Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-08-11, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. august 1990síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

em Nr. 121 — 11. august 1990 Donsku kredittfel ini verið sera galant í Føroyum: Helst talan um yvirfigging | ' stóran stil -Hóast eg ikki gevi donsku kreditt- felagslánunum, sum veitt eru í Føroyum alla skyldina fyri teimum mongu fallitt- unum í dag, so hava tey sína stóru ábyrgd. Lánini eru í mongum førum stórri enn virðini, sigur Sigurd Poulsen, landsbanka- stjóri. Donsku kredittfelggini eru av álvara komin í and- glettin í donsku fjølmid- lunum. Tað er komið fram, at tey í mongum fórum hava lænt nógv meira enn tey hava loyvi til. Av hesum eru mong virki komin illa fyri. Hesi somu feløg hava eisini havt ein rættiliga stóran umsetning í Føroy- um. Talan er serliga um Nykredit, Kreditforening- en Danmark og BRF. Hesi feløg vóru í teirri stóðu, at tey høvdu alt ov nógvan tøkan pening. Hendan máttu tey av við, og hava tí verið sera galant tá ein møguligur lántakari var í ljósmála. Í mongum fórum komu hesi lán væl vid í Føroy- um. Tey vóru bíligari í rentu og haraftrat var avdráttartíðin drúgvari. Tveir stórir fyrimunir. Føroyskir virkiseigarar nyttu eisini hesi donsku lánitilboð í stóran mun. Alt ov stóran. Hetta hevur millum annað fingið Kirst- en Jacobsen, fólkatings- kvinnu at venda sær til danska fíggjareftirlitið við málinum, skrivar Dimma- lætting. Sambært blaðnum biður hon eftirlitið kanna, um alt er farið lógliga fram og um trygd hevur verið fyri lánunum. BYGNINGAR OV HØGT METTIR Donsku kredittfeløgini hava loyvi til at læna upp i 60% av søluvirdinum, men tað ber væl tl at ganga uttan um hetta. Sigurd Poulsen sigur, at teoretiskt ber væl til at seta metingina so mikid høgt, at tey 60%-ini i veruleikanum nærkast teimum hundrað. Donsku kredittfeløgini hava fyrsta vedrætt og hava tí møgu- leikan av fáa sínar pengar aftur hóast yvirfígging. Verri er við teimum veð- rættum, sum koma at liggja aftanfyri. Hesi kunnu vera føroysku peningastovnarnir og aðrir ognarar, sum í mongum fórum gjørdust svartiper. Spurdur um hetta bert kann hugsast teoritiskt, ella tad er hetta sum i veruleikanum er farið fram sigur Sigurd Poulsen, at tað er als ikki óhugsandi, Vit áttu at havt nógv stórri kommunalar eindir, og ongantíð betur um bert eitt valdømi var, sigur Sigurd Poulsen, landsbankastjóri. Y at so hevur verid i mong- um førum. Hetta hevur verið gjørt bæði við ný- fíggjan og umfíggjan. HVOR HEVUR ABYRGDINA? Spurdur um hvør hevur åbyrgdina av at håkonjuk- tururin varð so dyggiliga útnyttaður sigur lands- bankastjórin, at landsstýrið kundi verið meira aftir- haldandi og gjørt nágreini- ligari metingar av hvgrjari ílógu. Men hetta er ikki lætt, tí trýstið á poli- tíkararnar er mangan stórt, leggur hann aftrat. bygninginum. Sigurd Poulsen sigur, at høvdu vit eina føroyska kredittfelagsskipan, sum kundi bjóða føroyska vinnulívinum lagaligari lán enn verandi fíggjar- stovnar, var eftirspurning- urin ikki stórur eftir út- lendskum lánum. Haraftrat var ynskiligt, at havt eitt veruliga stýringsamboð. Við hesum sipar hann til ein útbygdan landsbanka, sum hevði orku og var fórur fyri nágreiniliga at meta um fíggjarligu rammurnar. Haraftrat átti landsstýrið at gjøt eina neyva metan av hvørjari einstøku iløgu áðrenn lánijáttan varð givin. Landsbankastjórin heldur, at politikarar veruliga eru áhugaðir fyri fakligari ráðgeving hóast tað mangan tykist, sum politiska trýstið sum oftast vinnur á fakliga trýstinum. Men hetta er einki ser- føroyskt fyribrigdi, heldur Sigurd Poulsen fyri. FÆRRI KOMMUNUR Dømini um at politikarar ikki lurta nóg nógv eftir fakligari ráðgeving eru mong. Vit spurdu landsbanka- stjóran um hvat skal til, fyri at politikarar lurta meira eftir fakligari vitan enn teir gera í dag. -Ein almennur ráðgev- ingarstovnur hugsar lands- politiskt. Hugsar fyrst og fremst um hvat tænir landsbúskaparliga. -Ein trupulleiki fyri at mál verða vidgjørt sakligt Í mongum fórum er lænt nógv meira enn virði er á TEE ut og í mestan mun landspolitiskt skilagóð er, at vit hava ikki færri enn 50 kommunur, sum allar, meir ella minni, stríðast hvør móti aðrari. Á tí beinleiðis politiska øki- num hava vit sjey val- dómi, og tað er har politikararnir eru valdir, og tí mugu í stóran mun hugsa um sítt egna valdømi, sigur Sigurd Poulsen sum heldur, at vit áttu at havt nógv størri kommunalar eindir og ongantíð betur um bert eitt valdømi var. -Sjálvandi eru tað poli- tikararnir, sum skulu stýra. Tað er hetta teir eru valdir MO: MUGMSTSSUR Síða 3 Pr: i Á * há FU i: nur til. Men ynskiligt var, ur teir lurtaðu meir eft fakligari ráðgeving. V: kundu borið so at, á politikararnir vóru noyddir í nógv stórri mun at lurta eftir fakligu ráðunum vi at rådgevandi stovnarni greiða so væl frá sínum sjónarmiðum, at hvør einasti føroyski veljari skilur tey. Soleidis høvdu vit fingið eitt eitt heil annað trýst á poliukararn:: enn vit hava í dag. E trýst, sum var merk! sakligum og fakligi argumentum, sigur land bankastjórin. tor.- DANICA gevur tær råd at keypa KOK ge Hesin køkurin kostar, ro hvitvørur, ? Einans kr. Í 7.998; Og hugsa tær, so hevur tu ein DANICA-køk Landins besta - við 10 ára trygd Q jú tú las rætt við ollum: DANICA KØKA kr. 17.998; Á Fløtti 3 Box 1269 Tif. 160 70 v/ Landavegin)