Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-07-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. juli 1990síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

F IK! -£ JÁ AL u 227 sarlmala, so hnoast 17 ,f , of 2IVIO, al Setnastaå Fiskimannafelae í skrivi Við tan tíðindablaðið 17. maðurin TAÐ er ikki eiti at sum oddagreinir okkara fáa eitt toyggið fyri og annað eftir frá samgongublødum og -fólki. Hetta tí at vit bara havast at núverandi stýri fyri vánaligu støðuna búskapur okkara er í. TAÐ er ikki rætt, at skuldsetingar okkara einans eru vendar móti núver- andi samgonguflokkum. Vit hava á hesum stað fleiri ferðir gjørt vart við, at eisini undanfarna samgonga við javnaðarflokkinum á odda eigur sín part av skyldini fyri støðuna sam- felagið er í - uppá gott og ringt. Men bara - soleiðis sum núverandi samgonga roynir at trútta niður í fólk - at geva undanfarna javnadarløg- manni skyldina fyri alt ilt og skeivt, sum er farið fram her á landi seinastu mongu árini, tað kunnu vit ikki góðtaka. HVÍ brúka alt ov virdismikla tíð til at finna syndabukkar, tá vit øll í veru- leikanum vita, at alt hetta málið um biskaparstødu, kreppu styring, íløg- ur, yvirupphiting osfr. er ikki nakað, sum er hent eftir ngkrum fáum árum og heldur ikki nakað, sum bara skyldast einum ti einasta manni ella flokki. TAÐ, sum hendir í dag, er eitt av úrslitinum av einum útviklingi, sum hevur verið her á landi og eisini í okkara keyparalondum í mong mong ár - og sum ikki bara hevur ein men fleiri fyri ikki at siga hópin av upp- runum og orsøkum. Vit kunnu fara so langt aftur í tíðina at vinna orsøkir og upprunar sum tá fyrstu flakavirk- ini komu. Tá varð tosað um, antin vit skuldu stýra gongdini og bara byggja eini trý stór flakavirki, ella vit skuldu Orðil MSKIVINNUUDDS idsstyýrisin 7 %x (7 iskimannafelagið um er sagt í hesum máli sigur Føroya t1 | Abyrgdarblaðstjór: Jan Múiler Fyritaksstjóri. Kristjan Dahi Ljósmyndar: Kalmar Lindenskov Blaðfólk Hegni Djurhuus Randi 'acobsen Térfinn Smith P/t Sosialurin Uppseting: P/t Sosialurin P/f Pressan 1981 Utgevar | Prent lata utviklingin sleppa at koyra sína egnu gongd, soleiðis at vit fingu eitt næstan óavmarkað tal av flakavirkj- um. Tá var eitt fleirtal av fólki her á landi, vinnulívsfólk og politikarar umboðandi allar flokkar fyri, at út- byggingin av flakavirkjum skuldi ikki stýrast við neyvari hond. Tey, sum høvdu hug at gera iløgur, skuldu sleppa tað uttan stórvegis uppíbland- ing ella stýring. Í dag kenna vit úrslitið, vit hava kanska 25 flakavirki, sum øll somul gera just somu vøru. Øll eru vordin útbygd ul at taka im6ti meira og aftur meira av fiski, og útbyggingin hevur so havt við sær, at tørvur varð á at byggja fleiri og aftur fleiri skip. So- leiðis hevur hetta útviklað seg sum ringar í vatninum - og flest gll vóru vit fegin um tað - øll uttan mun til politiskan flokk. Sjálvandi - tí allir politikarar vilja jú verða afturvaldir - og øll valdømini vilja hava arbeiðs- pláss, nýggjar vegir osfr. Utbyggingin gav bygdunum lív, fólk fingu arbeiði, virksemið vaks. Um somu tíð vóru milliardir av krónum gjørdar í eina nútímans samferðslu og samband. Vit vildu hava bæði posa og sekk, og tað fingu vit. Hetta kravdu vit av okkara politikarum, og teir eftirlíkaðu hesum og tryggjaðu sær harvið framhaldandi sæt á tingi. Soleiðis hevur verið frá tí eini samgonguni til aðra. Í DAG sanna vit, at her var ov lítið stýrt. Men nú hevur pípan fingið eitt annað ljóð. Teir somu - fyri ein stór- an part fólkafloksmenn - sum altíð hava sagt seg vera ímóti stýring - og sum nettup hava kunnað skaltað og valtað sum teimum lysti, vegaa ! tingvi tI Ol/ UNPFIO. f fiskivinnupakk an. Seinasta orðið (I Sagt enn! mið hava als ikki verið tikin ti. IF IANN mÓguleika, Sum er í einum HPPSQOGdum hesa margháttligu oe) } e) [ rl 4 'Å (ar. A fi ti VIT hava ta sterkastu samgonguna, sum nakrantíð hevur rátt fyri borgum her heima, og tí skuldi ein trúð, at tað bar til at læra av mistøkum, sum eru gjørd fyrr, og sum fyri ein stóran part skyldast, at fáar politiskar avgerðir kundu takast uttan at onkur manglandi stýring, geva nú javn- aðarflokkinum skyldina fyri allar misserur : og orsøkin: manglandi stýring!!! EIN partur av sannleikanum er helst tann, at tann politikkur bæði frå almennari og privatari síðu, sum hev- ur verið rikin, hevur kanska als ikki verið partapolitikkur, men desideraður lokalpolitikkur. Tað hevur bara rátt um eitt her á landi, og tað hevur verið at skapa sínum egna valdømi, sínum býi, síni bygd, arbeiðspláss, vegir og havnir osfr. - uttan at tað í nóg stóran mun hevur verið hugt at eini samlaðari landsútbygging. Landsplanlegging hevur manglað so tað forslær. Og hesum eiga allir politikarar skyldina í uttan mun ul flokk. Soleiðis hava vit eisini øll somul viljað havt tað. Og ti ber íkki til at velja sær út synda- bukkar, tí teir eru vit øll. Ja eisini grannskoðarar, virkisstjórar, banka- stjórar, blaðstjórar. Vit hava rætt og slætt ikki dugað at yvirskoðað avleið- ingarnar av gjørdum fløgum og út- byggingum nóg væl. TAÐ, sum vit so hava ført fram her í blaðnum, er, at á sama hátt, sum tað hevur tørvad planlegging hesi mongu seinastu árini, soleiðis heldur gongdin nú eisini fram, nú vit nærkast 2000. Ikki Framhald á síðu 8 Telefon | | Bústaður Argjavegur 26 Postadressa: Postsmoga 76 Argir 110 Tórshavn 11820 Teietax 14729 neyðsemja/rossahandil varð gjørdur. Hetta er tað vit kalla hin 17. maðurin, nevniliga tann tingmaður, og tað vil í roynd og veru siga allir í eini samgongu uppá 17, sum í so mong ár hevur verið tungan á vágskálini í fleiri landsstýrinum og sum hevur kunnað sett eitt ultimatum fyri og annað eftir til tess at fáa SÍNI ynski og krøv igjøgnum. HETTA er helst ein partur av ti sannroynd, sum skyldast manglandi handlikraft í okkara parlamentarisku skipan. Eg eina ferju her, tå eitt berghol (ella fleiri) har, hann eitt skip her og hon eitt virki har osfr. Nú er tað altíð so lætt at vera eftirklókur, men tað er okkara plikt at læra av longu gjørdum mistøkum, og tað er m.a. hetta, sum krittikkur okkara móti núverandi samgongu snýr seg um. Besta dómi um tað eru tveir polit- ikarar, sum verða settir sum figgj- armálaráðharrar, uttan at teir hava nakra sum helst bakgrund fyri at røkja eitt so týdningarmikið starv. ÚRSLITIÐ: sparing og skerjing, alt virksemið steðgast, ongar nýggjar iløgur - alt uttan nakra miðvísa langtíðarætlan. Tað er tað vit mangla, og tað er hetta vit sóknast eftir. Ikki hver nú eigur at verða kosin synda- bukkur fyri hetta og hatta, men heldur hvat vit kunnu gera í framtíðini. Og tí vilja vit fegnir endurtaka áheitan okkara á samgonguna enn einaferð: farið til arbeiðis og leggið tykkara arbeiði til rættis væl og virðiliga, áðrenn tit taka høpisleysar og full- komiliga ófyrireikaðar avgerðir. Tað er politikkurin higartil merktur av í alt Ov stóran mun. jamii —" | ÅD —— A —