leygardagur 18. august 1990síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
Nr. 124 — 18. august 1990
Sunnudagin kl. 19.00:
The Key to Rebecca
David Soul og Cliff Robertson
Amerikonsk sendireð í tveimum pertum
eftir »bestsellaranum« hjá Ken Follets.
Ein harðrendur nazi-njósnari arbeiðir í
Norðurafrika og verður ein hóttan móti
bretska herinum. Bert William Vandm,
majorur kann steðga honum. Alt kríggið
í Norðurafrika verður nú til eitt stríð
millum tveir óðar menn — og kvinnuna
— báðir eru góðir við. Meistaranjósnarin
Alex Wolff hevur fingið fatur í einum
skrivi, og fyri at forða honum at lata
Rommes tað, verður Vandam noyddur at
seta sítt lív og lívið hjá teirri jedisku
Elene Fontana upp á spæl. Hetta verður
hart stríð, har báðir partar eisini berjast
móti tíðini.
Sunnudagin kl. 21.00:
Scared Straight
— Ten Years on
Tann 18/7 vísti TV 3 eina nógv umredda
amerikanska sending um hvussu 17 ung
kriminel vórðu skúlað við tí endamáli at
tey ikki skuldu torað annað enn at halda
seg rettu megin lógina. M.a. vórðu tey
sett í samband við brotsmenn og dráps-
menn í fongslinum, og tey sóu, hvat fór
fram í einum fongsli.
Nú 10 ár seinni síggja vit tey somu
fólkini, og fangarnar, tey hittu tá.
Mánadagin kl. 21.00:
Lejonsommar
Svenskur filmur frá 1967. Rithevundin
Mauritz Persson hevur fingið forskot frá
einum bókaforlagi fyri at skriva eina bók
um stjernufreði. Hann fer til Gotlands
fyri at fáa betri arbeiðsumsteður. Hann
flytir inn á eitt »steindeytt« pensionat,
har nakrir aðrir gestir eisini búgva, t.d.
ein fotografur,sum ætlar sær at avmynda
ta gotlendsku nissuna, ein indiskur lær-
ari, ein artistur og ein ung vekur sjónleik-
arakvinna.
Týsdagin kl. 21.00: |
»Santa Fe« — western
Amerikanskur western frá 1951 við Ran-
dolph Scott í hevuðsleiklutinum. Tá ið
amerikanska borgarastríðið er av, gera
teir fýra breðurnir Canfield av at fara
vestureftir. Brett Canfield fær arbeiði á
einum byggiplássi í Santa Fe. Hann verð-
ur forelskaður í Judith Chandler, og
framtíðin tykist ljós. Men breður hans-
ara eru komnir upp í ein lógleysan banda,
og fólkið í Santa Fe heldur, at Brett eisini
er uppii.
Mikudagin kl. 20.35:
Lívið um tey 30
Ein øvundsjukur sålarfrødingur
Gary er forelskaður, og lívið er eitt spæl.
Men tá ið hini uppdaga, at hesa ferð er
tað álvara, fær han fleiri morðhóttanir.
Tann, sum verður illtonktur at hótta,
er ein øvundsjukur sálarfreðingur, men
hann er ikki einsamallur um tað...
Mikudagin kl. 21.00:
Le Gendarme
Louis de Funes
Franskur filmur frå 1968 við løgreglu-
manninum Cruchot í San Tropez. Cru-
chot hevur funnið upp á ein nýggjan
máta at taka bilførarar, sum eru í summ-
arfrí — hetta dámar honum væl. Men so
kemur kærleikin og fløkir alt. Og áðrenn
han veit av, er Cruchot vorðin tolin og
góður við ell síni medmenniskju.
Millum leikararnar eru Louis de Funes
og Michelle Galabru.
Hósdagin kl. 18.00:
Professor Q.E.D.
Hetta er byrjanin av einari nyggjari
enskari sendirød. Søgan fer fram fyrst í
1900. Professor Quentin Everald Deverill
er eitt flogvit frå Harvard Universiteti.
Hann flytir til Onglands, har hann vénar
at kunna brúkast i friðartænastuni.
Hann sleppur at arbeiða við ymiskum
spennandi málum saman við amerik-
anska blaðmanninum Charlie, skrivara-
num Jenni og onglendinginum Phipps.
1. partur av 6.
1. partur av 6
Hin ungi vísindamaðurin Richard Ste-
vens er horvin. hann var úti og sigldi, og
myndugleikarnir halda, at hann er drukn-
aður. Men Q.E.D. hevur illgruna um at
hann er rændur, og hann fer saman við
vinum sínum at kanna málið. Skjótt upp-
daga teir, at teir eru komnir upp í nakað,
sum er nógv meira umfatandi enn teir
hevdu væntað — eina ætlan, sum hóttir
trygdina í ellum Onglandi.
Sam Waterston spælir Professor
Q.E.D.
Hósdagin kl. 19.00:
Mike Hammer
Nýggj sendirø um privatdetektivin
Mike Hammer og arbeiði hansara í New
York. Hann arbeiðir ikki bert fyri peng-
arnar, men mest fyri rættvísi, og fram-
ferðarhættir hansara eru ikki heilt van-
ligir.
Hjúnini Lillian og Vincent Becker hava
sett allar pengar sínar í eina fyriteku,
sum handlar við gulli. Tá ið tey til fánýtis
royna at fáa umbýtt teirra gull við peng-
ar, venda tey sær til Mike Hammer at fáa
hann at hjálpa sær. Tveir tímar seinni
verða bæði skotin, og Mike ger av, at nú
skal tann seki finnast og setast fastur —
kosta hvat tað vil...
Lindsay Bloom og Stacy Keach
Hósdagin kl. 17.30:
Grannarnir
Kylie Minogue spælir við
Í hesum partinum av Grannunum kemur
dóttir Madge Mitchell, Charlene. Hesum
hava mong bíðað eftir, tí tað er Kylie Mi-
nogue, sum spælir. Tað var í hesum leik-
luti, hon gjerdist kend sum 17 ára gomul.
Hon heyði sum 15 ára gomul spælt í >The
Sullivans«.
Samstundis sum hon spældi vid i
Grannunum, fór hon eisini at syngja.
Tvær tær fyrsu single-pláturnar gjerdust
nr. 1 á enska hitlistanum. 1988 var eitt
gott ár hjá Kylie Minogue, ikki bara sum
sangarinna. Hon fekk ikki færri enn
fimm >Logies<-prísir í Australiu. Hon er
tann yngsti australiari, hetta er eydnast
hjá.
Kylie hevur saman við Jason Donovan,
givið út eina single-plátu, har tey syngja
duett, og nógv vóna at tey fara at halda
fram at syngja saman.
Hósdagin kl. 21.00:
Ziggy Stardust
Amerikanskur filmur frá 1973. David
Bowie spælir Ziggy Stardust, sum er á
pallinum í einari stórari konsert. Filmur-
in er vorðin rock'n roll-sega orsakað av
tónleikinum, klæðunum og framfersluni
hjá Bowie. Vit síggja hann á palli, aftan-
fyri leiktjaldið og vit skulu m.a. hoyra:
»Time«, »Space Oddity«, >Let's spend
the Night together« og aðrar.
David Bowie
| - Fríggjadagin kl. 21.00:
The Man who fell
to Earth
Enskur filmur frá 1976. Eitt rúmdarskip
neyðlendir á jørdini í einum vatni í New
Mexico. Flogskiparin gerst ovfarin at
síggja alt hetta vatnið, tí hann kemur
sjálvur frá einari gongustjørnu, har einki
vatn er, og fólkið er um at doyggja av
somu orsek. Hann fær sær navnið
Thomas Jerome Newton og fer til New
York, har hann setir seg í samband við
advokatin Oliver Farnsworth fyri at fáa
hann at hjálpa sær at skráseta nekur pa-
tent. Av hesum vónar hann at vinna so
mikið av peningi at hann kann bjarga
gongustjernu síni.
Men alt hetta er drúgvari enn hann
hevði væntað, og Newton er meira og
meira á kamari sínum og hyggur at sjón-
varpi. heima hevur hann ofta sæð
amerikanskt sjónvarp. Ímeðan grunar
Farnsworth, hver Newton í veruleika-
num er, samstundis sum fyritøka hans-
ara gongur verri.
Antin — ella—
ikki bæði