týsdagur 28. august 1990síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
AL ——————————— AA AA
EET
Hatursdysturin hvarv
GI legði sjógv niður til botnin i undirhaldandi dysti, har miðvingar vóru óhepnir
ikki at fáa javnleik
GÍ-MB 1-0 (1-0)
1-0: Jón Sigurð Gleðisheygg
Tað var lokkandi at
hugsa, at her fór rættiliga
at verða talan um takk
fyri síðst, soleiðis at
skilja, at miðvingar fyri
ein hvenn prís skuldu
hevna mistu stigini í
vunna dystinum fyrr í ár.
Men tann, sum við hes-
um í kvittanum troppaði
upp í Serpugerði, hevði
gjørt rokning uttan vert.
Leikararnir kunnu ikki
taka ábyrgd av vitleysa
dóminum hjá ódugnaligu
dómsnevndini, sum vón-
andi verður avsegd við
fyrstkomandi møguleika.
Í sonnum ítróttaranda,
har bert tey frísperkini
koma fyri, ið eru natúrlig
fylgja av skjótum og tett-
um spæli, leiktu teir ein
hin besta fótbóltsdystin,
sum er sæddur í Getu í ár.
Løgdu hardliga út
Heimaliðið visti hvat tað
galt, og legði út við buldur
og brak. Uppstillingin
kendist meira ålopskend,
enn vit ådur hava sæd. I
veruleikanum var talan
um 3-4-3 leik, við Rúna
Justinussen sum hegra
veingi av tí gamla slag-
num og Per og Símuni
Petur afturat í fremstu
reð. Í ávísan mun bar
hetta fyrstu letuna trup-
ulleikar í sær viðvíkjandi
markeringunm í MB-verj-
uni, ikki minst tá marker-
ingsleikararnir í hinum
Hesaferð vann GÍ tvey >rein< stig móti MB.
endanum dittaðu sær
fram í mótsteðubrots-
teigin.
Í slíkari steðu fekk
heimaliðið eftir 5 min.
málið, sum skuldi vísa seg
at vera hitt avgerandi:
Diagonalbóltur (teir hava
verið saknaðir) verður
lagdur til Símun Petur,
sum í staðin fyri at royna
seg móti málinum stútar
tvørturam til ein púra
leysan Jón Sigurd. Hesa
ferð hevur hann fingið
rætta beinið út av seing-
ini, og við lagaligum stúti
betir hann fyri sjálvmálini
fyrr í summar.
Næstu letuna átti
heimaliðið at gjørt burtur
av sær. Miðvellurin rigg-
aði væl, teir vóru neyvir í
spælinum, skiftu millum
Mynd: Jens Kristian
stuttar og langar og álops-
leikararnir bjóðaðu seg til.
Men eyðkent er, at í stød-
um, har t.d. Símum Petur,
tá hann var uppá sítt
besta, skorar bæði eina og
tvær ferðir, verður tað
bara tætt við og næstan.
Og so er hepni burtur. Eft-
ir hornaspark stútar hann
harðliga, men miðvingar
bjarga í linjuni.
Nær ved og næsten
Sum seinni hálvleiku leið,
hevdu miðvingar í alt
sterri mun fatur á bóltin-
um, uttan at GÍ við egn-
um vilja legði seg aftur á
vellin at verja leiðsluna.
Tað var hon ov tepur til.
Jens Erik leitaði ofta
aftur á vellin, so miðving-
arnir gjørdust í fleirtali í
uppbyggjandi liðnum, og
við skjótleika og neyv-
leika eydnaðist ferð eftir
ferð at spæla igjøgnum i
borðunum, bæði í vinstra
hjá Peturi, men serliga í
høgra hjá Eyðfinni, har
Poul Enok so langt í frá
við sínum leiki gevur
ábendingar um, at her
verjir vinstri vongverji á
landsliðnum.
Men MB fekk einki mál.
Kanska var saknurin í
Paul Snowball ov stórur.
Vandamikli målskjuttin
er farin av landinum or-
sakað av sjúku millum tey
nærmastu, og tað var
kanska hansara hevd,
sum restaði fyri at fáa
annað stigið vestur til
Miðvágs.
At aðrir enn hann duga
við høvdinum, sóu vit i
evstu letu, tá frísparks-
bóltur frá Jens Erik úr
hogra borði bleiv drenað-
ur móti tvertrænum úr 12
metra fjarsteðu. Nærri
kom MB ikki, og so kundu
gøtumenn lættir um hjart-
ad strekkja armarnar i sig-
ursfrei. Nú høvdu teir
vunnið á leikvelli móti
MB!
-nn-
Rúni Nolsøe leikti ein
rimmar dyst. Hann legði
VB framum og kundi
eisini havt skorað til 3-1
Kærkomin
B-stig
B 71-VB 1-2 (0-0)
0-1: Rúni Nolsøe (70.)
0-2: Jan Allan Miller (75.)
1-2: Páll á Reynatúgvu (85.)
Sandingar og teir nógvu
vábinganir fingu ein
rimmar dyst at síggja inni
í Dal, tá VB var á vitjan
sunnudagin.
Í einum rættiliga týdn-
ingarmiklum dysti eydn-
aðist VB at fáa bæði
stigini suður aftur við.
Dysturin var sera væl
leiktur, og liðini vóru sera
jøvn í báðum hálvleikum
og høvdu bæði møguleik-
ar at avgera dysun.
Dysturin var sum vera
man nakað harður í løtum,
tá leikararnir høvdu ikki
tamarhald á sær sjálvum, -
ikki bert beinini eisini
mussaskødini gingu títt.
Men VB umsetti tveir
målmøguleikar til mål,
áðrenn Páll á Reynatúgvu
fekk minkað um munin.
Tá vóru kortini bert
fimm minuttir eftir, so
hóast trýstið á VB-málið,
ið verið hevði eftir 2-0
skoringina, so kom einki
mál aftrat.
Gestirnir vóru nærri 3-1
enn vertirnir 2-2, men Jan
Allan Miller royndi seg
við skoti heldur enn at
spæla ein fullkomuliga
leysan Rúna Nolsøe.
Vid hesum VB-stigun-
um er niðurflytingin fram-
vegis púra opin, -
FM-vinnararnir frå i fjør
kunnu fara niður.
Men tað hendir valla.
Til tess er liðið heslt ov
gott..
(ówh)
FR
SjáiVt
Paul Snowball, MB:
Heldur ikki á dómara-
seðlinum hesa ferð!
Tað var bretin Paul Snowball, ið ikki stóð á ti
nógv umtalaða dómaraseðlinum fyrr í ár, tá MB
spældi ímóti GÍ.
Sunnudagin hittust liðini aftur, - hesa ferð í
Gøtu. Heldur ikki hesa ferð stóð tann væl leikandi
bretin á dómaraseðlinum hjá MB.
Orsgkin var tann einfalda, at hann ikki spældi
við. Hann var í Onglandi av tvingandi orsøkum.
Vit frætta, at tað er óvist, um ella nær Paul
Snowball kemur aftur.
ówh