Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-07-21, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. juli 1990síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

- - Sosialurin Nr. 112 — 21. juli 1990 Nú vágasteunu vit halda — ein nýggjan hátíðardag, og ítróttur ellum má valda, og øll tykjast vera glad. Soleidis byrjadi Heina-Martin sina yrking til ta fyrstu vågastevnuna í 1945, sum varð hildin í Sandavági og her í Miðvági. Seinni varð navnið broytt til vestan- stevna, tá ið Vestmanna kom uppí aftrat teimum trim- um stóru bygdunum í Vágum. Hvat er tað, sum fær okkum at halda eina slíka stevnu, ella hví halda vit eina stevnu sum vestanstevn- una í dag? Er tað ikki tí, at vit vilja hittast saman og gleðast sum skaldið sigur, njóta eina stund saman við vinum og kenningum og gloyma tann vanliga arbeiðsdagin og knoss Jú, tað er tað, og tað hevur tað verið síðani mannaætt- in í fornu tíð kom saman til leik og gaman. Tað eru so mangar strævnar og tungar letur í lívinum, men upp ímillum finnast vit saman í gleði. Tað kann t.d. vera í einum brúdleypi, jólahaldi ella á eini stevnu sum her Ja, tað er gleðin, sum er tann ráðandi andin á stevn- uni og má bera hana uppi, so at vit við hesum gerast rík í sálini og kunnu meta tí vanliga degnum aftur, tá ið stevnan er av Nú mær er boðið at siga nekur orð her í heimbygd míni í kveld, er tað eisini við gleði og takksemi, at eg eri komin her á stevnu og kann vera saman við vinum og kenningum Her ungur tú leikti og festi tær rót, fekk førningin góðan, í lívinum bót. AMAN Í GLEÐI Midnåttarrøda, Jógvan Ravnsfjall helt á vestanstevnu í Miðvági 1990. Soleiðis kann eg siga um mína heimbygd og so mong onnur saman við mær, tí hetta var og er líka so væl enn ein góður staður at vaksa upp í. Hetta her at kenna sínar retur hevur so ómetaliga nógv at siga fyri okkum menniskju í teimum lívsins royndum, ið vit skulu igjøgnum, tí tá kennir tú teg nær knýttan at einum samfelagi, har tú hevur tín uppruna, og út frá tí veksur tín sjónarringur, til tú at enda fær fatan av tí stóra heimi rundanum teg. Tí er tað gott, at vit frá barnsbeini av fyrst læra um heimstað okkara við at geva okkum far um fólkini og ar- beiðslív á staðnum, kenna staðanevn og tær segur, ið eru knýttar aftrat teimum, og annars súgva til okkum alla ta vitan, ið vit kunnu fáa um heimstað okkara. Tá hava vit fest retur og eru tilreiðar at stíga útum bygdargrindina út í tann stóra heim, har lættari verður hjá okkum at fata lívið og liva saman við menniskjum, ið fyri okkum hava eina fremmanda mentan. Eisini tá hevur tú lært at virða náttúruna í heimbygd- ini og æra tað fólk, ið har búleikast, so at tú, tá ið tú einaferð festir búgv á staðnum, er betur fyri at skilja ímillum hvat er bygdini at gagni ella ikki, og á tann hátt kann bera fedranna arv víðari til næsta ættarlið. Betri forning tú fært í uppvekstrinum, betur ert tú eisini fyri at taka ímóti teimum avbjóðingum, ið lívið hevur. Bæði igjøgnum sorg og gleði skulu vit liva. Gjøgnum gleðina hava vit menniskju lætt við at fóta okkum, meðan tað er misjavnt, tå ið sorg og bakkøst herja á. Hjá tí menniskju, ið einki hevur at standa á, er í slík- um ferum skjótt at hokna undir, og hevur hon ofta ringt við at reisa seg aftur, men har ið førningurin er góður, verða sorgin og bakkestini tikin sum ein tung arbeiðs- byrða, ið ein má igjøgnum fyri at taka tað næsta stigið fram í lívinum. Ti er tað gott, at vit igjøgnum uppveksturin fáa førn- ingin so góðan sum til ber. Tað er at fáa andaliga menning og læra, hverji lívs- virði eru neyðug og rett fyri okkum menniskju, so at vit igjøgnum lívið kunnu gera nýtslu av hesum lærdómi og við tí bera okkara lív og annans uppi, so at samfelagið og mannaættin øll gerst ríkari. Tá verður tað eisini lætt- ari at liva, og menniskjuni kunnu tá fata lívið hjá hverj- um eðrum og saman brúka tað tilfeingi, ið jørdin og havið geva, soleiðis at ættarlið aftaná ættarlið fáa gagn av hesum. Væl minnist eg stevnuna i 1957 her í bygdini, tá ið Miðvingur vann sín fyrsta róður. A vegnum heim av Bakka, tá ið kappróðurin var lið- ugur, mettu vit manni, sum hvert vaksið fólk tók í hondina á og ynsktu tillukku. Vit smádreingir, sum sjálvandi vóru forvitnir at vita, hver hesin maður var og hví fólk ynsktu honum tillukku, fingu so spurt úr teim- um eldru, at hetta var maðurin, sum smíðað hevði nýggja áttamannafarið, sum júst hevði vunnið. Soleiðis tykir mær eisini, at vit mugu ikki gloyma tey, ið standa aftan fyri tær summarstevnurnar, ið verða hildnar í Feroyum, tað verið seg tey, sum stákast í heimunum og tey, ið skipa fyri tiltøkum. Tí varð teirra stríð og arbeiði ikki gjørt, so vóru ongar stevnur og einki grundarlag til heldur at dystast í kappleikum og eðrum, sum allar stevnur hava at bjóða. Tí vil eg her nýta hevið at ynskja tykkum ellum her í bygdini tillukku við stevnuni og hjartaliga tillukku við bygdarhúsinum og vellinum, tí hetta er góður karmur til eina stevnu, og eg veit, at tað er nógv knoss og stríð aftanfyri hesi arbeiði, ið hava tikið fleiri ár.