leygardagur 14. juli 1990síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Hvórki skansi ella frælsi bóru til.
Olavsøku-
konsertin
flytur aftur
Olavsøkukonsertin flytur
aftur i år.
Hon kundi ikki vera i
Gundadali, ti tey, sum
sparka fótbólt, kundu
skera seg á brotnum fløsk-
um.
Hon kundi ikki vera á
Skansanum, tí tað vildi
friðingarneyndin ikki.
Hon kundi ikki vera á
Frælsinum, tí hon órógv-
aði alt grannalagið.
Í ár verður hon á gkin-
um yviri við Strond, har
Landshandilin eina ferð
hevði pakkhús og seinni
Bussleiðin verkstað. Har
er eitt 1.500 fermetrar
stórt asfalterað og stoypt
øki, so í ár verður ongin
runa, lovar FUT (Føroya
Undirhaldstónleikarafelag),
sum saman við ítróttarfel-
agnum Kyndli skipar fyri
konsertini friggjakvøldid
27. juli.
13 NØVN OG
GOTT LJÓÐ
15 nøvn eru komin á
skránna. Summi gomul
og kend, summi nýggj og
ókend - enn. Frá kl. 19.00
til 01.00 ella 02.00 (bíðað
verður efur endaliga loyv-
inum) fara Símun Konoy,
Ingun Simonsen, Robert
og vinmenn, Kojo, Paria,
Chase, Deiggj, Ghost Ri-
ders, Springs, Play Boys,
Elin og Kári, Sunrise,
Arsenikk, Rasputin og
Jóannes Jakobsen at
syngja og spæla á pall-
inum, sum verður settur
upp undir vegnum. Hátal-
arnir fara tí at venda út
móti sjónum og ljóðið
verður beint tann vegin.
Rasmus Magnussen
verður fråsøgumadur. Han-
sara lutur verdur at siga
skemtisøgurnar og hvør
kemur næst.
Annars skuldi ljóðið
blivið gott. FUT hevur
Nr. 109 — 14. juli 1990
Her, niðan fyri Vanlukkutryggingina, verður ólavsgku-
konsertin í ár. Hetta er fimta árið, hon verður. Tvær
ferðir var hon á Skansanum og tvær ferðir á Frælsinum.
Fyrireikararnir hava sekt fútan um loyvi at hava konsert-
ina til kl. 02.00, men hava ikki fingið svar. Konsertin er
friggjakvøld og tá er loyvt at hava dans til kl. 02.00. Tí
vænta FUT og Kyndil, at konsertin kann vera til klokkan
tvey eisini. Tað kemur í øllum fórum illa við, noyðast
tey at gevast longu klokkan eitt.
við hjálp frá Óla Poulsen
fingið fatur í einum kend-
um donskum ljóðmanni,
Finn Lyngemark. Hann
var í Føroyum saman við
Casper Winding fyri nøkr-
um árum síðani og hevur
eisini stillað ljóðið fyri
Sanne Salomonsen. Tá
hann kemur aftur til Dan-
markar úr Føroyum skal
hann á konsertferð við
Hanne Boel.
TR fr vær mr
2DLLINT KI
Øll, einstaklingar og bólk-
ar, sum fara å pallin yviri
vid Strond um slakar tvær
vikur, eru limir í FUT og
eru við til frama fyri fel-
agið. Nettovinningurin
verður byttur fifty/fifty
millum FUT og Kyndil.
Og FUT vónar og vænt-
ar eisini, at meira verður
eftir í ár enn í fjør, hóast
1.500 atgongumerki blivu
seld i fjør. I år eru út-
reiðslurnar til útgerð mun-
andi minni og danski ljóð-
maðurin er eisini bíligari
enn føroyskir, verður sagt.
Sølan gevur eisini nakr-
ar krónur á pengakassa-
botnin. Seldar verða T-
Shirts og plakatir, Anker
Eli hevur teknað til kon-
sertina og ólavsgkuna. Og
tey, sum hava givið út
plåtur, bond og fløgur,
sleppa at selja. Eisini
verður sølutjald við pyls-
um og gðrum.
Av ti, økid er so tætt
við sjógvin, fer Tórshavn-
ar kommuna at hava ein
bát uttanfyri at taka upp
tey, sum møguliga enda á
blámanum.
Atgongdin kostar 100
kr. Forsøla verdur i Kunn-
ingarstovuni.
hd
POT
ég