Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-09-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. september 1990síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Osunn kapping FYRI stuttum kom fram, at landsstýrið hevur álagt Foroya Gjaldstovu at fremja ymiskar sparingar. M.a. skal gjaldstov- an spara 900.000 kr. í post: gjaldi. Spurningurin er hvussu stovnurin kann megna hetta. GITT hevur verið, at peninga stovnarnir fara at bjóða sær til at avgreiða tær almennu pen sionirnar ókeypis. Hetta vil økja umfarið hjá peningastovn- unum við 21 mió. kr. um mán- aðan. Og tað hevur sjálvandi týdning hjá hesum stovnum. Teir kunnu rokna við, at oll inn gjøldini frá teimum, sum fáa pensión, harvið eisini koma peningastovnunum til góðar. VIT HOYRA vanliga, at fólk kunnu leggja alt møguligt, sum t.d. telefonrokningina, elrokn- ingina, oljurokningina o.s.fr. í ein peningastovn, har tey hava lønarkonto, og so verður alt goldið og avgreitt ókeypis. Men trýr nakar at hesar av- greiðslur onki kosta viðkom- andi peningastovni? Og trýr nakar at kostnaðurin verður tikin úr tiltaksgrunninum ella burtur av stovnsfænum? Fyritaksstjóri ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Abyrgdarbladstjåri: Tórfinn Smith | Blaðfólk: Randi Jacobsen - Dagny Joensen - Ólavur W. Høgnesen Hilmar Jan Hansen - Jústínus Eidesgaard Krisjan Dahi VIT HAVA havt samband við ein danskan peningastovn. Vit hava spurt Den Danske Bank hvat tað kostar at avgreiða eitt giroinngjaldingarkort hjá teim- um. Svarið var hetta: hevur inn- gjaldarin fíggjarkonti í Den Danske Bank kostar avgreiðsl- an av einum girokorti 2,50. Hevur inngjaldarin ikki konti, kostar avgreidslan 18,00 kr. Deildin hjå Den Danske Bank i Føroyum — Føroya Banki — ger hetta ókeypis? VIT MUGU spyrja um alt rugg- ar rætt? Hjá Postverki Føroya kostar tað 2,00 kr. at avgreida eitt giroinngjaldingarkort. Hjá Den Danske Bank kostar tað åvikavist 250 og 18,00 kr. alt eftir um tú hevur fíggjarkonto í bankanum ella ikki. Men í t.d. Foroya Banka kostar tað onki. Jú, hetta kostar, tað er sjálv- sagt. Og peningurin verður sum sagt ikki tikin úr tiltaks- grunninum ella burtur av stovnsfænum. Hver er tað so, ið rindar hesa útreiðslu? SVARIÐ ER stutt og greitt: »Øll tey sum hava lán í føroysku peningastovnunum!< Henda útreiðsla er innbygd í ta útláns- Útgevari P/t Sosiaturin Bústaður: Argjavegi 26 Postadresse: Postsmogu 76 Uppseting: P/t Sosialurin Argjum 110 Tórshavn Prent P/f Pressan 1981 Telefon: 11820 Teletax: 14720 rentu, sum Øll ið hava tey, vinnulívslán, húsalán og onnur lán, skulu rinda. Í Danmark verður slíkt virksemi roknað sum lógarbrot. Tað stríðir ímóti donsku lógini um monopol- eftirlit. TALAN ER sostatt um eina sera ósunna kapping, har pen- ingastovnarnir í kapping við postverkið, geva ókeypis tæn- astur við slangu niður í lumman hjá lánarunum, sum gjalda gild- ið. vj. Aftur ein úr samgonguni »Sum tingmaður fyri Norðuroyggjar lati eg mær ikki lynda, at Klaksvíkar Sjúkrahús avhendir sína sjålv- steðu til ein Sjúkrahús- og ein Læknastjóra, sum krevur lutfalsliga meir av smærru sjúkra- húsunum enn Lands sjukrahusinum « stendur i brævi, sum følkaflokstingmadurin sigaley Jogvan vid Keldu hev- ur sent partamanni sin- um i Tinganesi, Olafi Olsen. Brævið verður prentað í Dagblaðnum 14. september. Víðari í skrivinum stendur: „Verður ikki nýggja arbeiðsætlanin fyri sjúkrahúsini ikki treytaleyst tikin aftur fyri friggjadagin ?1 september (tað er í dag) er min tíð sum sam- gongutingmaður lok- in«. Tað verður stuttligari og stuttligari at hoyra og lesa, hvat hesir góðu sam- gongutingmenn hava at siga í hesum døgum. Vit hava júst sæð tjóðveldis- mannin Heina O. endur- taka seg sjálvan í 14. Sep- tember fyri 13. ferð, har hann hóttir við at taka seg úr samgonguni, um ikki hetta og hatta verður tikið aftur ella gjort. Nú kom so túrurin til fólkafloksmannin Jógvan við Keldu. Og tað, sum er serliga áhugavert, er, at nú er ultimatummið stílað til hansara egna parta- mann Olaf Olsen. Ju, Pauli visti, hvat hann gjørdi, tå hann >tók< seg úr politikki. Har komu góðu metingarevni hans- ara honum til góðar. Hann dugdi at síggja, at tað fór at vera heilt burturspilt at brúka sína tíð uppá allar hesar >samgonguuppsig- ararnar«, sum fóru at gera arbeiði í samgonguni óút- haldiligt. Og nú hava vit tað enn einaferð svart upp á hvítt. „Ég lati mær ikki lynda«, veg finni meg ikki i«, »eg eri ikki við longur«, veg eri out< osfr. osfr. Hetta er vorðið heldur tóma og einsformiga tónalagið hjá hesi samgonguni. Álvaratos, er tað ikki uppá tíðina, at tit allir leggja frá tykkum. Tit hava prógvað, at tit eru ikki førir fyri at reka poli- tikk. Hava undanfarnar samgongur verið merktar av hesum afturvendandi hóttingarpolitikkinum, so ber av hjá hesi samgong- uni. Og sum ketta upp úr hevdatrog kemur nú eisini formaður sambandsflok- sins og sigur, at hann heldur ikki er við í sam- gonguni meira, um meira skal gjaldast av reguler- ingskontoini Ja, haldið tykkum nú fast, tað eru bert fýra vik- ur síðani, at Heine O. segði við Sosialin, at um ikki pengar fóru av somu reguleringskonto til landsverkfreðingin, so var hann out.. og soleiðis kundu vit hildið fram. Jú, so sanniliga ein peruvell- ingur, ein — politiskur dunnuhylur — henda sam- gongan. —