hósdagur 23. august 1990síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 126 — 23. august 1990
Nú fekk Postverkið av at
vita frá landsstýrinum,
sum á fíggjarlógaruppskot-
inum hevur avsett eitt stórt:
-Dugdu vit gand hevði kanska borið til, men so er tíverri ikki,
sigur Postverksstjórin til útspæl landsstýrisins um, at Postverk
Føroya komandi ár einki oyra skal hava úr landskassanum.
Hóast Postverk Føroya
hevur umleið nýggju
miljónir í árligum halli,
hevur landsstýrið á fíggjar-
lógaruppksotinum fyri
komandi ár sett eitt stórt
0. Hvussu Postverkið skal
rekast hetta árið, er tí ein
Stór gáta.
I 1989 kostaði tað 78,5
miljónir at reka føroyska
postverkið. Inntøkurnar
vóru 63,8 miljónir, so her
restaðu 14,7 miljónir í.
Avlopið hjá Frímerkja-
deildini, sum var 5,7
miljónir hjálpti nakað,
men enn restaðu nýggju
miljónir í. Hesar nýggju
miljónirnar máttu fáast úr
landskassanum.
I fjør avsetti landsstýrið
umleið fimm miljónir á
fíggjarlógini, men hetta tal
helt heldur ikki. Við at lata
postavgreiðslurnar aftur
leygardagar spardi post-
verkið ikki meira enn
umleið eina miljón. Og
fyri at seta krúnuna á
verkið hevur landsstýrið
nú heilt strikad postverkið
av fíggjarlógini uttan tó at
greiða postverkinum frá,
hvussu tað skal bera seg
at.
DUGA IKKI GAND
- TIVERRI
Esbern Midjord, post-
verksstjóri sigur seg ongan
møguleika at klára at reka
postverkið uttan eitt al-
ment ískoyti.
-Kundu vit spart fimm
ella tíggju miljónir frá
einum degi til annan hevdi
hetta verið tekin um, at vit
dagliga hava brúkt ov
nógv, men tað gera vit
ikki. Haraftrat eru inn-
tøkurnar frá frímerkja-
deildini fallandi. Fólk
senda færri brøv í dag og
hava almennir stovnar
eisini fingið boð um at
spara postgjald. Bert
Gjaldstovan skal spara
Olaf Olsen, landsstýris-
maður í postmálum tykist
vera harmur um, at
postverksstjórin, Esbern
Midjord, ikki dugir gand.
900.000 krónur í post-
gjaldi, so torført verður at
ímynda sær hvussu vit
kunnu spara her og nú,
sigur postverksstjórin,
sum heldur fyri, at dugdu
tey gand á posthúsinum,
hevði kanska borið til,
men tað gera vit ikki, sigur
hann.
RATIONALI-
SERING
At postverkið ikki kann
spara nakað her og nú
merkir kortini ikki, at
einki kann sparast sum frá
líður. I løtuni eru rationali-
seringsserfrødingar hjå
danska postverkinum vid
at gera kanningar av
postverkinum her i Før-
oyum. Kanningin, sum
verdur lidug um midjan
desember skal visa, hvat
hvør ymisk deild og hvør
tænasta kostar, og verdur
sidani nytt sum grundarlag
fyri at spara.
Postverksstjórin sigur, at
danska postverkið hevur
áður gjørt tílíkar kanningar
í Danmark við góðum
úrslitið. Hann roknar tí
við, at nakað kann sparast
her hjá okkum, men tað
verður í fyrsta lagi tá vit
eru komin væl inn í
komandi ár. Hinvegin er
kostnadarstødi altíð tengt
at Ltænastustødinum.
Hvussu hetta skal vera, er
upp ul polituikararnar, sigur
Esbern Midjord, post-
verksstjóri.
tór.-
Ísraelski
hesa vikuna
Ísraelski sendiharrin í
Keypmnannahavn,
Amos Ganor, er komin
ul Føroya at vitja saman
við konu síni, Dalia. Tey
steðga her til mánadag-
in.
Amos Ganor hevur
verið í Danmark síðan
1987. Hann kemur til
Føroya av sinum
cinungum.
"——|—|——|——— —————…—.———————V—JY—Æ————f— | [[[———————o…—
Sendiharri
á Vitjan
sendiharrin í
Danmark vitjar í Fóroyum
,
- Føroyar eru partur av
virkisøki minum sum
hægsti diplomatiski
umboðsmaður hjá Ísrael
í danska ríkinum, og tí er
ein Føroyavitjan ein
natúrligur liður í arbeið-
inum hjá mær sum
sendiharri, sigur Amos
Ganor, sum ætlar at hitta
løroyskar myndugleikar
og limir í Vinarfelagn-
um Føroyar-Israel.