týsdagur 4. september 1990síða 16
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
6
Síða 16
ITROTTUR
Aðalfundurin hjá ítróttarsambandinum:
til skattasvik
Sonevnda skattamálið var dúgliga vidgjørt á aðalfundinum hjá ltrøttarsambandi
Føroya. Endin var, at fundurin samtykti at heita á feløgini um at fremja skattasvik
Baldvin Baldvinnson og lagsbrødur hansara við
floytuni skulu nú inn í skattaskipanina í sambandi
við samsýningarnar, siga skattamyndugleikarnir.
Sama er við venjarum 0.ø.
Frá bridgefelogunum í Havn
Bridgefelegini í Havn fara nú undir kappingarnar
aftur. Byrjað verður í vikuni við fríum spæli-
kveldum og heldur hetta fram í nakrar vikur. áð-
renn kappingarnar byrja av álvara. Øll, sum
spæla bridge eru vælkomin i ellum feløgunum.
Hvert felagið hevur eitt fast spælikveld um vik-
una
Nýggja Bridgefelag spælir tyskvøld
Klubba kl )00
Bridgedeild Kaggans
í Havnar
K
Aðalfundurin hjá Itrotta-
sambandinum leygar-
dagin gjørdist seguligur.
Við 42 atkveðum fyri og
einari ímóti samtykti
fundurin at mæla feløgun-
um til ikki at fylgja
skattalógini, so sum allir
aðrir borgarar í landinum
eru noyddir til.
Málið byrjaði við at
skattavaldið í 1988 vendi
sær til ítróttafeleg og bað
um roknskapirnar, tí
nógvar lenir og samsýn-
ingar frá itrottafeløgum
ikki verða fluttar um A-
skattaskipanina, so sum
skattalógin krevur tað.
Nógv feløg gjørdu eftir
áheitanini, meðan onnur
noktaðu blankt at lata
myndugleikunum rokn-
skapirnar.
Málið hevur so koyrt
aftur og fram, og varð fyri
aðru ferð umrett á aðal-
fundinum hjá Ítróttasam-
bandinum leygardagin
Tilboð
Umboð fyri ISF og fleiri
itrottafeløg hava hesi ár-
ini arbeitt við málinum,
og á aðalfundinum leygar-
dagin vóru tvey skriv, eitt
frá Líkningarráð Feroya
og eitt frá landsstýrinum
til stødutakan
I skrivinum frå Likning-
arráð Føroya varð góðtik-
ið onki at gera við tað, ið
viðvíkur eldri árum enn
1989 og at strika áður
ásettar sektir treytað av
at skattligu viðurskiftini
hjá ítróttinum koma í
rættlag og at feløgini
senda ráðnum roknskapir-
nar innan 15. august 1990.
Skrivið frá landsstýrin-
um bjóðaði ítróttinum
eina afturberingarskipan,
soleiðis at tann skattur, ið
goldin verður av teimum
lønum og samsýningum,
Mælir feløgunum
ið itrottafeløgini útgjalda,
verður borin aftur til
ítróttin. Figgjarnevnd løg-
tingsins hevur sett
600.000 kr. av til hetta
fyri fíggjarárið 1990.
Men føroysku ítróttafe-
løgini skoyttu ikki um
hesi tilboð frá myndug-
leikunum, og samtyktu
tverturímóti at mæla fe-
legunum til at útgjalda
pening uttan um A-
skattaskipanina og taka
upp samráðingar við
politikararnar.
Bjarnatænasta
Við hesi avgerð má sigast,
at feroyski ítrótturin
hevur gjert sær sjálvum
eina bjarnatænastu. Tí til-
boðið frá Líkningarráð-
num varð treytað av, at
ítrótturin fekk tey skatt-
ligu viðurskiftini upp á
pláss og fylgdi skattalóg-
ini.
Tá ítrótturin nú ikki vil
ganga undir
fellur tilboðið frá skatta-
valdinum burtur, og rokn-
ast kann so við, at farið
treytirnar,
verður 5 ár aftur í tíðina at
leita eftir skattskyldugum
peningi, ið er goldin
ítróttaleiðarum uttan at
peningurin er skattaður
Eisini kann roknast við,
at tær sektir, ið eru álagd-
ar, nú verða pantaðar.
A/r 1
rv Ís
ÍSF-aðalfundurin:
31
4. september 1990
Heðin vann stórsigur
Eitt tað seinasta punktið
á skránn fyri aðalfundin
hjá Ítróttasambandi Fer-
oya síðsta leygardag var
val av formanni.
Stjórnin í ÍSF hevði ein-
mælt innstillað formannin
tey síðstu 10 árini, Heðin
Mortensen, upp til eitt
nýtt tvey ára skeið.
Harafturat hevdu felog
í Havn tikið seg saman at
stilla Jóan Petur Midjord
Havn upp ímóti Heðini.
Men har hevði Heðin
einki at óttast, kom tað at
vísa seg. Heðin vann at-
kvødugreidsluna so ruddi-
liga. Av 51 møguligum at-
kvødum fekk Hedin tær
41, meðan Joan Petur
fekk 7.
So sjålvt um Hedin
Mortensen óivað man
vera tann mest útskeldaði
ítróttarleiðarin í landin-
um, hevur hann álit mill-
um tey flestu ítróttafelog-
ini
Itrottarsamband Føroya:
Limagjaldid hækkad
Adalfundurin hjå Itrotta-
sambandinum leygardag-
in samtykti at hækka
limagjaldid vid 50%.
Orsøkin til, at sjørnin
skeyt upp hesa stóru
hækkingina, var at pen-
ingur skal útvegast til at
gjalda ta kollektivu trygg-
ingina fyri ítróttafólk.
Tryggingin kostar hóp-
in av peningi, og nú hava
peningastovnarnir tikið
aftur játtanina at spon-
sorera hesa skipan. Hetta
hevur við sær, at Ítrótta-
sambandið sjálvt má út-
vega peningin onkurs-
vegna, tí tað er eitt ynski
frá feløgunum, at øll
ítróttafólk eru tryggjad.
Limagjaldið er nú 1.500
kr. fyri tey feløg, ið hava
minni enn 30 limir, og
3.750 kr. fyri felog, ið
Lava 30 limir ella fleiri.
Viðmerkjast skal, at um
felag ikki rindar lima-
gjaldið til ÍSF, hevur tað
ikki rætt at luttaka í nak-
rari kapping, sum ÍSF ella
sersambondini skipa fyri.
sj.