Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-09-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. september 1990síða 7

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

KKR TR OR Nr. 142 — 19. september 1990 Nógv koyra uttan kort Ikki færri enn tríggir bilfórarar vórðu tiknir við ongum korti nú ein dagin. Ferðslulógreglan steðgaði 120 bilum í tveir tímar Ein óvani, ið alsamt tykist breiða seg í føroysku ferðsluni, er koyring uttan koyrikort. Ferð eftir ferð verða fólk tíkin, sum koyra bil, uttan at neyðuga koyrikortið er til staðar. Og ferð eftir ferð vísa hesi seg at vera tey somu. >Tað er ikki so sjáldan, at vit taka fólk, sum hava mist koyrikortið vegna ov nógva ferð ella rúsdrekka- Ovast og niðast koyring, men sum kortini ikki akta dómin, men koyra, sum var einki hent,< sigur ferdsluløg- reglan. Til dømis vórðu triggir bilførarar í hesi stóðu tikn- ir, tá løgreglan fríggjadag- in hevði eina grein 13- kanning í R. C. Effersøes- gølu Í tveir tímar stóðu løg- reglumenninir har og steðgaðu bilum, fyri mill um annað at kanna koyri- kort, dekk, ljós og annað. Allir hesir tríggir, ið tiknir vórðu, hava áðrenn mist kortið fyri ov nógva ferð ella rúsdrekkakoyr- ing. >Verður ein rúsdrekka- dømdur tikin, meðan hann einki kort hevur, fær hann bót og noyðist í brumm- una í sjey dagar,< upplýsir ferdsluløgreglan. »Er tað hinvegin vegna ferð, at of je ge kr + ; Di KV pos å skulabonk Skeið í útflutningi, búskap, fyriskipan, starvsfólka- menning, vinnulívsrætti, edv, fundarleidslu o.m.a. standa í yvirlitinum yvir skeið, Føroya Ídnaðarfelag, Føroya Arbeiðsgevarafelag og Skeiðtænasta Handils- skúlans júst hava givið út. Hesiskeið er ætlanin at halda við jøvnum millum- bili tey næstu tvey trý árini. Skeið eru bæði fyri ar- beiðsfólkið sjálvt og fyri leiðarar. SKEIÐ Í ÚTFLUTNINGI Tað fyrsta skeiðið nú er í útflutningi. Har verða við- gjørdir teir mest átrokandi spurningarnir, sum føroysk virki noyðast at loysa fyri at seta í gongd ella økja um útflutning sín. Tað er ikki neyðugt at hava nakrar royndir í útflutningi fyri at luttaka. Skeiðið, ið varir í 20 tímar, verður hildið á Føroya Handilsskúla í Havn frá 10. til 12. oktober. 12 luttakarar kunnu verða við, og luttakaragjaldið er 2.400 krónur. Limir í Føroya Ídnaðarfelag og Føroya Ar- beiðsgevarafelag gjalda tó bert 1900 krónur. Tilmeld- ing á handilsskúlanum í seinasta lagi 26. september. TTT A SKEIÐ FYRI LEIÐARAR "Ovasta leiðsla" nevnist næsta skeiðið, ið verður í tveimum. Fyrrri parturin frá 31. oktober til 2. november, seinni partur frá 28. no- vember til 30. november. Hetta skeiðið vendir sær til eigarar, nevndarfor- menn, stjórar og fyristødu- menn í fyritgkun. Mælt verður til, at tveir luttakarar koma frá sama virki ella stovni, soleiðis at tey kunnu arbeiða víðari við evninum frá tí at fyrri partur av skeiðinum endar, ul hin byrjar. fólk einki kort hava, fáa tey ein rættiliga stóra bót.< hj. Fríggjadagin steðgaði løgreglan 120 bilum í grein 13-kanning. Teirra millum vóru tríggir, ið høvdu kortleysan bilførara. Mynd: Kalmar Hetta skeiðið verður á Hotel Norð á Viðareiði. Lutttakaratalið er avmark- að. Skeiðið kostar 9.000 krónur fyri limir, og 12.000 krónur fyri tey, sum ikki eru limir. Freistin at boða frá luttøku er 19. oktober. … + Síða 7 ——T SVF sæst I W Or hevur fingið ulfar frá Sjónvarpi Før« um landsliðið Talan er fyrst og fremst )ya, SNýT $ um ulfar, sum Trans World Sport skal brúka tl vikuliga pakkan við ítrót artilfari, sum verður send- ur sjånvarpsstødum í ikki færri enn 60 londum! Við øðrum orðum verð- ur tilfar um landsliðið, sum SvF hevur framleitt, at síggja kring allan heim hesar næstu dagarnar. Í Eurosport í kvold Til dømis verður okkurt á skránni hjá Eurosport í kvold, helst einaferð mill- um kl. 22 og 24. >Menn frá TWS vóru millum annað í Føroyum til landsdystin Føroya-Is- land, og tå tosaðu teir við okkum um at fåa ymist til- far, teir brúktu í eini send- ing, sum varð send undan dystinum Føroyar-Eystur- ríki,< sigur Leivur Hansen á SvF. >Vanliga brúka teir hendan arbeiðsmátan, at VW 14 Snar í u m rf c g S Sæst í 60 londum Umframt hava vit eisini sent teimum samrødur við Torkil Nielsen, Jóannes Jakobsen, Páll Guðlaugs- son og Torleif Sigurðs- son,« sigur Leivur. >Hetta seta teir so sjálvir saman til at hava við í vikupakk- anum til tey 60 londini.< So enn bendir einki á, at endurljóðið frá sensa- tionella føroyska sigrinum fer at steðga við tað fyrsta. Umframt alt tað, sum sent verður í sjónvarpið kring allan heim, verða bæði landslidsleikarar, venjari, FSF-fólk og onnur næstan niðurringd av út- lendskari pressu, sum vil vita meiri um okkum. hj.