leygardagur 14. juli 1990síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
:
|
tíðindablaðið
Ábyrgdarblaðstjóri Jan Múller
Fyritaksstjóri: Kristjan Dahl
Ljósmyndari Kalmar Lindenskov
Ráðgeving
og politikarar
VERÐUR undirskotið á fíggjarlógini
400, 600 ella 800 mill. kr. Hetta eru
stóru tølini, sum okkara politikarar í
løtuni varta upp við i fjølmidlunum,
tá talan er um at hava lægsta ella
hægsta boð uppá eitt hall á verandi
fíggjarlóg.
SLÍK "úðindi" eru ikki júst tað, sum
vit hava brúk fyri í hesum annars so
dapurskygdu tíðum, har alsamt fleiri
fólk missa arbeiði og flyta av land-
inum. Men ein sannroynd tykist tað
tó vera, at fíggjarlógin fyri 1990 fer at
geva eitt hall í hundraðmillióna klass-
anum, tá avtornar. Nú er tað kanska
ikki so óvanligt við einum ávísum
halli. Men hesaferð er talið so mikið
stórt, at okkurt nógv meira álvarsamt
má gerast. enn bara tað at flyta hallið
yvir á eina eykafíggjarlóg.
POLITIKARARNIR hava fleiri boð.
Onkur teirra heldur tað einasta vit
kunnu gera er at spara og skerja tær
almennu útreiðslurnar enn meira. Ser-
liga fólkafloksmenn eru talsmenn fyri
hesum politikki. Sambandsmenn og
tjóðveldismenn í samgonguni halda
ikki loysnina vera so "einfalda" sum
fólkafloksmenn vilja gera hana ul.
Teir siga, at vit verða noyddir at
lánfíggja ein stóran part av undir-
skotinum. Teir eru so frægir at viður-
kenna, at ikki fæst nøkur varandi og
góð loysn fyri samfelagið alt bara við
at skerja og skerja tær almennu út-
rcidslurnar.
OG hesum taka andstødupolitikarar
eisini undir við. Formaður javnaðar-
floksins sigur við Sosialin, at hallið
fer at vera væl hægri enn tað sam-
gongumenn vilja vera við, nevniliga
omanfyri 800 mió. kr. Hann heldur
vit klára í mesta lagi at skerja
almennu útreiðslurnar vid 100 til 150
mió. aftrat. Restina mugu vit út at
læna. Men hetta einsamalt betr ikki
uppá nakra búskaparstøðu uppá longri
lb
sikt. Vit mugu rætt og slætt til at
framleiða okkum burtur úr
trupulleikunum við at fáa eitt stórri
útflutningsvirði fyri okkara
fiskavørur. Hatta má og eigur at bera
til heldur formaður javnaðarfloksins.
Við at rætta teir grundleggjandi
skeivleikarnar í høvudsvinnuni kunnu
vit helst hækka okkara út-
flutningsvirdi við 1800 ul 2000 mió.
kr. heldur Atli Dam, men um somu
tíð vísir hann á, at hetta hevur smáar
møguleikar undir verandi samgongu,
tí hon hevur enn ikki sett eina ti
einastu av teimum nógv umtalaðu
strukturbroytingunum í verk. Hin
andstøduleidarin Lasse Klein heldur
ikki vit kunnu blíva við at spara ella
læna okkum burtur úr trupul-
leikunum. Hann sóknast eftir, at allur
samfelagsstruktururin sum hann er
verður tikinn til nýggja viðgerð.
HVUSSU og ikki, so kunnu vit ikki
lata til standa og hyggja at, meðan
undirskotið hjá landskassanum bara
veksur og meðan fleiri og fleiri fólk
missa arbeiði, missa hús og heim og
mugu fara av landinum. Okkurt má
gerast. Boðini eru fleiri frá bæði
samgongu og andstødu. Men lítið og
einki hendur kortini. Er tað kanska
eina heilt nýggja samgongu, sum
okkum tørvar fyri at fáa gongd á
hjólini aftur - ella er tað eitt nýval,
har veljararnir rætt og slætt fáa møgu-
leikan at velja og vraka millum tey
mongu gomlu valevnini og........har
teir hava møguleikan at kjósa sær
heilt nýggj fólk at stjórna hesum
landinum í framtíðini. Fólk, sum tora
at síggja burtur frá snævurskygdum
lokalpolitikki, fólk, sum vilja virka
meira sum landspolitikarar! Okkurt
má til at henda. Vit kunnu ikki halda
fram leingi aftrat undir eini sam-
gongu, sum ikki er før fyri at semjast
um ein politikk, ið skal fáa vinnu-
hjólini í gongd aftur.
NAKAÐ má annars verða
ravruskandi galið, tá tað skal ein
frágreiðing frá eini Ráðgevandi nevnd
Blaðfólk Høgni Djurhuus
Randi Jacobsen
Tórfinn Smith Prent:
Utgevari P/t Sosialurin
Uppseting: P/F Søsiahøin
P/f Pressan 1981
Bústaður. Argjavegur 26
Telefon: 11820
i Danmark til fyri at fåa okkum og
serliga politikaramar at rakna við og
gerast greið yvir støduna. Soleiðis
hevur tað so løgid tað nú ljóðar verið
higartil. Og útfrá tí kann ein siga, at
Ráðgevandi nevndin i verleikanum
hevur havt sera stóran týdning fyri
samfelag okkara. Hon hevur næstan
verið tann einasti instansur av
ráðgevarum, sum hevur rópað varskó.
Hvørjaferd henda nevndin - so kunnu
vit vera samd við henni ella ikki -
kemur við sínum niðurstøðum, so
kemur órógv á politikararnar, teir
líkasum verða vaktir úr dvala.
KANSKA vit áttu at lært av hesum
og fingið okkara egnu Ráðgevandi
nevnd, sum hevði til uppgávu at vekja
snorksovandi politikarar, eina nevnd
sum lat úr hondum eina ella tvær
ferðir um árið, eina óhefta meting av
støduni og somleiðis eini boði uppá
framtíðina. Vit hava eitt búskaparráð,
sum hevur eina ella aðra ráðgevandi
uppgávu hjá landsins stýri. Hvat við
at enduskoda uppgávumar og samans-
etingina av hesum ráð, soleiðis at tað
í framtidini í nógv stýrri mun enn
higartil gjørdist eitt amboð hjá øllum
Føroya fólki og ikki bert hjá ávísum
politikarum til ávísa tíð. Okkara boð:
gerið búskaparráðið til eina føroyska
ráðgevandi nevnd ella ráð = og latið
eitt slíkt ráð við fleiri serfrødingum
og vanligum fólki vera samvitska
politikaranna eins og danska
ráðgevandi nevndin er vorðin tað í
Føroyum í dag. Er tað nakað, sum
okkara politikarar hava brúk fyri, so
er tað júst eini kontinuerligari,
skilagóðari, ópolitiskari og óheftari
ráðgeving. Eini ráðgeving sum er
púra og aldeilis óbundin av ynski og
valdi politikaranna. Hon hevði tå
eisini kunnað fingið stóran týdning
fyri alt samfelagsliga orðaskifitið í
landinum, sum higartil í alt ov stóran
mun hevur verið merkt av
lokalpolitiskum áhugamálum heldur
enn av skilagóðum loysnum fyri alt
hetta land og fólk.
NÚ vil onkur siga, at vit hava jú
fiskivinnuráð, vit hava orkuráð, vit
hava havt aliráð osfr. Hvat skulu vit
brúka fleiri ráð til. Og her eru vit við
kjarnan í málinum. Umrøddu ráð ar-
beiða innan avmarkað øki ta verið seg
orku ella fiskivinnu. Okkum tørvar
ein ráðgevandi instans, sum sær alt
samfelagið sum eina heild, og sum
kemur til nidurstødur, ið fevna um
samfelagið alt. Ja eitt ráð, sum veru-
liga kann sannføra politikararnar um,
at eitihvørt samfelag tørvar eina lang-
tíðarætlan- og -planlegging, ið fevnir
um gongdina í øllum samfelagnum.
SUM dømi um hvussu hetta kundi
havt virkad, kann nevnast gongdin i
Føroyum seinastu nógvu árini. Tað
hava verið gjørdar milliardailøgur í
betri vegir, lendingar, havnir, ferju-
egur og berhol samstundis sum fiski-
idnadurin er útbygdur kring landið
alt. Øll kenna vit sloganið "eitt
flakavirki á hvørjum tanga" Tað vóru
teir, sum á sinni søgdu, at vit skulu
bara byggja trý stór flakavirki. Vit
fingu 22, sjálvt um vit um somu tíð
fingu heimsins besta bygda og
oyggja-samband. Nú vit líta aftur um
bak og ímynda okkum, hvat eitt
Ráðgevandi ráð vildi rátt okkara pol-
itíkarumtil fyri kanska 20 árum
síðani, so hevði boð tess hvørki
verið 3 ella 22 flakavirki. Tað hevði -
ella tað kunnu vit í hvussu er siga í
dag - uttan iva verið, at við einum
nógv bøttum sambandi millum bygdir
og býir, hevði verið nóg mikið við
kanska 10 ella 15 flakavirkjum.
TAÐ er slíka ráðgeving okkara pol-
itikarar hava brúk fyri í dag, nú vit so
spakuliga skulu stinga út í kortið eina
útbygging langt inn í næstu gld -
hvussu samfelagið skal síggja út tá.
Heldur eina ráðgeving ov nógv enn
onga ella vánaliga ráðgeving. Og so
skal hon vera óheft politiskt.
MOTOR MARINE | |
1 ESBJERG aps. |
al | |
Ll |
ÚTRÓÐRARBÁTAR
29-—32 fót
BÁTAMOTORAR
15—550 HK | |
|
Sera lagalig figging |
Tif 14629 - 07515 20 07
ef
Telefax 075 15 23 43 ; IR
N. Tif. 15900 Broncksgota 25 - Sox 370 = FÅ HO Torshav
BERGEN BIDAR
3 MÅNAD. - MIKUD. ALT
HAARSTID KR. 1140.-
| Prísurin umfatar
| Sigling Tórsh. - Bergen og
| aftur í
4 - koyggjukamari
við handvaski
” Alt fleiri føroyingar nýta nú
henda møguleikan at vitja
grannalandið!
| SIGLINGARSKEIÐIÐ KOSTN. KR. 860, -
Postadressa: Postsmoga 76
Argir 110 Tórshavn
Teletax 14720