Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-08-14, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. august 1990síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 122 — 14. august 1990 1. deild — VB—MB: 2—3 (2—1): Stridssigur í mannfólkadysti Vánalig leiklíkindi gjørdu, at talan í størri mun bleiv um stríð og spark enn skipað bóltspæl 0-1 Petur Eiriksson 1-1 Jóan Pauli Olsen 2-1 Egil Steintórsson 2-2 Jens E. Rasmussen 2-3 Suni Jacobsen Miðvingar hanga fram- vegis í. Og eftir sigurin í Vági og HB tapið heima á Sandi iðra tey seg um av- gerðina hjá dómsnevndini í MB-GÍ dystinum, sum ynskja spenning til síðsta dyst. Tey eru mong. Líkindini vóru ikki til skipað fótbóltsspæl á Eiðinum. Regnið glýmdi niður, og vindurin var strúkur. Tí var hevuðs- eyðkennið langir bóltar inn í verjurnar og hegir bóltar útaftur. VB-vellurin gerst í mun til aðrar kanska serliga hálur í slíkum líkindum. Bólturin fekk sjáldsama nógva ferð og stiklaði óút- rokniligt, og fyritreytir vóru til glíðandi taklingar yvir fittan tein. Heimaliðið á odda VB leikti undan vindinum 1. hálvleik, men tað var útiliðið, sum kom framum: Tveir verjuleik- arar fara eftir 21 min. leik skeivir av óútrokniliga bóltinum, ið endar hjá vinstra vongverja, Peturi Eiriksson. Vinkulin er spískur, men hann roynir og tað lukkast. So taka vágbingar fatt, trýsta leikin harðliga móti MB-málinum og fáa eina rød av hornasperkum, sum ell gerast vanda- mikil. Í 5 atlegu er so vandamikið, at Jóan Pauli potar beinleiðis upp í hornið. Hetta er tá 26. min. eru leiktir, og tað gongur bert ein lítil leta, so fer heima- liðið framum: Egil er við eftir leikbann, og tá hann gerst leysur dygst innan- fyri. Vendir Við vindinum í huga kundi eitt målsleidslan gerast tepur, tá MB fekk vindin í sín part. Soleiðis gekk eisini: Fimm min. eru leiktir, tá Eyðfinn roynir seg við langskoti. Bjarni megnar ikki at halda, Birgir fylgir upp og fær skumpað út til ein leysan Jens Erik, ið legg- ur seg við síðuna av Gunn- ari Mohr sum toppskorari. Seks min. seinni er Jens Erik aftur upp á spæl. Hesaferð við hegum skrúvandi hornasparki, sum dettur niður tætt undir málinum. Suni er fyrstur á, og málið skuldi vísa seg at bera bæði stig- ini í sær. Øgiligt fyri heimaliðið. os Royndin at seta Tommy Christensen á liðið var einki at rópa hurrá fyri, og spurningurin er hvat nú er at taka til fyri at fáa stig, bæði úti og heima. Stiga- talvan ber boð um, at tervur er á teimum! 1. deild kvinnur: Skála heldur tørn Tad er eingin åbending um, at stevið hjá skåla- kvinnum er vorðið verri eftir summarsteðgin. Tær drógu frá hinum liðunum, tá kappingin eftir summarsteðgin varð tikin uppaftur. Inni í Getu vunnu tær 7- 2 eftir 2-2 í hálvleikinum. Maria Olsen legði heima- liðið framum, og hon javn- aði fyri hálvleik til 2-2. Men so setti útiliðið alt uppá pláss. Tær skutu fimm mál afturat teimum báðum frá 1. hálvleiki. Og sum ikki einaferð gekk Sóley Mikkelsen undan við trimum, systurin Eyð- leyg fekk eitt, Tórhild Hansen tvey og Katrin Petersen eitt. HB vann tepran sigur á heimavelli móti KI. I hálvleikinum vóru tær frammanfyri 1-0. og tær øktu til 2-0, áðrenn Jorie Poulsen minkaði við rimmar sparki úr 25-30 metra fjarsteðu. Havna- málini skutu Barbara og Sólvá Esberg. VB tykist heilt at hava mist luftina. Í hvussu so er, um gangast skal eftir úrslitinum í Fuglafirði. Heimaliðið vann tryggan 6-0 sigur. Linda Zachari- assen við tveimum og Kristina Lervig við einum máli góvu trygga hálv- leiksleiðslu, og eftir steðg- in gjerdi Birna Róin rættuliga bart. Hon gjerdi trý mál á rað ella eitt reint hatttrick. Við einum teprum 1-0 sigri á útivelli móti EB hongur B36 uppi í heið- ursmerkjakappingini. Saman við IF. HB og KÍ skulu tær kappast um tey minni fínu metallini. At skálagentur strúka avstað við gullinum man lítil ivi vera í. Skulu tær ikki tað, so noyðist HB at vinna á teimum komandi viku- skifti í Havnini