týsdagur 7. august 1990síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
-
É
pm
Nýtt í leiðbeiningum frå Ferðamannaráðnum:
Ávaring móti
um tarvum
Herfyri kom ein út
lendskur ferðamaður, sum
vitjaði í útoyggj illa fyri
av einum óðum tarvi, sum
millum annað álaði honum
tjaldið sundur. Sjálvur
slapp ferðamaðurin undan
meini, burtursæð frá ti
skelkinum hann fekk.
Ikki eru tarvarnir í
Føroyum mangir í tali og
upp aftur færri eru teir,
sum fólk hava alla orsøk
at ræðast, men áðurneynda
hending sigur í hvussu er
so mikið, at ein ávísur
vandi er á ferð. Vit spurdu
stjóran á Ferðamannamið-
stødini, Jákup Veyhe um
útlendsk ferðafólk, sum
biðja um upplýsingar um
ferbamøguleikar í út-
oyggjum fáa at vita um
vandan við illum tarvum.
-Ferðafólkini fáa eina
leiðbeining um at tey
skulu fylgja gøtunum og
annars fara væl um
náttúruna, men um tarvar
verður einki sagt. Hendan
vandan hava vit higartil
einki vita um í nýggjari
tíð, men helst er tað beint
at fáa hetta við í leið-
beingingina, sigur Jákup
Veyhe, sum nú fer at
spyrja seg fyri hvar hesin
vandin er størstur fyri at
fáa tað vid í ferðamanna-
bóklingarnar til næsta ár.
HVOR HEVUR
ÁBYRGDINA?
Sum vit hava skilt eru
leysir tarvar í dag bert at
finna í ngkrum av út-
oyggjunum, har trupult er
vid isåding, men eru hesir
av teirri orsøk ikki minni
vandamiklir.
Hendingin vid óhepna
útlendska ferðamanninum
í summar fór fram í Norð-
oyggjum. Hans Djurhuus,
virkandi sýðslumaður
sigur seg ikki kenna málið
aðrastaðni frá enn úr
Sosialinum. Hendingin er
ikki fráboðað løgregluni.
Hann heldur, at beinast
var at kunna ferðafólk um
leysur tarvur eru har
ferðafólk ætla at ganga,
hóast hesin vandin íkki
longur er hvgnndagsligur.
Tað er undir gllum
umstødum skeivt at mæla
nøkrum til at ferðast úti í
náttúruni uttan somuleiðis
at gera fólki greitt við teir
vandar, sum har kunnu
vera, sigur sýðslumaðurin.
EINKI HJÁLPIR
AT RENNA
UNDANBREKKU
Men hvat skal ein gera
um ein er staddur í
haganum og kemur fram
at óðum tarvi. Renna
undanbrekku,- sigur
onkur? Vit spurdi Dánjal
J. Bærentsen, fyrrverandi
landsdjóralækna.
At renna undanbrekku
heldur hann einki hjálpir.
Tarvurin rennur minst líka
skjótt. Frægast man vera
at klúgva upp á ein stein
ella okkurt sovorði og
vóna, at onkur kemur til
hjálpar, sigur Dánjal J.
Bærentsen, sum sjálvur
minnist aftur á eina
hending, tá hann sjálvur
rann undan tarvi.
Saman við pápa sínum
og einum yngri bróðuri
var hann farin burtur í
haga tá ein illur tarvur
kom eftir teimum. Yngri
bróðurin var bert fýra ára
gamal, so hann var settur
upp á eina krógv meðan
Dåjal og pápin fóru í hvør
sína ætt við hvgr síni
kvísl. Hetta ødrkymladi
tarvin og stakk av. Men so
mikið skelkandi hevur
hendingin verið, at yngri
bróðurin, hóast hann bert
var fýra ára gamal tá,
minnst hetta enn, hóast tað
eru meir enn hálvthundrað
ár síðani.
Men tað eru eisini onnur
ráð at taka til, greiðir
Dánjal J. Bærentsen frá.
Hann minnist mann, sum
var so ísakaldur tá tarvur
kom eftir honum, at hesin
bert bíðaði ul tarvurin var
passaliga nær. Hann tók tá
leypin og langaði í høvdid
á tarvinum samstundis
sum hann brøladi efur
honum. Hetta líkaði tarv-
inum einki, og slapp sær
avstað. - Men tá skal ein
als ikki hava respekt fyri
tarvi, leggur Dánjal aftrat.
VANDAMIKLIR
TARVAR MUGU
IKKI GANGA
LEYSIR
Í Færøsk Bygderet hjá
fyrrverandi sorinskrivara-
Síða 5
num E. A. Bjørk verður
sagt eitt sindur um leysar
tarvar.
Bjørk vísir ul politvið-
tøkuna fyri bygd frå 1931
Viðmerkjast skal, at hend
an vidtøkan er galdandi
enn.
I grein 3 stendur: "Det er
forbudt at lade husdyr
bedække pá eller ved
offentlig vej”, og í grein
16 verður sagt: "Tyre, der
má vise sig at være farlige,
kan af politiet forlanges
holdt inde í stald ella
forsvarligt tøjrede ikke
nærmere offentlig vej end
35 m."
Men hvønn rætt følk
hava í mun ul hvønn rætt
tarvurin hevur tykist hóast
vidtøkuna at vera iva-
samur. Hetta vísir eitt
dómi, sum Bjørk nevnir.
Hann vísir ul hendingina
norðuri á Eiði, tá listar-
maðurin Kruse var
stangaður ul deyðis. Tit var
at meta um orsøkina hví
Kruse var komin í hóslag
við tarvin, men kanska
mest áhugaverð er niður-
stóðan har sagt verður, at
Kruse var helst ikki uttan
skyld sjálvur, ti hann
"skulle have kastet sten
efter tyren”, sum tað
stendur.
Vónandi fer hetta ikki at
halda fólki frá at fara í
hagan at njóta ein góðan
sólskinsdag,- men verið
varðin. Havið grót við!!!
tór.-
Ny auktion |
Torsdag den 30. august 1990 kl. 13.30
afholdes pá dommerkontoret í Tórs-
havn ny auktion over ejendommen
matr. nr. 993 y Tórshavn, Velbastað-
vegur 52, Tórshavn, tilhørende Mikkjal
Mørk
Auktionen er begæret af advokat
Halgir Winther Poulsen på vegne en
pant- og udlægshaver.
Højeste bud på 1.
495.000,00 kr.
auktion var
Færøernes Fogedret, den 03.08.1990
Birgit Skriver, fm.
sosialu
Ny auktion
Torsdag den 13. september 1990 kl.
11.00 afholdes på dommerkontoret
Torshavn ny auktion over ejendommen
matr. nr. 66 m Hovi, tilhørende døds
boet.
Auktionen er begæret af Færøernes
Skifteret på vegne dødsboet efter Fríð
ålvur Luid ved advokat Julianna Klett.
Færøernes Fogedret, den 03.08.1990
Birgit Skriver, fm.