týsdagur 28. august 1990síða 16
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Eftir eina javna sigling allan vegin, kom »Teistin« fyrstur á mál við tíðini einum tíma og tíggju minuttum. Á
veg um málið lætnaði hjá Ankeri og Jóan Paula, sum tá kundu loyva sær at koma við vinnarabrosinum.
Fasti starturin góður
Seinnapartin sunnudagin
var årliga kappsiglingin
hjå Lions Club Eysturoy å
Skálafjørðinum
31 bátar vóru við hesa
ferð, og komu 30 av teim
um á mál sambært regl
unum. Tann 31. báturin
kom eisin: leiðina fram,
men av ti at hann ikki
sigldi millum bådar mål-
boyurnar, varð hann koll-
dømdur.
Fastur startur
Fyri fyrstu ferð varð roynt
at byrja siglingina við
føstum starti, og kann ikki
sigast annað, enn at hetta
eydnaðist til fulnar.
Teir 31 bátarnir komu ti
fyri fyrstu ferð í kappsigl-
ingarsøguni at byrja á
sama stað.
Undanfarin ár hevur
verið byrjað, tá bátarnir
lógu sum frægast, og kann
tað onkuntíð hava havt
sína meiri ella minni
óhepnu ávirkan á endaliga
úrsliuð.
Tað sindri av vindi sum
var sunnudagin var fyri
tað mesta landsynningur
og landsynningur sunnan.
Tað tók vinnandi bátinum
ein tíma og tiggju minuttir
at sigla teinin, meðan
seinastu báturin kom á
mál tjúgu minuttir seinni.
Klárt á odda
Millum teir bátarnar, ið
komu best frá byrjan,
vóru bátar sum »Tor«,
»Fyra Brødur« og
»Falkurin«. I byrjanini
véru båtarnir kortini
javnir rættiliga leingi.
Tå teir høvdu siglt í um-
leið eitt korter, var tað
serliga tann eini báturin
10 tóktist fáa nógv burtur-
úr tí lítla byrðinum, ið
var. Tað var vinnarin í
fjár, >Nósi< úr Havn.
Sum fráleið, tóktist
hann eisini í stórum at
ganga frå øllum hinum
bátunum. Fråstødan
mundi vera um 300
metrar, tá hon var sum
mest.
Misti byrðin
Men eftir at hava ligið á
odda, steðgaði hann full-
komuliga upp. Ein fyri og
annar eftir sluppu hinir
bátarnir sær framum,
meðan >Nósi< ikki gekk
um flidjuna.
>Tað vísti seg, at vit
komu at liggja ov innar-
laga, og tá vit so komu
afturundir Gjaranes, mistu
vit allan byrðin,< sigur
Krisjan Dahl, sum saman
við pápa sínum, Paula
Dahl, var umborð á
>Nósa<. Pauli Dahl var
annars elsti luttakarin.
Hendan dagin fylti hann
80.
Tað vísti seg, at tað síð-
ani gjørdist »Teistin« av
Strondum, sum gjørdist
fremsti båturin restina av
strekkinum frå Gjaranesi
inn å Skåla. »Teistin«
hevdi eisini so at siga alla
tíðina verið næstfremstur,
meðan >Nósi< var á odda.
Lokalt kendur
Her gjørdist tað eisini
lokali kunnleikin, ið vísti
seg at koma »Teistanum«
til góða. Hann helt seg
alla tíðina úti á fjørdinum,
fyri á tann háu at sleppa
undan at steðga upp í lívd
av Gjaranesi.
»Teistin« var fyrstur á
mål, og nummar tvey
gjørdist >Tor< og
nummar trý >Pluto<.
>Nósi<, ið annars byrjaði
so væl, kom í mál sum 27.
báturin.
Allir bátarnir komu rætt
á mál, uttan skálabáturin
»Fox«, ið ikki kom mill-
um málboyurnar. Hann
varð tí kolldómdur.
Óvæntaður sigur
»Vit høvdu avgjørt ikki
rokna við at vinna,< segði
Anker Hansen, ið saman
við Jóan Paula Hansen
var við >Teistanum<.
Anker hevur verið við
einaferð áður. Tað var í
fyrraárið, tá hann gjørdist
nummar 17. >Ein sigur
sum hesin gevur einum
blóð á tonn, so um tað ber
mær til, ætli eg at vera vid
aftur næstu ferð,< sigur
hann.
Tá siglingin var av,
bjóðaði Lions kaffi og
pannukgkur. Síðani vóru
ognarsteyp handað trim-
um teimum fremstu
bátunum, og vinnarin
fekk haraftrat ferðasteyp.
>Nósi<, ið vann sigl-
ingina í fjør, sá leingi
út til at gerast klárur
vinnari aftur í ár.
Men innanfyri Gjara-
nes misti hann byrðin
og gjørdist nummar 27.
Orð og myndir:
Hilmar Jan
t
Jo Í
) ÞJ ÞJ OD ÞJ ID
) > n —
t
Í
ps
30)
Nr. 128 — 28. august 1990
»Jensabåtur«, Nólsoy
»Børurin«, Strondum
»Firvaldur«, HOsvik
>Góðadalsbáturin<, Saltangará
Eyðbjørg<, Skála
Hekla<, Strondum
Fýra bróður<, Kollafirði
>Fleyr<, Saltangará
Jóan Pauli<, Kollafirði
»Dunnan«, Skála
>Falkurin<, Strondum
» Thuri0«, Skála
. »Gudrid«, Saltangará
. »Fiskedræt«, Strondum
>Grasið<, Leirvik
Sy.
»Brandur«, Nesi
. »Svanur«, Skåla
. »Koltursbåturin«, Kollafirði
. »Svanen«, Strondum
Miðgerð<, Kollafirði
Nési«, Havn
Vinur<, Havn
»Asta«, Strondum
>Báran<, Saltnesi
Kappsiglingin 1990
. »Teistin«, Strondum
. »Tor«, Strondum
. »Pluto«, Skåla
. »Thorshavn«, Argjum
. »Fullkubbin«, Skåla
. »Conny«, Saltangará
31. »Fox«, Skåla (kolldømdur)
É