Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-08-07, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. august 1990síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 18 tidindabladid Nr. 119 — /. august 1990 Landsliðsvenjarin: Varlig byrjan — men vit ætla at vinna Þáll Guðlaugsson ætlar sær at vinna móti Íslandi í annaðkveld. Men talan verður ikki um álopsfót- bolt frá fyrsta briksli: Vit leggja varðliga út. Ísland er ikki hvat sum helst, og vit skulu koma inn í dyst- in fyrsta korterið. Eydn- ast hetta, so havi eg góðar vónir fyri sigri. Leggur tú mest í sigur- in? — Vit vita, at hetta er ikki stórsta uppgåvan, men ein upphiting til EM- dystirnar. Tí leika vit EM taktikk, men harfyri hev- ur tað stóran sinniligan týdning fyri leikararnar at fáa eitt gott úrslit, og ikki minst vilja vit vísa góðan leik fyri áskoðarunum, sum annars ikki síggja okkum í heyst. Hetta er 2. ferð, vit hitta Ísland í altjóða hopi. Í fyrra árið vunnu teir 1-0 á heimavelli í okkara fyrsta FIFA dysti. Liðið hjá teimum var væl mann- að tá, og tað eru teir eisini hesaferð. Bert ein er úr útlendsk- um felagið, Arnór Guð- jónsson spælir í Ander- lecht í Belgia. Men hetta skal ikki skiljast sum at talan er um veikt lið. Flestu leikararnir hava verið við til í áttatiárun- um at lyfta Ísland upp á eitt steði, sum Frits Ahl- strem fyrr í summar metti at vera í ovara europeiska endanum Teir greiddu javnleik 1- I í Moskva í fjør, og stutt eftir dystin móti Froyum í 1988 taptu teir 0-1 í Ítróttaparkini i Keyp- mannahavn. Fótbóltur í Íslandi verð- ur tikin í stórum álvara. Tað bendir t.d. tað á, at Atli Evaldsson, bróðir hin navnframa Jóhannes, fyri stuttum er leyskeyptur frá sáttmála við turkiskt felag, har hann var fastur maður á liðnum. Tað er KR, sum hevur keypt hann. Allan verður klárur fyrr enn væntað Ein av eygnasteinunum hjá landsliðsvenjaranum er unglingaleikarin í Klaksvík, Allan Mørkøre. Påll dylur ikki fyri, at Allan spældi seg so logan- di å fast plåss å venjingar- leguni, bædi sum vong- spælari og miðvallarleik- ari. Ti kendist tad serliga sårt, bædi fyri venjara og leikara, at hann skaddist so illa i síðsta dystinum. Men nú er ein glotti: Talan er ikki um slitin liðbond í fótinum. Tað er eitt bein í rystini, sum er brotið, og tað tekur styttri tíð at lek- ja. Allan tveitti gipsið í fyrradagin, og um alt vil væl til, so verður hann klárur til dystin móti Eysturríki. Hvussu góð