Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-08-11, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. august 1990síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Í Scansat/TV 3 Leygardagin kl. 18.45: Lassie Corey Stuart er illa komin til skada av skógareldinum og liggur nú á sjúkrahúsi. Imeðan býr Lassie hjá Scott Turner, men hon rýmig og fer at leita eftir Corey. Men tá er hann fluttur á eitt annað sjúkrahús inni í býnum. Leygardagin kl. 19.10: A-Team »Slagid um Bel Air« Tíðindakvinnan Tawnia Baker setir seg iisamband við A-Team og bjóðar sær at hjálpa teimum, um ho afturfyri fær eina- rætt at skriva um upplivingar teirra. Men áðrenn hon fær svar frá teimum, kemur hon í trupulleikar. Meðan hon ger sínar kanningar kemur hon fram á eina fyriteku, sum er serken í trygd, og stjór- in har roynir at fáa hana tikna av degum. So ístaðin fyri at fáa hjálp frá Rawniu, fer A-Team avstað at hjálpa henni. Leygardagin kl. 21.00: Choices of the Heart Amerikanskur sjónvarpsfilmur frá 1983 bygdur á veruligar hendingar. Hin ungi trúboðarin Jean Donovan royndi at liva upp til sína trúgv, og fót tí til El Salva- dor at arbeiða við teimum svongu og heimleysu ofrunum frá borgarastríðnum. Hon vendi ongantíð aftur. Saman við trimum amerikonskum nonnum varð hon myrd í desember 1980. Filmurin sigur segu hennara um lív og menning frá at vera college-studentur og til seinni at gerast katólskur trúboðari, sum ofraði alt fyri tað, hon trúði uppá. Melissa Gilbert og Pamela Bellwood Sunnudagin kl. 19.00: Jenny's War Amerikanskur filmur í tveimum pørtum bygdur á veruliga hending frá seinna heimsbardaga. Jenny Baines býr í London saman við soni sínum Peter, sum er flogskipari í ensku loftverjuni. Tá ið Peter verður skotin niður í Týsklandi fer Jenny avstað — fyrst og fremst at finna Peter, men eis- ini sum sendiboð hjá bretsku fregnartæn- astuni. Í Tysklandi leitar hon eftir fyrr- verandi manni sínum, nazi-offiserinum Karl Koenig, sum sýtir fyri at hjálpa henni. Jenny noyðist at flýggja, men hev- ur fingið at vita, at Peter er á einari krigsfangalegu nærhendis 'russiska markinum. hagar fer hon við týskarum í helunum. Hon klippur sær heilt stutt, og letur seg í sum eitt mannfólk, og tað eydnast henni at sleppa inn á fangaleg- una at leita eftir Peter Sunnudagin kl. 21.00: Amerikanska nåttin Jean Pierre Leaud og Jaqueline Bisset Fransk/italskur filmur frå 1973. Filmur og veruleiki — alt verdur vavt saman i hesum filminum um eina filminnspæling. Leikarar og teknikarar slatra um øll, um tad amerikonsku stjørnuna Juliu, sum nyliga var nervasjúk, um Alexandru, sum roynir at halda privatlivid hjå sær loyniligt, um Severine og minnið um tann unga Alphonse, sum fjasadi bædi vid »script-girl« og við mótspælarum og gjørdi upptekurnar næstan ómeguligar at gera. Í hesum filminum er torfert at síggja, nær veruleikan verður til hug- myndir. Mánadagin kl. 17.30: Grannarnir Jim og Zoe uppdaga, at tey hava nógv felags áhugamál, og vinalag teirra verður kanska til meira. Tá ið familjan hjá Jim sær, hvenn veg tað ber, royna tey at forða hesum Mánadagin kl. 21.00: »My Wicked, Wick Wicked Way« Amerikanskur sjónvarpsfilmur frå 1984 um livid hjå Errol Flynn, frå hann sum ungur, ókendur sjónleikari kom til Holly- wood í 1935, hvussu hann seinni gjerdist »Superstar«. Errol Flynn gjørdist kendur av leiklutum í filmum sum t.d. Robin Hood, Kaptajn Blod. Lagt til rættis Ella Smith Clementsen Hittist å tif. 15616 Duncan Regehr Tysdagin kl. 21.00: Ride lonesome Amerikanskur western frå 1959, har Randolph Scott spælir hevuðsleikin. Hann spælir ein fyrrverandi sheriffur, sum fangar ein ungan dråpsmann og fer inn i byin vid honum. Fyrst fyri at fåa pening útgoldnan og eisini fyri at fáa bróðir drápsmannin at flýggja úr fongsli- num, so hann kann hevna seg. Men vinir- nir hjá hesum breðrum gera alt fyri at forða sheriffinum at gera nakað. Sam- stundis verður býurin umgyrdur av indi- anarum. Týsdagin kl. 22.20: M.A.S.H. Nakrir marinarar, sum búgva í einari legu nærhendis M.A.S.H 4077 hava ferð eftir ferð vunnið á M.A.S.H. í ymiskum ítróttarkappingum, og hetta er Potter oberstur argur um. Hann ger av at skipa fyri einari bowlingkapping, til har mugu teir fara at vinna. Men hann hevur ikki roknað við, at hinir leiga ein professio- nellan bowlingspælara Mikudagin kl. 19.00: | Tann ókendi Chaplin Ensk dokumentarsendireð í trimum pertum frá Thames Television um tann ikki heilt ókenda Charlie Chaplin, lív og virki hansara. Kevin Brownlow og David Gill hava báðir framleitt sendingarnar. Teir fingu fyri nøkrum árum síðani loyvi at hyggja í privatarkivini hjá Chaplin, og tilfarið var nógv. Henda fyrsta sendingin snýr seg um tíðina, tá ið Chaplin arbeiddi fyri Mutual Film Company, har hann gjørdi 12 stutt- filmar. Chaplin gav altíð boð um at brenna tær miseydnaðu upptekurnar, men tíbetur varð hetta ikki altíð gjørt. Mikudagin kl. 21.00: H sum í Heroin Franskur filmur frá 1970. Segan fer fram á einum garði nærhendis Le Havre. Au- guste, ein gamal maður, eigur garðin, og har ræður hann. Ein dagin finnur hann ein pakka av heroin í hoyggjhúsinum, og Nr. 121 — 11. august 1990 = tá fer hann at eygleiða ell, sum ganga har. Skjótt finnur hann tveir mans, sum eftir drúgva avhoyring, viðganga, at teir eru narkosmuglarar, og at teir goyma smuglaragóðsið í hoyggjhúsinum hjá Au- guste, tí abbasonur hansara er eisini smuglari. Auguste beinir fyri heroininum og læsir abbasonin inni á kamarinum, og nú heldur hann, at alt er í lagi. Men tá ið smuglararnir senda ein mann eftir hero- ininum, drepur Auguste hann, og hetta verður byrjanin til eitt blóðugt stríð. Jean Gabin Hósdagin kl. 18.00: Dreymurin gerst ve veruleiki Jeanne Anvers er deyð, og Judy skal arva hana. Millum ognir hennara finna genturnar nógv vekur klæði, og hetta gevur teimum hugskotið at gera eitt mótahús. Við pengunum Judy hevur arv- að, skuldi hetta verið gjørligt. Tær fara fúsar undir fyrireikingarnar og skjótt er eitt nýtt mótahús á veg. Tær geva fyri- tekuni navnið »Jeanne Anvers«. Hósdagin kl. 20.00: Knots Landing Í Dallas frættir Gary at hann hevur arv- að 10 mill. dollarar. Val er eisini í Dallas og signerarbók sína, og hon fer á sama hotel sum Abby, sum hevur sett sær fyri at vitja Gary. Fríggjadagin kl. 18.20: Dýrini í Afrika Eldur í Kalahari Tá ið regnið kemur til Kalaharioyðimerk- ina í Afrika, skuldi alt verið gott, tí tað hevur leingi verið alt ov heitt. Men sam- an við regninum koma, so legið tað ljóð- ar, eisini eldsbrunar av og á. Í hesi send- ingini skulu vit síggja avleiðingarnar av einum eldsbruna, og hvussu ymisk djóra- sleg hóast alt yvirliva. Fríggjadagin kl. 22.40: L M.A.S.H. Milly Carpenter, sum er sjukrasystir, er deyð. Hawkeye kendi hana væl, og hann ætlar at halda eina minningarreðu, eftir- sum eingin annar ætlar at gera tað. Men hann uppdagar, at hverki hann ella nak- ar annar í leguni, kendi Milly heilt væl, og ikki fyrr enn hann tosar við Faðir Mul- cahy um hana, fær hann okkurt at vita.