fríggjadagur 21. september 1990síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 144 — 21. september 1990
tíðindablaðið
Síða 9
a —wwl ÉÉ
mm >>. / vr ff ff ff ff
A —ð—wwwwwwwiiwiWiIWIWIIWC
Caria, Cliff og Norm sita í barruni, meðan
Sam arbeiðir.
Fríggjadagin kl. 20.30:
Barrin hjá Sam
Sam ger av at venda aftur í skúla at taka
endaligu próvtekuna á læra háskúlanum.
Coach fer við honum, og teir gerast góðir
næmingar — tó av ymiskum orsekum. Hjá
Sam gongur alt lættliga, og Diane fær ein
illgruna.
Leygardagin kl. 14.00:
Rockur i
Knebworth
Fyri fáum vikum síðani savnadust nógvar
heimsstjørnur í enska býnum Knebworth.
Tær høvdu framferslur til frama fyri >Nor-
doff Robbins Music Therapy«. Tað eydnað-
ist at fáa allar hesar rockmillióningarnar at
metast á sama palli, tí allir vóru áhugaðir
at stuðla hesum góða endamáli. Og teir
tóku einki fyri framfersluna. Vit skulu
síggja brot úr framferslunum, sum vóru
11. august. Millum teir kendu solistar og
bólkar kunnu nevnast Tears for Fears,
bólkurin Status Quo, Cliff Richard and the
Shadows, Eric Clapton og Paul Mc-
Cartney.
Leygardagin kl. 21.15:
Lukkuligi tilflytarin 2:3
Hetta er annar partur av filminum, sum
byggir á skaldseguna hjá Mario Puzo um
tilflytaran Lucia Angeluzzi Corbo.
Í fátækrabýlingunum í New York fært
tú framvegis einki fyri einki, men Octavia,
elsta dóttirin er kortini farin at lesa og
vónar at gerast lærarinna.
Hini fýra bernini noyðast eftir forimuni
at hjálpa til heima, og serliga torfert er tað
hjá Vincenzo.
Sambandið millum Lorenzo og Claru
kann ikki haldast loyniligt longur fyri
Tommaso, manninum hjá Claru. Og Frank
Corbo, forsyrgjarin hjá familjuni, hevur
ofta víst, hvussu ósteðugur hann er, og tí
er tað torfert hjá honum at vera í festum
starvi.
Sophia Loren spælir Lucia Angeluzzi
Corbo. Edward James Olmos spælir Frank
Corbo og aðrir leikarar eru Luigi
Basagaluppi, Roxann Biggs, Hal Hol-
brook, Robert X. Modica.
Leikstjóri er Stuart Cooper, og mynda-
ritið hevur John McGreevey skrivað.
Leygardagin kl. 23.00:
Tokrán
Fýra vápnaðir menn ræna eitt tok stúgv-
andi fult av ferðafólki í New York og krevja
1 millión av dollarum í loysigjaldi. Borgar-
stjórin fær ein tíma at útvega pengarnar —
eftir tað verður eitt ferðafólk dripið um
minuttin, til pengarnir koma.
Hetta er ein spennandi amerikanskur
filmur frá 1974.
Walter Matthau
Sunnudagin kl. 17.25:
Otello - it. filmur
Italskur filmur bygdur á kendu Verdis
operaina »Otello«. Leikararnir eru m.a. Pla-
Justino Diaz og Placido Domingo
Sophia Loren vid barninum i føvninginum
Placido Domingo og Katia Ricciarelli
cido Domingo, Katia Ricciarelli og Justino
Diaz.
Operain byggir å leikin hjå Shakespeares
um Othello, sum elskar konu sina, Desde-
mona, høgt, og ti gerst sera evundsjúkur.
Sunnudagin kl. 20.45:
Blindur vegur
Philomena McDonagh og Anthony Allen
Hetta er enskur sjónvarpsleikur frá 1988.
Ein ungur maður, Richard, sum keypir og
selir list, er giftur við Jane, men er vorðin
skotin í einari blindari gentu, Tomasina.
Hann roynir at sleppa burtur úr hjúnalag-
num, men tá ið hann seinni sjálvur gerst
blindur, hópa trupulleikarnir seg upp. Jane
roynir at hjálpa Richard, men hann fær
stuðulin frá Tomasinu.
Týsdagin kl. 21.40:
Dapurt úrslit - am. filmur
Ned (Ron Howard) og Kate (Tarah Nutter)
Ned og Kate eru eini ung hjún, sum búgva
á einum garði og hava nógv mjólkineyt.
Tey eru arbeiðssom og dugnalig, men tá ið
neytini knappliga fara at geva minni mjólk,
og fleiri kálvar eru deyðfeddir, gerast tey
erkymlað. Munnu tey gera okkurt skeivt?
Nei, tað kemur fram, at í fóðrinum er eitur-
evni, og Ned ger vart við tað, men hetta
eru myndugleikarnir ikki fegnir um...
Hósdagin kl. 21.00:
John í miðjuni
John er lærari. Konan er farin frá honum.
Hann fer at vitja ein »terapi« bólk fyri frá-
skild — og her gongur nógv legið fyri seg.
Hin vakra Kate dregur menn til sín. Ralph
er bangin fyri konufólkunum og Kirk er
púra hopleysur, men John verður skjótt
miðdepilin í hesum bólkinum.
Judd Hirsch spælir John.
Hósdagin kl. 21.25:
Vald peningsins - 1:6
Einaferð var uppfatanin av pengum eðrvísi
enn hon gjerdist seinni. Paulus segði, at
pengar vóru rótin til alt ónt<. Shakespeare
kallaði teir í »Timon fra Athen« »tann guli
trælurin«. Men seinni í 19. eld forði idn-
aðarmenningin eina aðra uppfatan við sær