hósdagur 23. august 1990síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 126 — 23. august 1990 -
Skålavenjarin um kvinnufinaluna í kveld:
Vit hava ongan kjans!
- Sóleyð Mikkelsen verður ikki við orsakað av skaða, men dysturin fer
kortini at vera undirjhaldandi: vit geva okkum ikki vid tað góða og ætla
heldur ikki at leggja dentin á verjuspælið, sigur Hans J. Andreasen
Í kvøld verður finalan í
steypakappingini hjá
kvinnunum. HB og Skála
eru í finaluni, og tað verð-
ur onnur finalu-uppgerðin
teirra millum á hesum
sinni.
Fyrra finalan endaði við
javnleiki 2-2, men í kvøld
er tað antin ella: finalan
skal avgerast. Og einki er
at ivast í, at liðini bæði
fara at leggja nógv í, fyri
at vinna dystin. Bæði
liðini eru kandidatar til
FM-heitið, - Skála er
fremst við 16 stigum og
HB er nr. 2 við 14 stig-
um.
Við ødrum orðum:
vinnarin í kvøld hevur
møguleika fyri at vinna
the double', meðan
taparin kann koma at
standa við tómum
hondum, tá árið er av.
Liðini hittust í Havn
landskappingini síðsta
vikuskifti. HB vann 3-0 í
einum dysti, ið var væl
ÍNN
oman fyri meðal, hóast
sera vánaligar umstødur.
- Eg vænti ikki, at vit
hava nakran kjans, tí
Sóleyð Mikkelsen er so
skadd, at hon verður íkki
við, sigur Hans J. Andr-
easen, venjari hjá Skála-
kvinnum. HB spælir eis-
ini væl fyri tíðina, tí úti-
setarnir hava styrkt liðið
munandi.
Skálavenjarin lovar, at
talan verður ikki um at
leggja doyin á verjuspæl-
10.
- Dysturin skal avgerast,
og tað kann tað sama
henda fyrr sum seinni,
sigur hann.
ówh
L-
FJALSGARÐUR Hotel NORD
690 Oyndarfjørdur - Tif. 44522 EON en
Vallaraheim - setursskúli - skeidhøli klint" .
Síða 11
Nú er tími at venda við
Endaligur úrskurður er nú gjørdur í
soneynda MB-GI-málinum. Dóms-
neyndin staðfestir, at MB tapir
dystin ímóti GI við málmuninum 0-
0 og at GI fær tilluta tvey stig.
Tað einasta positiva í hesum er,
at ein avgerð er tikin, soleiðis at
rættiligt rok ikki kemur í ímóti
kappingar-enda. Restin er bara
grátt út yvir grátt. Uttan mun til,
hvussu friðarligt hetta fer at spæla
av, so er talan um størstu gølu í
føroyskum ítrótti síðani 1964
Krakkaveldið fjart frá alsveittum
skfitisrúmum og snøggum graslíki
hevur vunnið ein sigur, ið ongum
tænir uttan teirra egnu fáfongd.
Uttan mun til motivini hjá GI - og
tey kann eingin vita nakað um,
uttan felagið sjálvt - so er hesin úr-
skurðurin við til at birta upp undir
kæru-mentalitetin, - hesa marruna,
ið hevur riðið føroyska fótbólts-
heiminum í fleiri ár.
Tað mest syndarliga er, at fel-
øgini hava mett málið sum eina
søk, har bert MB og GÍ eru partar
heldur enn at meta tað sum ein av-
gerandi prinsipp-spurning, ið við-
kemur øllum feløgum. Var tað rætt,
søgdu tey sina hugsan i tøkum
tima. Talan kann vera um vantandi
fyritakssemi, og tað er at vóna, ti
tað er illa hugsandi, at feløgini eru
nøgd við úrskurðin. Á komandi að-
alfuni mugu felggini gera av, at
hesin úrskurðurin ikki verður
standandi sum varandi fordømi.
Løgfrødiliga kann démsnevndin
dóma sum henni vera vil, so leingi
hon heldur seg til teir sektarmøgu-
leikar, ið nevndir eru í kappingar-
reglunum (hon kundi t.d. koyrt MB
úr kappingini). Nevndin hevur als
ikki verið inni á spurninginum,
hvørt MB hevur roynt at fingið sær
fyrimunir (metir tað at vera uttan
týdning), men kortini er hon farin
so langt upp í revsikarminum sum
at lata MB tapa dystin og lata GÍ
fáa stigini.
Tað er eyðgivið, at harvið hevur
hon gingið ímóti ætlanini við
broyttu reglunum frá 1983 (grovari
brotið, harðari revsingin). Harvið
hevur hon eisini prógvað vantandi
førleika til at umsita tær reglur, ið
hon skal tulka. Hvussu sær eitt
brot út, sum hevur ávaring við
sær?
Tíðin er komin til at sleppa sær
av við dómsneyndina, - ikki bert
hesa, men yvirhøvir dómsneyndina
við leikum fólki. Tríggir løgfrød-
ingar yvirtaka sessirnar, - antin
sum kæru-instarsur omanfyri kapp-
ingarnevndina (eins og nú) ella
sum lógtulkinga-rráðgevi hjá
kappingarnevndini.
ówh
Sparta- -Sport
Ge
F OROVAR FAROE ISLAN
Phone int. 4298 418é
.
[TT