Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-08-21, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. august 1990síða 1

allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

frælsi javnaður brødralag Nr. 125 x tysdagur 21. august 1990 63. årg. * Kr. 6,00 Býráðið hóttir leigararnar -fylgja teir boðunum frá Leigunevndini. Hóast Leigunevndin er hægsti myndugleiki í spurning- um um leigukostnað, hevur býráðið sett avgerð- ina hjá Leigunevndini til viks og hóttir leigarar- nar við sakførara, fylgja teir boðunum frá nevndini. Sida 8 GÍ hevði ein møguleika fyri at gerast upplagduyr FM-kandidatur í Gundadali sunnudagin: við tveimum stigum aftrat fyri ein taptan MB-dyst kundi GÍ minkað stiga munin upp til HB niður í eitt. Men gøtumenn lógu sjóvarfall- ið av sær. Hóast FM er um at fáa eina avgerð, so er niður- flytingin alt annað enn avgjørd: øll hini liðini - frá nummar tvey til 10 - kunnu flyta niður. Eftir IF ósigur í Gøtu gerst tað alt meira greitt, at uppflytararnir fara at eita NSI og Sumba, með- an KÍ og Streymur eru mest upplagdu kandi- datarnir til 2. deild. FM-avgerðin hjá kvinn- unum var útsett, tí HB vann á Skála. Lesið ítróttin á s. 9-15, ið eisini veit um eitt málmans- útspark frá 90 metrum, ið kanska var mál. SO N 30 koyrikort rokin Síðani løgreglan i marts setti fimm lýgreglufólk burturav at taka sær av ferðamátingum, hava eini 30 bilfórarar mist koyrikortið, tí teir koyrdu ov skjótt. "Men av tí at vit eru ov illa mannað, kunnu vit ikki vera um alt landið," sigur eitt av teimum fimm løgreglufélkunum. Tey gomlu og Dørnini mest skert Av målsøkjunum undir Almannastovuni verða tað róktarheimini og barnaansingin, sum skulu spara mest Síða 7