum«. Disse vare ordene. Ein geitabukkur (úr nationalkapital- istiska tjóðveldisflokkinum) sleit, tá herðindini komu, tjórið við millumbili og proklameraði sparingar og skurð á ollum samfelagstýðandi virksemi. (nær vaknar hetta fullvit?) Kollektiv svaving. Og blóðið tað rann. Ein so dygg tapping, at donorurin varð latin eftir í andaleypi. Og soleiðis fluttu hesir harrar 605 mill. av skattaborgarapeningi yvir í sín egna sektor — einans í 1989. Landskassin, ið átti nakrar hundrað mill. krónur á bók í útlondum, varð »lættur« fyri henda pening, hesar nak- rar hundrað milliónir, ið mótsvaraðu teirri upphædd, landskassin við árslok 1988/89 hevði í láni: Hesin peningur varð tikin heim og fluttur til »fiskivinn- una<: Hin legni, ið er svágur Olaf Olsens og vist nokk eisini hevur okkurt samband við Anfinn Kallsberg, pro- klameraði eina 180 milliónir eingangs- innspræning til »vinnulivid« og virkini, sum Olaf Olsen varðaði av, fingu so av- gjørt mest: fleiri tíggjutals milliónir til Handils- og Frystivirkið og Lynfrost, meðan tað virkið, ið Ivan Johannesen varðaði av, eisini fekk tiggjutals milli- ónir, meðan tað er meira fløkjasligt at finna útav, hvat og hvussu hegur An- finn Kallsberg gjerdist av hesi sjálv- givnu sproytu. Narkomani — kleptomanisk?? Hetta góða vinnulív, skuldi tað vísa seg — tá menn tóku at leita av álvara (við lykt, tí hetta var fyri neyðini), hetta vinnuliv visti seg eisini, saman við nøk- rum privatum »ikki fiskavirkum«, har ímillum svágur Olaf Olsens, Jógvan Sundstein, id ber heitið løgmadur, eisini var í blant at hava lænt einar seks milli- ardir, hetta afturat teimum tveimum milliardunum, ið kommunalur felags- skapur, mest SEV kortini, hevdu sett seg fyri. Fyri SEVsa viðkomandi snúði tað seg um umfatandi boringar í norður Eysturoy, ið eru vorðnar lívshættis- ligar hjá seyðamonnum og eðrum hampafólki at ferðast í, ein oyggjar- partur, ið er so gjøgnumholadur, at hann sum danir plaga at taka til, »er be- hæftet med en udtalt porøsitet i struk- turen.« Skak Nielsen kallar i seinastu rapport síni hesar transaktiónir fyri overvældende færøsk kapitalimport, ið hann i somu rapport (samlikt eftir råd- um frå somu harrum), mælir til eiga at verða avloystar av en færøsk kapital- eksport, der må lånfinansierest over landskassen. Tað vil við vanligum mannaorðum siga, at henda ráðgevandi nevnd er vorðin nakað so gott gamaldags reyv- rend — villleidd og »ført bag lyset, sá det batter«. Intelligent? Super! Ná, sum sagt so gjørt! 650 mill. vórðu læntar í Vesturtýskland nú um dagar- nar og burtursæð frá einum obliga- tiónsláni, ið Pauli Ellefsen tók heim í sínari løgmanstid og so koty mubeting- Nr. 108 — 12. juli 1990 John Smith skrivar ada fyribilslåntøkan til afturgjalding av avlopsskatti upp 80 mill., so eru hes- ar 650 mill. krónurnar longu horvnar í úlvsins kjaft. — — Og landskassin, t.v.s. tú og eg og allir aðrir Pallebaar og Marsannur, sum eru rivin at skinninum, hava nú fingið hongt um hálsin 650 milliónir (fyribils) — og vit (landskassin), sum ikki skyld- aðu eitt oyra við ársskiftið 88/89, tverturímóti, vit áttu útvið hálva milli- ard, vit hanga nú uppá himmali n viti hvussu nógv? Skilja tit ikki ein pinn av hesum heimsins mest raffineraða bóndafanga- rii, og um tit ikki nú aftaná tvey ár skilja henda óhugnaliga veruleika, hvussu í víðu verð, má ein so spyrja, stendur so til við tykkara, við okkara intelligensi? Ella er tað nakað heilt annað, ið feil- ar? Er viljin til lív komin í undirluta mót- vegis hinari tí miklu megini av teimum báðum, ið stýra okkara lívi og levna? Er tað deyðstráðanin, ið er vorðin okkara helsta drivmegi, heldur enn livs- megin? Er tað katastrofan sjálv — í sær sjálvum — ið dregur mest í hesum døg- um. Hevur tað veruliga eydnast, hetta at fáa fólkið alt, stynjandi, at kenna trongd til at lata seg i øsku og í sekk. Er tað so, tá skulu oll eisini vita av hesum: >Kenna øll tørv á at straffa seg sjálvan, so er tað himmalrópandi skeivt, tað er einoygd egoisma. Okkara børn, fødd og ikki komin í eygað, eiga ikki at gerast offur fyri okkara frelstu takan-synd í okkum sjálvum, meðan út- litið til kaos fremur pirrandi nýfikni heldur enn kalda ræðslu. Tí tað er veg- urin til tjóðartýning, tað hava tit, vit, tað hevur ongin nakran rættin til!! Og tí, latið teir, ið lænt hava feroysk- um vinnulivsmonnum og privatum milliardir: Latið teir avskriva hesar milliardir, tær raka hverki teg ella meg. Setið tykkum ímóti, at fleiri lán verða tikin til færosk kapitaleksport og saner- ing av einum deyðakomnum vinnulívi, ið var deytt, tá tað kom í eygað, og sum ongantíð vaknaði til fullborið lív, með- an tað hevur hórað av einum steðugum transfusiónstreymi av blóði úr foroysk- um æðrum (og donskum). Tykkara æðrum. Blóðið, ið varð tappað og fryst í blokk. John Smith