Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-04, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. mars 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 43 - 4. mars 2003 25 Mjølnir-Fram 3-0 (25-18, 25-16, 25-22): Mjølnir eltir silvurmerkini FM-møguleikin hjá klaksvíkingunum er fokin, men við trygga sigrinum á Fram halda teir enn stutt tjóður í sørvingum á øðrum plássi MANSFLOGBÓLTUR Jákup Mørk Tó at Mjølnir við tapinum fyri ÍF herfyri misti sein- asta møguleikan at gera seg galdandi í oddastríðnum í mansdeildini, so tykist hetta á ongan hátt hava skalað spæligleðina á liðn- um. Heldur var tað tvørtur- ímóti, tá Fram kom á vitjan sunnudagin. Eftir avrikið móti ÍF var nevnliga einki at ivast í, at klaksvíkingar høvdu nøkur innanhýsis viðurskifti at rætta upp uppá, og tað varð so væl og virðiliga gjørt. Serliga var stórur munur á liðunum tey bæði fyrstu settini, har Fram ongan tíð fekk fótin fyri seg. Seiansta settið tók Mjølnir sær kanska ótilvitað av løttum, men kortini megnaðu teir eisini her at toga neyðugu stitgini heim, soleiðis at talan gjørdist um ein trygg- an 3-0 sigur. Mjølnir hevur nú bert ein dyst eftir á árinum, og tá hesin er ímóti Fleyr, er lítið at ivast í, at tvey stig eisini verða fingin til vega í hes- um, og so kunnu teir stórt sæð ikki gera annað enn at bíða. Skal Mjølnir vinna silv- urmerkini, er nevnliga neyðugt, at ÍF tryggjar sær gullið, tá teir komandi vikuskiftið vitja í Sørvági. Ger teir tað so verður SÍ verandi á 15 stigum, sum er tað sama, sum klaksvíking- ar kunnu røkka, og tá hava klaksvíkingarnir betri sett- mun. Hendir tað hinvegin at FM-avgerðin verður út- sett við einum SÍ sigri, kann Mjølnir ikki ger stórt annað enn at siga takk fyri bronsuna, sum so verður handað teimum á seinasta leikdegi. Hjá Fram man tað kennast nakað hugstoytt, at teir einki hava fingið burturúr kapp- ingarárinum. Til tíðir hevur spælið so avgjørt verið til eitt pláss millum heiðurs- merkini, men í longdini hev- ur støðufestið hjá liðnum ikki verið nóg gott, og so mundi málið við ólógliga leikarunum fyrr í ár ikki bøta um støðuna í so máta. Enn kann Fram tó fáa eitt orð at siga. Teir eiga nevn- liga heimadyst móti ÍF í seinasta leikumfarinum, og um fuglfirðingar tá ikki hava tryggja sær gullið, kann talan gerast um ein heilt spennandi dyst í Hoy- víkarhøllini til ta tíð. Uttan stórvegis rokns sópaði Mjølnir Fram til viks sunnudagin, og nú mugu klaksvíkingar bara bíða eftir, hvussu leikur fer, tá ÍF vitjar SÍ komandi vikuskiftið Flogbóltsstøður Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 ÍF 18 15 - 3 49 22 27 22 2 Mjølnir 18 14 - 4 48 17 31 21 3 TB 18 13 - 5 46 18 28 18 4 Dráttur 18 8 - 10 29 38 -9 11 5 Fleyr 18 3 - 15 13 47 -34 5 6 KÍF 18 1 - 17 8 51 -43 1 Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 ÍF 14 12 - 2 38 8 30 16 2 SÍ 15 9 - 6 29 21 8 15 3 Mjølnir 15 9 - 6 30 23 7 13 4 Fram 14 6 - 8 22 26 -4 8 5 Fleyr 14 0 - 14 1 42 -41 0 Fleyr-Dráttur 0-3 (21-25, 16-25, 19-25): Ivaleysur vágasigur Í týdningarleysum dysti staðfesti Dráttur plássið í miðjuni, tá tær vunnul trygt á einum tomum Fleyr- liði KVINNUFLOGBÓLTUR Jákup Mørk Tað var ikki tað stóra at tosa um, tá Dráttur vitjaði Fleyr um vikuskiftið. Við einum sigri kundi Fleyr kanska skapa nakað av spenningi um fjórða plássið á stigatalvuni, men hetta kom tó ongan tíð upp á tal. Dráttur, sum í ár hevur verið ógvuliga svingandi, hevði ongan tíð trupulleik- ar í dystirnum hesaferð. Frá fyrsta bríksli settu tær seg á dystin, og tó at Fleyr mut- aði nakað ímóti fyrsta sett- ið, so var hetta skjótt av ongum. Næsta og triðja settið fóru uttan stórvegis roks til gestirnar, sum soleiðis staðfestu fjórða plássið á talvuni. Fyri Fleyr mundi tapið kennast eitt sindur hug- tungt, nú tær høvdu møgu- leikan at fáa fjórða plássið burtur úr einum annars út av lagi vánaligum kapping- arárið. Hinvegin er einki at ivast í, at hesar seinastu vikurnar hava verið nakað hugaligari enn restin av kappingarárinum hjá Fleyr. Tær hava reist seg úr kanska størstu kreppuni hjá liðnum nakran tíð, og bara tað í sjálvum sær er ivaleyst nakað, sum gevur leikarun- um betri vónir til komandi ár. Mjølnir-KÍF 3-0 (25-14, 25-9, 25-13): Einki at tosa um Mjølnir gjørdi so- mikið skjótt av, at KÍF næstan fekk tikið sama fart heimaftur KVINNUFLOGBÓLTU R Jákup Mørk Tað var ikki stórvegis roks á skránni, tá KÍF vitjaði Mjølnir um viku- skiftið. Meðan KÍF longu hevur bílagt atgongu- merki til aðru deild kom- andi kappingarár, hevur Mjølinr enn ein teoretisk- an møguleika at vinna gull, og tað var sum um tær høvdu sett sær fyri, at hesin munurin eisini skuldi vera sjonligur sunnudagin. Alt í alt fekk KÍF held- ur ikki meira enn 36 bólt- ar í dystinum, og tað sigur sum tað mesta um, hvussu stórur munurin er. Hetta hjálpir tó ikki stórvegis hjá Mjølni, sum nú ikki longur sjálvar kunnu gera av, hvørt tær skulu hava gullið ella ikki. Sigurin hjá ÍF bar við sær, at tað nú eru tær úr Fugla- firði, sum hava allar trumf- irnar. Mjølnir kann sum so bara syrgja fyri at vinna sítt, og so vóna. Og tað at vinna sítt fer so sanniliga eisini at krevja nakað. Komandi mótsøtðuliðið er TB, og í hóast hesar nú mugu taka til takkar við bronsuni, so er einki at ivast í, at tær ætla at vísa, hvar skápið skal standa. Ella í øllum førum, hvar tað skuldi staðið. 25 24 Nr. 43 - 4. mars 2003 Leygardagin vunnu Bárður og teir týdn- ingarmikla dystin á Skovbakken, og við tveimum sigrum afturat kunnu teir vissa sær pláss í hálvfinaluni FLOGBÓLTSÚTISETI Jákup Mørk Bárður Mikkelsen og Holte høvdu eina trupla uppgávu fyri framman, tá teir leyg- ardagin vitjaðu Skovbak- ken. Úrslitini í endaspælin- um hava ført við sær, at Holte – sum annars er ein av DM-favorittunum – skal vinna teir tríggjar seinastu dystirnar, um teir skulu koma við í pottin, tá hálv- finalurnar eru á skránni. Og tíbetur fyri Holte, so bragdaði nú loksins. Tó at talan bæði í fyrsta og triðja setti var um teprar sigrar, so gjørdist talan samanlagt um ein 3-0 sigur. Sjálvur sigur Bárður, at hetta var fyrstu ferð í fleiri vikur, at Holte veruliga hevði viljan við í sínum spæli. Blokkurin og servu- trýstið riggaðu væl, og sæð burtur frá fyrsta settinum, var talan ongan tíð um veruligar trupulleikar. Fyri Bárð sjálvan var dagurin tó ein av teimum misjøvnu. Seinastu vikurn- ar hevur hann drigist við skaða i knænum, og hesin víst seg at vera somikið álvarsligur, at hann als ikki fekk tikið lut í dystinum. Einstu ráðini fyri skaðan eru hvíld og framhaldandi viðgerðir, og so fæst at síggja, hvørt føroyski hev- arin verður tøkur týskvøld- ið, tá Gentofte Volley kem- ur á vitjan hjá Holte. Við tryggum sigri á Fleyr hitaðu teir hjá SÍ upp til brakið móti ÍF, sum verður á skránni komandi vikuskifti MANSFLOGBÓLTUR Jákup Mørk SÍ er nú einasta liðið, sum kann hótta ÍF í føroyskum mansflogbólti. Hetta varð longu greitt fyri viku síð- ani, og tá Fleyr nú kom á vitjan vildi SÍ líka sum undirstrika, at hetta var eitt av sterkastu liðunum í land- inum. Fleyr mutaði tó nakað ímóti fyrsta settið, men tá SÍ fyrst fekk nóg nógvar snúningar á, so var ikki stórvegis at gera. Við full- ari ferð vórðu havnarmenn- inir spældir langt út av vøll- inum, og nú er bara hjá SÍ at fyrireika seg til stóra slagið, sum verður kom- andi vikuskifti. Tá kemur ÍF á vitjan í einum dysti, sum í nógvar mátar tykist spennandi. Sjálvandi einamest tí hetta er dysturin, sum kanska kann avgera FM-stríðið í hesum kappingarárinum, men ikki minst eru vónirn- ar til dystin stórar, eftir framúr undirhaldandi fin- aludystin í steypakapping- ini millum liðini bæði. Tann dystin vann ÍF sum kunnugt, men nú tykjast sørvingar vilja hevna seg, og so er eeinasti spurning- urin, hvørt fyrireikingarnar komandi vikuna fara at geva úrslit. Tað eru bert fuglfjarðakvinnurnar sjálvar, sum kunnu forða ÍF í at vinna FM. Sunnudagin vunnu tær fyri fjórðu ferð í ár á TB KVINNUFLOGBÓLTUR Jákup Mørk Talan verður um nýggjan føroyameistara í flogbólti hjá kvinnum í ár. Tað kann í øllum førum staðfestast, eftir at verjandi meistararn- ir úr TB fyri fjórðu ferð í ár máttu boyggja seg fyri ÍF. Og sum støðan er nú, so verður eisini talan um spildurnýggjan føroya- meistara. ÍF hevur enn ikki roynt at vunnið FM-heitið í kvinnuflogbólti, men nú skal vilja illa til, um málið ikki skal røkkast. Ovast á stigatalvuni hava tær eitt stig fleiri enn Mjøl- nir, sum enntá eigur úti- dystin móti TB á, meðan dystirnir hjá ÍF als ikki tykjast eins ræðandi. Í øll- um førum ikki á pappírin- um. Her skal ÍF tær báðar næstu ferðrnar royna seg ímóti Drátti og KÍF, og tað eru í øllum førum dystir, har tað av røttum kann roknast við, at meistara- heitið verður servað heim. Spenningur allan vegin Dysturin sunnudagin var annars ein av teimum heilt spennandi, og karmarnir kring uppgeðrina vóru eis- ini av teimum allarbest. Einir 300 áskoðarar sóu TB byrja í sama stíli, sum tær endaðu steypafinaluna, tá tær alt fyri eitt fingu kant- arnar at koyra. Fyrsta settið varð vunnið uttan stórvegis hóvasták, men ÍF hevði tó lært av tapinum í finaluni. Blokkurin fekst at rigga nógv betri, og við álops- spælinum, sum ÍF er ført fyri at spæla, bumbaðu tær seg innaftur í dystin. Tvey sett á rað gjørdu í øllum førum, at tær vissaðu sær, at TB ikki fekk ein betri settmun, men TB gav kortini ikki skarvin yvir. Fjórða settið fór til heimaliðið, men tá ÍF so aftur fekk ferð á í seinasta settinum, var liðugt. Nú sær ljóst út Í øllum førum er nú heilt liðugt hjá TB, og sjálvt í Fuglafirði eru tey nú so smátt farin at tosa um gull- ið. Annika Rasmussen, sum í ár hevur ment seg til ein av stinnastu verjuleikarun- um á liðnum, helt í øllum førum eftir dystin, at nú eru leikararnir so smátt farnar at hugsa um gullið. - Dystirnir, sum vit hava eftir, eru í øllum førum tveir, sum vit eiga at vinna. Dráttur hevur gott nokk spælt okkum eitt lítið puss fyrr á árinum, men tað er í øllum førum eitt lið, sum vit at kunna taka, heldur hon. Men hon leggur tó dent á, at hetta ikki merkir, at tær taka lætt upp á nakra uppgávu. - Nei. Avgjørt ikki. Tað eru framvegis fýra stig at spæla um, og gera vit ikki alt vit eru mentar til at taka hesi, so kann tað ganga galið, so vit eru ikki vísar í nøkrum sum helst enn, heldur hon. Hvussu er og ikki, so kann í øllum førum stað- festast, at vegurin til gullið nú liggur víðopin fyri ÍF. Hetta kann kanska eisini gerast veruleiki longu kom- andi vikuskiftið, tá tær vitja í Vágunum. Samstundis hevur Mjølnir nevnliga truplan útidyst í Trongis- vági, og vinnur TB har, samstundis sum ÍF fær stig- ini ímóti Drátti, so er gullið avgjørt. TB-ÍF 2-3 (25-17, 17-25, 21-25, 25-22, 5-15): ÍF hevur hondina á gullinum Við fjórða sigrinúm á TB í ár vissaði ÍF sær allar fyrimunir undan seinastu og avgerandi dystunum um FM-gullið Mynd: Áki Bertholdsen Holte er framvegis við SÍ-Fleyr 3-0 (25-23, 25-15, 25-14): Sørvingar halda ondini C M Y K 24