fríggjadagur 21. september 1990síða 15
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
A
TR LE
3
+
á
Nr. 144 — 21. september 1990
Jan Miller, skrivar
Tær mongu gitingarnar
um fólkatingsval í ótíð
hava nú av álvara fingið
bein at ganga á. Danski
forsætismálaráðharrin
Poul Schlúter slær nú
nevan í borðið og vil hava
greitt svar frá flokkunum
í fólkatinginum: atkveða
tit ikki fyri at lækka
skattin, so verður val
longu 8. januar.
Danska stjórnin er
minnilutastjórn við teim-
um trimum flokkunum,
teimum konservativu,
radikalu og vinstra. Týdn-
ingarmesta arbeiðsam-
boðið hjá eini stjórn er
fíggjarlógin, og tað er
hana, sum stríðið nú fer at
standa um.
Tey mongu seinastu ár-
ini hevur danski javnaðar-
flokkurin = atkvett fyri
fíggjarlógini, aftaná at
hann hevur fingið nek mur
av sínum krevum ígjegn-
um. Men í fjør segði flokk-
urin nei og tá kom fram-
burðsflokkurin stjórnini
til hjálpar.
Schlúther & Co. hava so
ringar royndir av hesum
framburðsstuðlinum, at
teir vilja ikki vera bundnir
av honum enn einaferð. Tí
verður kortið spælt yvir
til Javnaðarflokkin, sum
nú má gera upp við seg
sjálvan, hvat hann vil.
Flokkurin hevur higartil
sagt frá, at hann góðtekur
ikki teir stóru niðurskurð-
irnar á arbeiðsmarknaði-
num. Seinni er stjórnin so
komin við einum uppskoti
um at avtaka 6%-skattin,
men hesum tekur Javnað-
arflokkurin ikki víðari
undir við, tí tað ger, at 7
mia. skulu koma í stats-
kassan á annan hátt.
Hóast tað hava verið
nógvar smærri og sterri
politiskar kreppur øll hesi
árini minnilutastjórnirnar
hava stýrt í Danmark, so
hava tær kortini megnað
at sita við valdinum. Men
eygleiðarar vilja vera við,
at ongantíð hevur steðan
verið so torfer sum nú og
halda eitt nú javnaðar-
fólk, at uppskotið hjá Sch-
løther um at lækka skatt-
in bara er valpropaganda.
Hann roknar uttan iva við
vali, og tí vil hann tryggja
sær, at eitt komandi val í
stóran mun fer at snúgva
seg um ynski hjá stjórnini
at lækka skattin.
Eisini millum stjórnar-
flokkarnar eru knútar.
Teir radikalu, sum helst
eisini lukta val í ótíð,
standa til stóra aftur-
gongd í veljarakanningun-
um, og tað er helst ein or-
sekin til, at teir nú hava
ávarað teir konservativu
ímóti at fara ov langt út
til høgru.
Javnaðarflokkurin, sum
heldur fast um, at hann
fer ikki í eina stjórn við
Framburðsflokkin, sigur -
nú, at hann hevur einki
ímóti eini fleiriflokka-
stjórn tvertur um miðjuna
í donskum politikki, men
tá krevur hann sum
stersti flokkur eisini for-
sætisráðharraembætið —
nakað, sum teir konserva-
tivu treyðugt fara at
ganga við til.
Eisini teir radikalu eru
farnir at tosa um eina
meirlutastjórn tvertur um
miðjuna við lutteku av
Javnaðarflokkinum.
Hetta siga teir tí tað er
neyðugt at fáa meira hald-
barar og langtrekkandi
avgerðir tiknar.
Tað nýggjasta er so, at
Poul Schlúther í donsku
pressuni í gjár sigur seg
vera tilreiðar at fara til
val. Um ein meiriluti í
fólkatinginum atkveður
ímóti uppskotinum um
skattalætta, so verður val
hóttir ein rættiliga av-
gjørdur Poul Schlúther á
fleiri av forsíðunum í
donsku blødunum í gjár.
Við at tengja fíggjarlóg-
ina og skattalækkingina
saman hevur forsætisráð-
harrin lagt hart út móti
Javnaðarflokkinum.
Formaðurin í Javnaðar-
flokkinum Svend Auken
sigur við Jyllands-Posten
í gjár, at henda saman-
tengjan má standa fyri
teirra egnu rokning.
— Fyri okkum er arb-
eiðsloysi tann altavgeran-
di spurningurin. Í mun til
hetta stóra mál er 6%--
skatturin einki at rokna.
Danski Javnaðarflokk-
urin fr undir ongum um-
stoðum at atkveða fyri
eini fíggjarlóg, sum ikki
miðjar móti at lækka ar-
beiðsloysið og betra um-
steðurnar hjá teimum,
sum eru ringast fyri í sam-
felagnum.
Ber ótta fyri heimskriggi
Enn er eingin loysn funn-
in á kreppuni í Golfinum,
og spenningurin í ekinum
tykist bara at ekjast dag
frá degi. Hetta hevur fing-
ið ST-aðalskrivaran Perez
De Quellar at ávara móti
einum nýggjum heims-
kríggi.
Hann sigur við arueri-
konsk blå, at vandin ong-
anttíð hevur verið sterri
fyri einum 3. heimskríggi
enn júst nú. Einki rekist
fyri eini politiskari loysn í
Miðeystri, tverturímóti
dubba báðir seg í stríð-
num fyri hvenn dag, sum
gongur.
Hóast altjóða trýstið á
Irak ekist í hverjum, nú
hevur ST samtykt at víð-
ka sanktiónirnar til eisini
at fevna um loftferðsluna
til landið, so svara irakar
aftur við at seta hart móti
herðum.
Sambært irakiska út-
varpinum í gjár brynjar
Irak seg nú ut til kríggj
ikki bara í Golfinum, men
eisini í teimum londum,
sum luttaka í blokaduni
av Írak.
— USA mistekur seg
álvarsliga, um tað heldur,
at talan bara verður um
eitt regionalt kríggj í Golf-
umráðinum. Irak fer at
gera seg inn á fleiri stór-
býir í blokadulondunum,
segði irakiska útvarps-
reddin og helt fram: — Vit
fara ikki at sita hendur í
favn, meðan USA bumbar
býir okkara, men fara at
fora kriggj hjá teimum
sjálvum eisini.
Tað vísir seg eisini, at
irakar hesa seinastu tíðina
hava flutt nógv meira her-
fólk og útgerð til Kuwait
og økini nær markið til
Saudi Arabia. Teir hava
nú 360.000 hermenn og
2.500 stríðsvognar.
Amerikanarar hava
160.000 hermenn í Saudi-
arabia. Tað vísir seg, at
irakiska herútbyggingin
gongur nógv skjótari enn
tann amerikanska. Hetta
verður tikið sum, at Irak
ætlar sær ikki at geva seg
ein tumma, men tvørturi
sinnað at fara
veruligt kríggj vid londini,
sum hava sent herfólk til
Golfin.
moti er
Svøriki gloppar
dyrnar til EF
Tað nógva orðaskifti í Norðurlondum um EF--
limaskap hevur nú av álvara tikið dik á seg í Sver-
íki. Tað er einki dulsmál, at svenska vinnulívið
fegið sær Svøriki sum lim í EF ongantíð ov skjótt
Nú hevur so eisini svenski Javnaðarflokkurin á
landsfundi sínum samtykt at gloppa dyrnar til
EF.
Landsfundurin sigur, at Sveríki sigur ikki nei
til limaskap, um trygdarpolitiska gongdin í
Europa heldur fram og um EF ikki endar við eis-
ini at gerast eitt hernaðarlig heimsveldi.
Við hesi samtykt hevur tann EF-positivi uttan-
ríkisráðharrin Sten Anderson fingið grent ljós til
at hyggja nærri at meguleikanum fyri limaskapi
Sten Anderson segði í vikuni, at Sveríki er sinn-
að at søkja um limaskap í EF innan trý ár treytað
av, at mótsetningarnir millum hernaðarsamgong-
urnar í Europa framhaldandi fara at minka, tí tá
er grundarlagið fyri svenska neutralitetspoli-
tikkinum eisini broytt.
Higartil hevur Sveríki bíðað eftir úrslitinum av
samráðingunum millum EFTA og EF. Sviar vilja
vera við, at EF als ikki er sinnað at geva eftir fyri
nekrum av EFTA-krevunum í samband við inn-
ara marknaðin. Tí kunnu sviar líka so væl sekja
um limaskap verður sagt.
EF-herur nú aftur
frammi
Í EF hevur nú kjak tikið seg upp um at víðka um
samarbeiðið til eisini at fevna um flags hernaðar-
ligt samstarv. Kreftir í EF vilja hava ætlanirnar
um ein felags europeiskan her fram aftur. Hetta
er upprunaliga eitt franskt uppskot, sum higartil
ikki hevur vunnið frama í EF-londunum, men
sum nú Golfkreppan hevur tikið seg upp, er vorð-
in aktuellur.
Tað eru fleiri framstandandi EF-limir, sum
halda, at USA eigur ikki einsamalt at bera byrð-
arnar, tá tað snýr seg um at tryggja heimsfriðin
og vísir við hesum til stóru amerikonsku hjálpina
til Saudiarabia — um somu tíð, sum EF lond hav
staðið rættiliga spjædd í spurninginum um at
lata herfólk og útgerð til Golfin.
Hóast kreftir eru fyri at fáa eina meiri skipaða
EF-verju, so tykjast fleiri av londunum í EF ikki
sinnað at fara so langt sum at skipa ein verøligan
EF-her, sum so aftur verður grundarlagið undir
einum nýggjum hernaðarligum heimsveldi.
Umsóknir
vælkomnar
Sambært tíðindamanninum hjá danska útvarpi-
num í Bruxelles, so fara umsóknir um limaskap í
EF frá londum sum Noregi og Sveríki at verða
vælkomnar á EF-hevuðsborgini
EF hevur brúk fyri at
felagsskapin, nú
fáa fleiri rík lond við í
eltt strt tak sk
hjálpa og útbyggja
ul takast fyri at
Eystureuropa. Roknast kann
eisini við, at fleiri av londunum í Eystureuropa
fara at søkja um limaskap. Tað tykist EF einki at
hava ímóti, men sær helst at lond sum Eysturríki,
Sveríki og Noreg gerast limir fyrst.
f
Í
£
+
#3