hósdagur 23. august 1990síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 126 — 23. august 1990
= -
tíðir hlað
Burturflutt í tyrlu
Børnini heilsaðu foreldrunum Asu og Jens Christian Dam í Havn á
serligan hátt á silvurbrúðardegi teirra týsdagin
- Vit høvdu varhugan av, at
tey høvdu okkurt í kvitt-
anum, men hetta væntaðu
vit ikki, søgdu Asa og Jens
Christian Dam, tá tey bæði
so og so vóru komin niður
aftur á jørdina týsdagin.
Tey høvdu silvurbrúd-
leyp, og sum nógv onnur
eisini hava verið fyri, vórðu
tey vakt tíðliga av børnum
og ødrum skyldfolki, vin-
fólki og grannum, sum
sungu fyri teimum. Og so
vórðu øll boðin til borðs.
Brúdgómurin grunaði
einki, tá ein sonurin bað
hann koma við sær út at
Eitt væl nøgt silvbrúð-
arpar við fyrstu ferð sína
við tyrlu
keypa morgunbreyð, sjálvt
um ov mikið av breyði var í
húsunum.
Og so teir báðir út at koyra
langar leiðir frá húsum.
Alt var væl fyrireikað.
Grannarnir vóru kunnaðir
um, hvat henda skuldi og
høvdu tí flutt bilar sínar av
gøtuni Oman Stóragarð.
Løtu eftir at Jens Christ-
ian var farin frá húsum, kom
Kaj Egholm í lítlu tyrlu síni
og setti seg á ta smølu gøt-
una millum húsini. Tástaðni
skilti Ása, hvgr ætlanin var.
Hon var alt annað enn fegin,
tá tey noyddu hana út í tyrl-
una. Men tað gekk alt væl,
m.a. tí Kaj dugdi so væl at
sissa við at greiða frá.
Børnini høvdu avtalad við
Kaj, at hann skuldi fligva
eina løtu yvir oyggjunum
við mammuni og síðan flyta
niðan á Bøllureyn. Men
Åsa visti ikki av nøkrum,
fyrr enn hon varð leidd út í
tyrluna, sum lendi beint í
túninum
beint tá var mjørkin tættur,
so hon varð í staðin sett av
heima aftur. Og so átti Jens
Christian tørn at fara við
tyrluni, sum bert tekur eitt
ferðafólk. Eftir at hava
flogið eina létu varð hann
settur av á Bøllureyni. Tá
var Åsa komin niðan, og har
stóðu skyldfólk fyri teimum
við kaffiborði í bilinum,
sum var innrættaður sum
stova.
Ása og Jens Christian
vóru bæði líka ovfarin av, at
børnini høvdu funnbið upp á
Síða 3
avritssíðurnar. Svarlisti
til næmingabókina er fyri
seg
„Sigma steddfreði 5« er
týdd úr donskum, men
broytt og lagað til føroysk
viðurskifti, eisini mynda-
tilfarið, bæði tekningar og
ljósmyndir. Týtt og lagað
til hava Mortan Dalsgarð,
Fritleif Henriksen og Ed-
vard Olsen. Olivur við
Neyst hevur teknað og
lagt føroyska myndatil-
farið til rættis.
Næmingabókin »Sigma
steddfreði 5< kostar 124.-
kr
A Bøllureyni borðreiddi
yngsti sonurin Jan Eli fyr;
teimum í bilinum, sum va
innrættaður sum stova, og
har var Sveinur eisini og
heilsaði upp á ommuna og
abban
nakað so sjáldsamt at gera
hátíðardagin. Hvørki teirra
hevði droymt um nakrantíð
at sett sín fót í tyrlu, men tað
var ein stór uppliving. Tað
munnu vera fá, sum kor
loftvegis upp á Skæling, ha;
bæði Ása og Jens Christia:
vóru henda dagin á ferðini
við tyrluni. randi