fríggjadagur 27. juli 1990síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Olavsøka og hvat so!
Tá Glavsøkan er farin aftur um bak
ganga vit móti myrkari tíðum - tó í
vissuni um, at tann ljósa tíðin kemur
aftur.
BÚSKAPARLIGA kann eisini sigast,
at vit ganga móti myrkari tíðum - og
í évissuni um nær nakar ljósglotti
verður aftur at hóma.
HÓAST 6lavsøkan er okkara tjóðar-
hátíð og tann tíðin á árinum, tá flestu
av okkum hittast til gaman, so er hetta
eisini ein ålvarssøka, tað er tá tingið
verður sett og løgmaður fer at geva
sítt boð uppá framtíðina.
TAÐ verður sanniliga áhugavert at
hoyra, hvussu løgmaður fer at meta
útlitini hjá føroysku tjóðini, tá tingið
kemur saman mánadagin. At hoyra
hvgnn politikk henda samgongan fer
at reka í komandi tíð, og um hann
hevur nakað boð uppá, nær tað aftur
fer at ganga móti ljósari tíðum -
búskaparliga - her á landi.
OKKARA bidrag til réðu løgmans á
Olavsøku er hetta: Setið út í kortið ein
17. maðurin
(fleiri av brotunum í oddagreinini
hósdagin komu skeivt fyri í upp-
setingini og endurprenta vit hana ti í
dag)
TAÐ er ikki eiti á sum oddagreinir
okkara fáa eitt toyggið fyri og annað
eftir frá samgongublødum og -fólki,
sum leggja okkum undir bara at geva
hesum landsstýrinum skyldina fyri ta
stødu búskapur okkara er í.
TAÐ er ikki rætt, at skuldsetingar
okkara einans eru vendar móti nú-
verandi samgonguflokkum. Vit hava
á hesum stað fleiri ferðir gjørt vart
við, at eisini undanfarna samgonga
við javnaðarflokkinum á odda eigur
sín part av skyldini fyri ta stóðu sam-
felagið er í. Men bara - soleiðis sum
núverandi samgonga roynir at trútta
niður í fólk - at geva undanfarna
javnadarløgmanni skyldina fyri alt ilt
og skeivt, sum er farid fram her å
landi seinastu mongu árini, tað kunnu
vit ikki góðtaka.
HVÍ brúka alt ov virðismikla tíð til at
tinna syndabukkar, tá vit øll í veru-
leikanum vita, at alt hetta málið um
buskaparstødu, kreppu, stýring osfr.
er ikki nakað, sum er hent eftir
nøkrum fáum árum og eiheldur nak-
að, sum bara skyldast einum ti einasta
manni ella flokki.
TAÐ, sum hendir í dag, er eitt av
årslitinum av einum útviklingi, sum
hevur verið her á landi og í okkara
keyparalondum í mong mong ár og
sum hevur ikki ein men fleiri fyri ikk
at siga hópin av upprunum og orsøk
um. Eitt næstan ómettandi iøgu-
virksemi í eitt og alt er felagsnevn
arin. Vit kunnu fara so langt aftur
sum tá fyrstu flakavirkini vórðu bygd
ÁAbyrgdarbíaðstjór: Jan Miller
Fyritaksstjór: Kristjan Dahl
Ljósmyndari Kalmar Lindenskov
politikk, sum fær gongd á aftur sam-
felagshjólini. Gevist við bara at
steðga øllum her á landi. Vísið á
nýggjar leiðir, nýggj alternativ. Tað
er gott at hava ein bjartskygdan og
brosandi løgmann, men ver eisini
realistiskur. Vís á ein politikk, sum
gevur fólki vónina aftur, gevur fólki
nakað at liva fyri. Ávísar sparingar og
skerjingar skulu til í torførum tíðum,
men tær einsamallar leggja eitt land
oyðið, køva hvønn lívsneista,
soleiðis at vit ongantíð koma
uppundan aftur.
VIT hava brúk fyri politikarum, sum
hava rygg og dirvi til at stýra - til at
reka ein politikk, sum ber åvøkstur
við sær og ikki ta beru stagnatión.
Hava tit sum nú sita í Tinganesi púrt
einki at bjóða uppá, so verið ærligir
og sidiligir, viðgangið tað og leggið
frá tykkum. Latið føroya fólk kjósa
sær nýggjar menn og kvinnur at
stinga út í kortið tann politikk, sum
skal føra okkum trygt inn í ár 2000.
GEVIÐ ødrum møguleikan at bjóða
seg fram. For Guds skyld tvíhaldið
í Føroyum. Tá varð tosað um, antin
vit skuldu stýra gongdini og byggja
eini trý stór flakavirki, ella vit skuldu
lata útviklingin sleppa at koyra sína
egnu gongd, soleiðis at vit fingu eitt
næstan óavmarkað tal av
flakavirkjum.
TÁ var eitt fleirtal av fólki her á
landi, vinnulívsfólk og politikarar
umboðandi allar flokkar, fyri, at
útbyggingin av flakavirkjum skuldi
ikki stýrast við neyvari hond. Tey,
sum høvdu hug at gera iløgur, skuldu
sleppa tað uttan stórvegis
uppíblanding ella stýring. Í dag kenna
vit úrslitið. Vit hava fingið umleið 25
flakavirki, sum øll somul gera júst
somu veru. Øll eru so við og vid
útbygd til at taka ímóti meira og aftur
meira av fiski, og henda útbygging
hevur so aftur økt tørvin á fleiri
skipum. Soleiðis hevur hetta útviklað
seg sum ringar í vatninum - og gll
vóru vit fegin um tað - uttan mun til
politiskan lit. Utbyggingin gav bygd-
unum lív, fólk fingu arbeiði, virk-
semið vaks. Um somu tíð vórðu
gjørdar milliardailøgur í eina nú-
tímans samferðslu og samband
millum oyggjar og bygdir. Vit vildu
hava bæði posa og sekk, og tað fingu
vit. Hetta kravdu vit jú av okkara
politikarum. Teir eftirlíkaðu hesum
og tryggjaðu sær harvið framhaldandi
tingsess. Og tá okkum væntadi krøv
og ynski, so vóru somu politikarar
skjótir at koma við teimum. Soleiðis
hevur tað verið frá eini samgongu til
aðra.
Í DAG sanna vit, at her var ov lítið
stýrt. Men nú hevur pípan fingið eitt
annað ljóð. Og so legið tað kann
ljóða, so eru tað nú teir somu - fyri
ein stóran part fólkafloksmenn - sum
altíð hava sagt seg vera ímóti stýring.
og sum hava kunnað skaltað og valtað
Blaðfólk Høgni Djurhuus
Randi Jacobsen
Térfinn Smith Prent:
Utgevari P/f Sosialurin
Uppseting: P/t Sosialurin
ikki um valdid i tvey år aftrat - bara
fyri at kunna varðveita heitini sam-
gonga, landsstýrismenn og løgmaður.
Hava tit einki at hava hesi heiti í, tá
latið tey frá tykkum. Tað finnast í
samfelagnum nógv góð fólk, sum
kunnu vísa á alternativir. Sum kunnu
fáa hjólini at mæla aftur. Bara hetta at
tit ikki hava rygg til at geva fólki,
sum vilja útvega sær skip uttan
landskassaveðhald og uttan studning
til at físka burtur av
svartkjaftastovninum,
innflutningsloyvi, vísir, hvussu ráða-
leysir, hvussu bangnir tit eru blivnir.
Tit hildu tit kundu fáa skil á bara við
at leggja hægri toll og skatt á, men
tað visti seg at vera beint øvugt. Tit
mugu so sanniliga ikki sleppa at
køva allar nýroyndir, áðrenn tær
sleppa at royna seg.
ALTERNATIVINI - til bara at leggja
stórri byrðar á skattgjaldaran og
krevja fleiri sparingar - eru mong.
Tað ræður um at síggja tey og hava
rygg til at seta tey í verk. Øll flaka-
virkini kunnu ikki koyra víðari.
Nøkur mugu leggja um til aðra
sum teimum lysti, ið nú geva
javnaðarflokkinum skyldina fyri allar
ólukkur, og orsøkin: manglandi stýr-
ing!!!
EIN partur av sannleikanum er helst
tann, at tann politikkur, sum hevur
verið ríkin bæði frá almennari og
privatari síðu, hevur kanska als ikki
verið partapolitikkur, men haraftur-
ímóti desideraður lokalpolitikkur. Tað
hevur bara rátt um eitt her á landi, og
tað hevur verið at skapa sínum egna
valdømi, sínum býi, síni bygd
arbeiðspláss, vegir og havnir osfr. -
uttan at tað í nóg stóran mun hevur
verið hugt at eini samlaðari lands-
útbygging. Landsplanlegging hevur
verið og er ein býur í Kina. Og hes-
um eiga so sanniliga allir politikarar
skyldina í uttan mun til flokk.
Soleidis hava vit eisini øll somul
viljað havt tað. Og ti ber ikki til at
velja sær út syndabukkar. Teir eru vit
øll. Ja eisini grannskoðarar, ráðgevar,
bankastjórar, virkisstjórar, blaðstjórar
osfr. Vit hava rætt og slætt ikki dugað
at yvirskoða avleiðingarnar av játtað-
um iløgum og útbyggingum.
TAÐ, sum vit so hava ført fram her í
blaðnum, er, at á sama hátt, sum tað
hevur tørvad planlegging hesi mongu
seinastu árini, soleiðis heldur gongdin
nú fram, nú vit nærkast ár 2000. Vit
hava ta sterkastu samgonguna, sum
nakrantíð hevur rátt fyri borgum her
heima og tí skuldi ein trúð, at tað bar
til at læra av mistøkum, sum eru
gjørd fyrr. Mistókum, sum fyri ein
stóran part skyldast, at fáar politiskar
avgerðir kundu takast uttan at onkur
neyðsemja/rossahandil varð gjørdur.
Hetta er tað vit kalla hin 17. maðurin,
nevniliga tann tingmaður, og tað vil í
roynd og veru siga allir tingmenn í
eini samgongu uppá 17, sum í so
mong ár hevur verið tungan á vág-
Bústaður: Argjavegur 26
P'f Pressan 1981 Telefon
Postadressa: Postsmoga 76
Argir 110 Tórshavn
11820 Teletax 14720
framleiðslu ella steingja.
Fiskastovnarnir mugu bjargast. Vit
mugu verja ungfiskin betri við eitt nú
at minka um trolingina á landleiðini.
VIT mugu fáa nógv umrøddu óskatt-
aðu milliardina, sum gongur leys, inn
í skattaskipanina. Vit mugu fáa ein
enda á rentuspekulatiónini, vit mugu
geva líkningarvaldinum fleiri pengar
til starvsfólk og nýggja tøknifrødi fyri
harvið at fáa fleiri óskattaðar krónur
inn - heldur enn at lækka játtanina til
henda stovn, soleiðis sum tit hava
gjørt. Vit mugu skapa møguleikar fyri
eini ella aðrari skráseting, soleiðis, at
stórir skattasnýtarar ikki sleppa at
brúka bankarnar sum skjól, vit mugu
koma tí totala bankaloyniseminum,
sum valdar í landinum, til livs, vit
mugu koma returkommisiónum til
lívs - soleiðis at vit harvið sleppa
undan at leggja stórri byrðar á Palleba
og Pallebinu. Vónandi fer hetta at
vera nakað av tí, sum okkara bjart-
skygdi løgmaður fer at tríva í á
ólavsgku. Góða ólavsgku.
jamú
skálini í fleiri landsstýrum og sum
hevur kunnað sett eitt ultimativt krav
fyri og annað eftir til tess at fáa SÍTT
igjøgnum.
HESIN "17. maðurin-politikkurin"
hevur í mongum ført land okkara út í
Gføri, hevur tvingað eitt landsstýri
fyri og annað eftir til at eftirlíka
krøvum frå øllum tingmonnum í eini
samgongu, og harvið rikið ein politik,
sum ikki hevur tíkið hædd fyri heild-
ini men heldur fyri lokalum áhuga-
málum. Eg eina ferju her, tú eitt
berghol (ella fleiri) har, hann eitt skip
her og hon eitt virki har osfr. Nú er
tað altíð so lætt at vera eftirklókur,
men tað er okkara plikt at læra av
gjørdum mistøkum, og tað er m.a.
hetta, sum krittikkur okkara móti
núverandi samgongu snýr seg um.
BESTA dómi um líkasælu við
landsins framtíðar búskaparpolitik eru
teir báðir politikararnir, sum vórðu
settir sum fíggjarmálaráðharrar uttan
at hava nakra sum helst bakgrund fyri
at røkja eitt so tydningarmikid starv.
Urslitid síggja vit: sparing og
skerjing, virksemið steðgað, iløgur
steðgaðar osfr. - ein figgjarpolitikkur
uttan nakra miðvísa langtíðarætlan.
Tað er hana vit mangla og sóknast
eftir. Ikki hvør nú eigur at verða kosin
syndabukkur fyri hetta og hatta, men
heldur hvussu vit skulu skapa eina
liviliga framtíð fyri okkum sjálvi og
børn okkara.
OG ti vilja vit fegnir endurtaka
áheitan okkara á samgonguna enn
einaferð: farið til arbeiðis og leggið
tykkara arbeiði til rættis væl og
virðiliga, áðrenn tit taka høpisleysar
og fulikomiliga ófyrireikaðar avgerð-
ir. Takið eisini onnur við uppá ráð.
Tað er politikkurin higartil merktur
av í alt ov stóran mun. jamú