Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-09-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. september 1990síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Samhald er ein treyt ØLL ERU samd um, at orsøk- in til tað góða úrslitið hjá før- oyska landsliðnum seinasta mikukvøld var tað heilt ótrú- liga samhaldið, sum valdaði á føroyska liðnum allar teir 90 minuttirnar. Liðið stóð sum ein maður. HETTA heldur føroyingurin á gøtuni. Hetta halda allir ítrótt- arskrivarar. Bæði her heima og í útlondum. Sostatt eru oll samd um, at samhaldið var orsøkin til føroyska sigurin, og at samhaldið altíð er ein avgjørd treyt, um eitt gott úr- slit skal spyrjast burtur úr. SPURNINGURIN er so, hvat kann hetta læra okkum, eisini í ødrum viðurskiftum. Eitt nú í samfelagsspurningum. Í po- litiskum viðurskiftum o.s.fr. Abyrgdarbladstjåri: Tórfinn Smith Fyritaksstjøri: Krisjan Dahi Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Blaðfólk: Randi Jacobsen - Javnadarflokkurin stendur fyri einum politikki, sum byggir á samhald ella solidari- tet, men tað ger politikkurin hjá hinum flokkunum íkki. Teir tosa og skriva um at bróta samhaldið. Um at pri- vatisera alt, sum er samhalds- fast ella solidariskt. SAMHALDSFASTA eftir- lønarskipanin skal avtakast og privatiserast. Í blødunum hevur landsstýrismaðurin, sum hevur strandferðsluna undir sær, borið upp á mál at privatisera tann stovnin. Onk- ur annar hevur róð upp undir at privatisera postverkið. Í ødrum londum, sum verða stýrd av borgarligum flokk- um, hava teir ætlan um at pri- vatisera heilsuverkið og skúlaverkið. ØLL VITA, at tað er tað pri- vata, ið hevur sett okkum í ta ovurhonds stóru uttanlands- Dagny Joensen - Ólavur W. Høgnesen - Hilmar Jan Hansen - Jústínus Eidesgaard Prent Utgevari Pit Sosialurin Uppseting: P/f Sosiaturin P!f Pressan 1981 skuldina. Tí eru tað fleiri — oll tey, sum hava nakað at hugsa við — ið ikki duga at skilja, hvussu ein stórri privatiser- ing her á landi kann loysa trupulleikarnar hjá tí foroyska samfelagnum. Hon kann bera seta stórri krøv um stuðul úr landskassanum og føra til eina uppaftur stórri uttan- landsskuld. HVÍ KUNNU vit ikki standa sum ein maður? Hví skal alt, sum er samhaldsfast ella soli- dariskt, brótast niður? Leggj- ast í sor? Er tað ikki heilt náttúrligt at vit standa saman um eitt heilsuverk, eitt skúla- verk, eina eftirlønarskipan, eina strandferðslu, eitt post- verk, ein banka, eina tyrlu- tænastu osfr. Ella skulu tey sjúku gjalda heilsuverkið aft- ur fyri at tey loyva sær at verða sjúk? VIT BIÐJA um saklig argu- Bústaður: Argjavegi 28 Telefon: 11820 Postadressa. Postsmogu 76 110 Térshavn Teletax: 14720 Argjum ment fyri, hvi alt tad sam- haldsfasta skal sindrast vid eini privatisering, sum bert hevur til endamåls at tryggja nøkrum fåum privatum vinn- ing i egnan lumma. Og eitt vita vit: Undirskotið verður so ongantíð privatiserað. Tann rokningin verður send Palleba at gjalda. POLITIKARAR úr gøllum flokkum, uttan javnaðar- flokkinum, sum byggir sína politisku stevnu á samhald, áttu at gjørt sær fullkomuliga greitt, at tað var samhaldið, sum bar sigurin heim í Lands- krona seinasta mikukvøld og at tað somuleiðis er samhald- ið, ið kann bjarga Føroyum undan at fara á húsagang. SO EINFALT er tað! Lyndislýsing — heimin runt Uttan annars at hava minsta skil á og vitan um fótbólt, so var hendingin 12. september í Lands- krona av einum tílíkum slagi, at tað bylgdist í barmi, tú vart lyftur upp frá og borin í mál. Eitt langt andaleyst bil, ið ikki tóktist fáa enda, vóru 47.000 sálir so fullkomi- liga treyta- og fyrilita- leyst skræddar úr niðar- dýpi upp — tá tað grunn- breyt á leikvellum í AN Kr Øl 1 samlaðu Av uppruna ivaleyst allir Reint, stolt. sterkt, stórt Utspiltir og vanvirdir, ein minniluti hóttur av verðsins skeivu gongd, úthongdir sum dráps- menn og ránsmenn, tá tað snýr seg um at veiða til matna, heimsins sterstu skuldar- reyvar. Burtur úr einum samfe- lag, sum búskaparliga at kalla er lagt í oyði. Av einum heimavelli, sum í dupultum týdningi slett- is ikki er til, — vórðu alt og øll gjørd til skammar. Feroyskt lyndi, tá tað er best, føroyskur moralur, vilji og roysnisandi. — Alt, alt varð eitt enda- leyst bil sett inn å alt: Hesir fáu , ið soleiðis fóru út at berja upp okk- ara sorlaða umdemi, hesir fáu runnarnir á grasinum í Landskrona megnaðu eftir 90 minutt- um at heyja aftur tað umdømi, ið skortandi moralska steðið hjá nøkrum vinnu- livspolitiskum jokarum so ålvarsliga hava løstad, tå teir gloymdu góðan, gaml- an føroyskan sidaarv. Tad var eitt bragd, og eitt inn- lit í sonnu føroysku fólka- sålina, id før heimin runt henda søguliga dagin i Landskrona. Lov og takk fåi tit fåu fyri tað.