Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-08-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. august 1990síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

> EET LL Nr. 120 — 9. august 1990 Er - |! - Studulspedagogur Sannleikin er tann, at hetta vid stuðulspedagogum má koma i eitt annað ljós. Tað er ein skylda mótvegis foreldrum at brekaðum børnum. Tað má ikki blandast upp í normeringar av stórvum ella umlætting hjá foreldrum. Tað má vera tað brekaða barnið, sum fær tað besta og ikki tað næstbesta skrivár Hanna Lisberg í greinini Nú ein dagin ringir ein barnaverndarformaður til mín og spyr: >Hvat er ein stuðulspedagogur?< Sam- stundis setti hann fram nakrar skilagóðar spurn- ingar. Hann sigur, at hetta fyribrigdið hevur ikki verið kent har í bygd- ini, men nú var ein um- sókn komin til barna- verndina. Sagt varð, at onkur hevði mælt til 40 tímar um vikuna. Eg greiði frá, hvussu vit gera iiHavn, og at tað er ymiskt — alt eftir breki- num og aldrinum. Tá eg spyrji, um nakar er í bygd- ini, sum kundi vera stuð- ul, sigur hann nei; men í grannabygdini er ein dúg- ligur lærari, sum hevur sera góðar royndir, fyrst sum lærari, og síðani hevur 1 1/2 árs serlærara- skeið. Hesi fólkini eru væl fyri, síðani tit kunnu fáa hesa sera dúgligu hjálp. Tá heldur hann fyri, at hon var tíverri bundin av festum lærarastarvi, so tað fóru kanska bert at verða fáar tímar; men so spyr hann um mamman ikki kann vera studulslær- ari restina av tíðini. Nei, tað ber ikki til. Hvor skal gjalda? Hesin maðurin, sum er sera skilagóður spyr, tí hetta er nýtt hjá teimum. Hann skal viðgera eina slíka umsókn, men áðrenn er best at vita, hvat innibr hetta, og hver skal gjalda? Kommunan leggur út í fyrstu atlogu, men fær peningin afturrindaðan frá Almannastovuni. Barnaverndin á staðnum tekur steðu, tá talan er um bern undir 7 ár. Í onkrum hendinga til- felli verða veittir 40 tímar um vikuna — onkur fær 30 og onnur fáa játtaðar 20 tímar um vikuna í av- markaða tíð. Síðani vil Barnaverndin fáa eina frá- greiðing um úrslitið og gongdina annars, áðrenn játtað verður víðari, um tað verður játtað. Hver kann vera stuðuls- pedagogur? { eini lýsing í Dimma- lætting i dag, 02.08.90 søkir Almannastovan eftir studulspegagogi til 5 ára gamalt barn, treytað av at starvið verður játt- að. Eg giti at tað er eitt brekað barn, og tey kunnu t.d. vera í dagrekt ella í barnagarði. Hvor játtar? Barnaverndin á staðnum skal taka avgerð um um- sóknina, sum hevur tær neyðugu upplýsingarnar, og so verður funnið fram til passandi tímatal í av- markaða tíð. Eg steðgaði á, tå eg las áðurnevndu lýsing —, sum m.a. sigur: …»Tå uppgávan hjá tí, ið settur verður í stóran mun verður at eygleiða og vegleiða í samstarv við dagrøktarskipanina og onnur serkøn, verður um- sekjari við pedagogiskari útbúgving tikin framum. Lenin verður smbrt. galdandi sáttmála hjá av- varðandi yrkisfelag.…« Nakrar av uppgáv- unum verða nevndar — eygleiða, og vegleiða í samstarv við dagrøktar- skipanina og onnur ser- køn. Eg spyrji: »er dag- røktarskipanin so væl út- hygd viðvíkjandi brekað- um at dagrektin er ser- køn!? Tann fyrsta misskiljing- in hjå Almannastovuni er viðvíkjandi kvalifikatión- um. Sjálvandi skuldi staðið í lýsingini t.d. at pedagog- ur við royndum innan ekið verður tikin framum. Er eitt barn so illa fyri, at tað ikki kann vera saman við hinum í bólki- num, at tað má hava stuð- ulslærara, kann ikki verða talan um, at fólk uttan pedagogiska útbúgving verður sett í eitt slíkt starv, ið hvussu er má Al- mannastovan ikki lýsa eftir øårum. Grundgeving- in hjá mær er tann, at tað krevst pedagogisk út- búgving til sokallað >nor- mal< børn í barnagerðum, ergo má eitt brekað barn ikki vera verri fyri. Fyri at kunna eygleida og vegleida krevst at pegagogurin kennir menn- ingina hjá tí vanliga barni num, áðrenn hann kann vita nakað um frávikini. Verður hetta ikki kravt, verða nógvir pengar brúktir til onga nyttu. Tí hetta kostar nógvar peng- ar. Bæði viðvíkjandi Stuð- ulspedagogum í skúla og barnagarði. Persónliga kenni eg nógv demi um stuðuls- pedagog í skúlum. Eg kenni næmingar — við vanligum gávum, men við ávísum brekum, sum hava havt stuðulspeda- gog í 7 ár, og tó ikki dugað at lesa sum bern í 2. flokki — enn minni skrivað. Or- sekin er tann einfalda, at tað ikki hava verið kvalifi- serað fólk sum undira- vístu. Teir pengarnir vóru ikki til nógva nyttu hjá næmingunum. Sparing Í hesi letu sigur útvarpið, at kreppufundur hevur verið í Havn vegna boðini, barnagarðarnir hava fing- ið um sparing. Politikararnir vita lítið um tað stóra arbeiðið, ið lagt verður á stovnarnar í dag. Vit kunnu siga, at um- framt tær vanligu upp- gávurnar, eru starvsfólk- ini ofta í tí steðu, at tey mugu vera í foreldra stað — ikki tíð at tey ynskja tað, men tí summi foreld- ur hava ikki orku til av- lops til bernini. Hví?? Tað er bara so í fleiri tilfellum. Eg veit um, at starvsfólk enntá hevur havt barn/- børn heima hjá sær sjálv- um í vikuskiftum av heilt ávísum orsekum. Nakað annað er hent í seinastuni, og tað er, at fleiri og fleiri brekað koma í ta kommunalu dagreki- ina og barnagarðarnar. Hvat er so at gera! Jú, loysunarorðið í dag er Stuðulspedagogur. Men vandin við tí er, at tað verður dýrari í kr., men ikki altíð líka effektivt, um ikki útbúgvin fólk eru Vit hava verið á fundum við stuðulspedagogum, sum fela seg nakað ótryggar. Tað er torført at fáa ein við útbúgving t.d. 20 tímar um vikuna, so verður onkur annar við ongari útbúgving settur, ella roynir stovnurin at = fáa hetta tímatal hækkað. Ófaklærd á økinum Tað er einki til hindurs fyri, at t.d. ein fyrrverandi stýrimaður kann setast sum stuðulspedagogur (apropos fær hann ikki len eftir sáttmála hjá stýri- monnum? smbrt. avvarð- andi yrkisfelag??) smb. lýsing frá Almannastovu- ni. Sannleikin er tann, at alt hetta við studulspeda- gogi má koma í eitt annað ljós. Tað er ein skylda mótvegis foreldrum at brekaðum bernum. Tað má ikki blandast upp í normeringar av størvum ella umlætting hjá foreldrum. Tað má vera tað brek- aða barnið, sum fær tað besta og ikki tað næst- besta. Tórshavn, 02.08.90 Hanna Lisberg P.S.: Almannastovan og sernámsfreðiliga ráðgev- ingin eiga at tosað saman og finna ein heilt annan hátt — og fastar reglur fyri stuðulslæraraskipan. Tað er í mongum førum skomm at síggja úrslitið av fleiri árum við stuðuls- pedagogi og o effekt, men nógvar, nógvar krónur hevur hetta ævintýrið kostað tí almenna. HL. Atiantsflog DAVAIR ICELANDAIR F25 Faroe fraref | TIf.12600 Breðurnir Jóannes og Rúni Mouritsen hava leingi verið kendir millum bridge-fólk í Feroyum. Nú vita útlendingar eisini, hverjir teir eru. Í donsk- um blødum verða orð sum »de fremadstormende Mouritsen-brødre« og »Dynamit-brødrene Mouritsen« nytt um teir. Tað er eingin loyna, at teir nú i nekur á hava prógvað, at teir eru tað sterkasta parið, føroyingar eiga í løtuni! Í hesum spælinum undir NM vóru tað 9 per, ið royndu seg við 4 hj, men bert tveir spælskiparar fingu kontraktina heim. V/ØN & K-5 Q A-Q-10-2 > Q-3-2 se 2-9-4-3 V J-6-5-4 ly i | Q 8 Q A-B-5 | | J-9-7-4 þe 10862 —— se A-J-7-5 & Q-10-9-8-3 7 K-9-7-3 & K-10-6 % K NS: Jóannes Mouritsen/Råni Mouritsen EV: Klaus Adamsen/Jan Nicolaisen V N E þa 1rú') l1hj) pass 4 kP) pass 4 hj pass pass pass ') 0—8 HP. 3) Opningshond ') Splinter — bert ein kleyvara. Útspæl: rú 4. Eystur spældi rútara út til 10 og A. Rútari aft- ur til frúnna. Hj. A frá hondini og hjartara til kongin. Rú K og síðani kl. K til essið hjá Vestri. Eystur tók sp A og spældi lágan spaðara til kong- in. Jóannes tók kl Q, trumfaði ein kleyvara, og steðan var henda: Q-10 9 - - J-6 N | J6 | «| - å : i 10 J Q-10 9 Hann spældi nå sp Q, og Vestur måtti geva skarvin yvir — kastar hann kleyvara, ger Norður tað sama, og í næsta stingi er Vestur fangaður i einum >trumf-kupi<. Vestur valdi at trumfa við hj 6, og Norður trumfaði við hj 10. Kl. 9 vórðu nú trumfað við hj 9. og hj Q fekk síðsta stingin. Ein spælføring, ið avgjert kundi fingið virdisløn! rr A 10 <A |||[|| Deyvafelag Føroya | hevur skrivstovu í Deyvahúsinum »Effatau, Ís landsvegur 10 B. Tórshavn, og hon er opin mána dag og fiiggiadag ki. 14.00—16.00. Teleton 175 97 ítelefonsvarari) alla telefon 03100 22 og bið um nr. 169 29 iskrivitelefon).