Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-09-05, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. september 1990síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 132 — 5. september 1990 víðari. Bylgjurnar frá teimum sendarunum, sum liggja í land eitt nú í Týsk- landi, verða harafturímóti meira órógvaðar, har land kemur uppfyri og køva tí ikki føroysku signalini í sama mun. Sama er gald- andi fyri okkara egnu mill- umbylgju í eitt nú Íslandi. Utvarpid hoyrist væl um stóran part av Íslandi, men har so jøklar og fjøll koma uppfyri, verður bylgjan órógvað. Somu- leiðis í dølunum í Noregi. Jógvan Jespersen, út- varpsstjóri, sigur, at teir javnan frætta frá fólki ymsa staðni í grannalond- um okkara, sum siga seg hoyra útvarpið. — Hetta kunnu vit bert fegnast um, men hevuðs- endamálið við sendaran- um var at geva foroyskum fiski- og sjómonnum, sum fiska fyrst og fremst á nærleiðum og síðani á mið- og fjarleiðum, møgu- leika at hoyra útvarpið, og hetta má sigast hevur eydnast væl, sigur út- varpsstjórin. Útvarpið er annars í ferð við at gera eitt yvirlit yvir, hvar útvarpið hoyr ist út frá teimum uppring ingum, sum teir hava fing ið. Fólk nær og fjar er annars heldur enn væl- komin at siga útvarpinum frá, um tey hoyra útvarp- ið. Nýggi millumbylgju- sendarin kostaði umleið 70 mió. kr. at byggja. jm tíðindablaðið Býráðið: Tekniska deild hevur tikið skeltið niður á privatum økid uttan at spyrja um loyvi, síga rasandi foreldur við Gripsvegin. Býráðið í Havn er kunnan um vandan fyri børnum í ferðsluni á Gripsvegnum, men hon letst ikki um vón. Ikki færri enn tvey skriv eru send býraðnum. Tað fyrsta dagfest 17. apríl, 1989, hitt seinna 13 juni 1990 Í brøvunum verður sitat "Bert ein gongubreyt er framvegis tvørtur um Gripsvegin, beint nidanfyri krossin vid Tradarveg. Bilarnir báðu megin hesa gongubreyt gera útsýnið óvanliga ringt, og tvørturumgongd er sera hættislig." sitat endað. Tað kann ikki verða rætt, at vit sum búgva við Gripsveg, ikki skulu hava sálarfrið eina løtu av degnum, tí børn okkara altíð sveima í lívsvanda av tí nógvu ferðsluni oman og nidan, so at ikki er sleppandi, og heldur ikki er ráðiligt at sleppa sær tvørtur um. sagt Nyggja gongubreyt Tað sum foreldrini ynskja er ein nýggjan gonguteig tvørtur um Gripsvegin nærri krossin vid R.C. Effersøesgølu. Orsøkin til trupuleikan er, at bert ein gonguteigur er tvørtur um Gripsvegin og hann er vid bakaríið hjá Gunnleiv. Bilarnir viðra ikki hendan gonguteig, men parkera beint á honum, tá rundstykkið ella okkur koloriurikari skal fáast frá Gunnleivi. Foreldrini meta, at tað er sera trupult at læra børnini at ganga í ferðsluni í býnum, tá sjálvt gonguteigarnir verða nýttir til parkeringspláss. Poul M. kannar málið Poul Michelsen sigur, at hann veit um bæði brøvini, sum føreldur við Gripsvegin hava sent. -Eg farid nu persónliga at kanna hetta málið segði hann við Losialin sum fekk hendur á honum í løgtinginum í gjár. Vit hava ferdslunevnd, har sita umboð fyri býráðið og fyri politiid Júst gonguteigar um vegir er eit eymt mál, ti nógvir, eina ru ON so virða tolk teir vi Tit ringja Sosialurin, tíf. 11820 — vit skriva ikki. Men eg skilji, at stødan við Gripsvegin er álvarslig, og ti skal eg persónliga kanna hvat her er at gera, sigur Poul Michelsen. jústinus Ger gamla gólvið gott. Maskinvask og viðgerð Upp og niður vask við spariskipan | Síða U Fekk bod um vandan á Gripsvegnum —eg skal persónliga kanna hetta mál sigur Poul Michelsen, býráðsformaður Seinna brævið er dagfest 13. juni í ar. Býráðið er kunnað um vandan á Gripsvegnum Tif. 19890