Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-08-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. august 1990síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Førovingar niðurspældir Brøndby klárt betri enn fóroyska landsliðið. Kundu helst veruliga kýttu seg GÅ 223 vunnið meira, um teir Fýra ferðir eydnaðist tað Bent Christensen at fáa bóltin inn um tann ósela Jens Martin Knudsen og í meskarnar (Mynd: Det fri Aktuelt ) Brøndby-Føroyar 6-0 (2-0) Askodarar: 1380 (Brøndby) Aftanå varid spæl frå bådum pørtum fyrstu tiggju minuttirnar, yvirtók Brøndby spælið. Hetta komst ikki minst av, at føroyska spælið gekk alt ov seint: alt ov ofta var bólturin tíkin av føroyingum í taklingum lonbgu áðrenn nakað spæl var komið í lag. Ikki minst vóru tað vantandi evni til at goyma at bóltinum, ið var orsøk til, at føroyska liðið ikki megnaði at varðveita bólt- in. Tær fáu ferðirnar í fyrra hálvleiki, tá føroyingarnir nærkaðust Brøndby-mål- inum, megnaðu (serliga) álopsleikararnir ikki at halda uppá bóltin, so vid- spælaramir fingu møgu- leika at koma vid i leikin. I hesum vidfangi skal eisini nevnast, at føroysku leikararnir fluttu seg alt ov lid fyri hvørjum ødrum, so nakað spæl kundi fáast í lag. Brøndby hinvegin megnaði hetta, tí so at siga allir leikarar teirra tóku lut í spælinum. Hóast tað ikki tókust sum um føroyingar bein- leiðis høvdu lagt ein off side-taktikk, so eydnaðist nakrar ferðir at lumpa danir. Meiri nýtsla av hesum taktikki kundi kanska drigið spælið longur niðan á vøllin; tað hevði ivaleyst verið betri enn tann defensivi takt- ikkur, ið varð nýttur, - ikki minst tá havt verður í huga, at danir vóru teir betru í luftspælinum, vunnu allar nærdystir og vóru skjótari á bóltinum hverja ferð. Eisini er neyðugt við tættari uppdekking, um føroyingar skulu gera sær vónir um heiðurlig úrslit (tap) í EM-dystunum. Brøndby visti okkum i kvold at vit hava nógv at læra. Málini 1-0 (17. min.): langur bólt- ur úr vinstru síðu til Bent Christensen, sum eftir temj- ing bringuni skjýtur upp undir nettakið 2-0 (40. min.): eftir Brønd by-skjótálop verður Bent Christensen spældur full komuliga leysur 3-0 (57. min.): føroyska off side-fellan kiksar, tå Erik Rasmussen fer einsamallur igjøgnum við fullari ferð av Páll Guðlaugsson: egnari hálvu 4-0 (60. min.): enn eina ferð - sum so ofta í dystin- um - er tað eitt strok aft- anífrá, ið spjaðir verjuna. Hesa ferð er tað Bent Chris- tensen, ið lyftir bóltin upp um Jens Martin Knudsen í føroyska málinum 5-0 (60. min.): teir báðir afrikansku leikaranir hjá Brøndby spæla seg leysar í vinstru síðu, spæla innfyri, har Torben Frank stútar bóltin í netið 6-0 (89. min.): langur bólt- ur út i høgru síðu, har Tor- ben Frank spurtar frå før- oysku verjuni MM Hatta trongdi ti Eg segði tað íjuni mån- aða, eftir dystin móti Het- landi, og mikukveldið fingu vit tað staðfest: Okkara leikarar eru í ov vánaligari venjing til al- tjóða dystir. Hetta sigur landsliðsvenjarin eftir lús- ingin á Brondby stadion. Og hann heldur fram: Sjálvandi kunnu vit grava allar teir kendu umskilj- ingarnar fram, at vit vóru ferðatroyttir, tí vit ikki fóru niður dagin fyri, at vit vóru óhepnir í einstek- um steðum í 1. hálvleiki, at leikararnir ru trovttir eftir fyra dystir i 10 dag- ar, at Abraham orsaka av skada ikki kundi leika vid og var so meint saknadur (tvey ella try mål komu or- saka av tunnum defensiv- um miðvallarleiki) o.s.fr. Men tá tikið verður saman um, so var heilt týðiligt, at fyrst og fremst var tað venjingarsteðan, ið var aðalmunurin á liðunum báðum. Fyrsta hálva tíman gekk hampiliga, og var hepni til staðar, so javnaði Jens Erik til 1—1. Í næsta álavið sklora teir til 2—0 og so ganga kreftirnar undan. Grundleggjadi lut- ir miseydnaðust, og menn stara uttuskadir fram fyri seg í 2. hålvieiki. Venja i vetur Men Páll heldur ikki at hetta kom óvart. Bara spell, at vit ikki hittu Brøndby í juni. So hevði álvarin fyrr verið gingin upp fyri okkum. Nú mugu vit vóna, at miðvís venj- ing og samlingar eina ferð um vikuna kring landið Nr. 124 - 18. august 1990 Vit mugu vinna! GÍ gongur út frá 11 stigum og kennir niðurflytingargongdina Tað er eingin vegur uttanum: Vit mugu vinna á HB í Gundadali. Gera vit ikki tað, so snerpar rættiliga saman um í botninum. Tað er Magni Jarnskor, sum sær soleiðis uppá veruleikan, nú hann er afturkomin frá Brøndby- dystinum, har hann leikti 35 minuttir, og nú hugsar um komandi sunnudag. "Vit ganga útfrá, at vit hava 11 stig. Fáa vit tvey aftrat frá MB-dystinum, koma tey væl við, men vit rokna ikki við teimum," sigur hann. Tit eru ikki serliga stúttir? i "Nei, tað er synd at siga. Tað gekk væl móti KI, men illa móti toftamonnum. So kanska eigur tað at ganga væl aftur nú! Eg havi onga frágreiðing um, hví tað er soleiðis. Í hvussu er kunnu vit ikki geva skaddum leikarum skuldina. Og leikbann hava vit einki. Eg haldi bara tveir ella tríggir ganga við gulum kortum." "Okkara dystir í Gundadali eru ofta málríkir, og tá vit hugsa um dystin í Gøtu fyrr í år, so skuldi talan verið um gott undirhald." Heppið mál HB-venjarin, Jógvan Norðbú, minnist væl dystin fyrr í ár: "Teir fingu trinni mál, uttan at vit vórðu niðurspældir. Tað var meiri gitni klappurin, sum tríggjar ferðir fór niður. Vit vóru hepnir at fáa eitt mál fyri hálvleik, so mínir menn trúðu uppá tað í steðginum," sigur hann. "Fyri okkum er alneyðugt at vinna. Seinast taptu vit, uttan at hini liðini komu so nógv nærri," sigur hann. "Men tað gongur ikki hesaferð. T.d. hittast tvey av teimum, sum elta okkum - KÍ og TB - og har verður neyvan jvnleikur, og B68 er farið at gera vart við seg." Jógvan visti ikki um skaðar, men Dam-brødurnir ru ikki við orsakað av leikbanni. -nn- kann vera vid til at vit koma nøkurlunda snikka- leysir burtur ur teimum bådum dystunum i heyst. Til at brynja okkum til dystirnar komandi år er alneyðugt, at landsliðið venur í vetur, og at vit sleppa at royna okkum í onkrum av teimum kapp- ingunum, sum verða fyri- Áheitan á útvarpið Nú er so landskappingin byrja aftur, og vit eru mong, sum hvenn sunnu- dag sita frammanfyri út- varpinum millum kl. 15 og 17. skipaðar í utlondum. Eg veit at FSF leiðslan ar- beiðir við slíkum ætlan- um, men enn havi eg einki hoyrt um at tær eru íteki- ligar, endar landsliðsvenj- arin. Liðið sá soleiðis út: Jens Martin Knudsen, Kurt Mørkøre, Jóhannes Jakobsen, Mikkjal Dánjalsson, Julian Han- sen, jan Dam, Pól F. Joen- sen, Torkil Nielsen, Kári Reynheim, Poul Enok Hansen og Jens Erik Ras- mussen. I 2. hálvleiki kom Magni Jarnskor inn fyri ein skaddan Jan Dam og Gunnar Mohr loysti Jens Erik av. Tað er nú eitt sindur hugstoytt at hesin nýggi útvarpsstjórin byrjar at koyra í somu rillu har hin (ella hinir) sleptu. Aftur seinasta sunnu- dag vóru tað dystirnir hjá fyrst og fremst HB og síð- ani B36 sum blivu sendir. Hetta er nærum hvenn sunnudag, og fleiri og fleiri ilskast inn á hesa mannagongd. Utvap Føroya, sum vit oll eiga, má for ólukkan fáa eyguni upp fyri hes- um, og sendaq frásagnir frá eðrum dystum enn hjá havnarliðunum. Spennandi verður at tendra fyri lurtitólinum í morgin og hoyra um tað eru VB—B36 og HB—GÍ, ið verða útvarpaðir. Lurtari