leygardagur 8. mars 2003síða 21
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 47 - 8. mars 2003
Nr. 47 - 8. mars 2003
41
Sølufólk til
Til at ferðast kring landið verður søkt eftir royndum
sølufólki at byrja skjótast gjørligt.
Starvið fevnir um:
• At røkja verandi viðskiftafólk
• Uppsøkjandi søluarbeiði
• Sølufremjandi tiltøk
• Rokna út tilboð
• Upplæring/skeið fyri viðskiftafólkið.
Vit bjóða eitt sera áhugavert og fjølbroytt starv, við
nógvum avbjóðingum. Skrivstovan er í Havn, men
arbeiði er um alt landið. Tú mást kunna arbeiða
sjálvstøðugt, og verða kreativur.
Umsøkjari við royndum innan hjálpartólaøkið
hevur fyrimun, hetta er tó eingin treyt, neyðug
upplæring fer fram í Føroyum og uttanlands.
Góður málkunnleiki í skrift og talu er ein fyritreyt,
eins og koyrikort er neyðugt.
Skrivlig umsókn við viðmælum og CV verður at
senda til
Íslandsvegur 39 · FO-100 Tórshavn · Tlf. 315777
Umsóknarfreist: Mánadagin 31. mars.
Ergo & Hjálpartól er ein fyritøka,ið umframt at selja hjálpartól og
ergonomiska útgerð til stovnar, sjúkrahús og privat um alt land-
ið, eisini bjóðar ergoterapeutiska ráðgeving og viðgerð. Fyritøk-
an er stovnað í 2001 og er í støðugari menning.Ergo & Hjálpartól
flytir í størri hølir, miðskeiðis í Havn um stutta tíð.
Tilmelding til
Útibarnagarðin
á Svangaskarði
Tey, ið ætla at søkja um upptøku í Útibarnagarðin
eftir summarfrítíðina mugu lata umsókn inn
áðrenn 1. apríl.
Børn, sum eru fødd í 1997, fáa fyrst pláss og er
upptøkan eftir aldri. Rúmast fleiri, fáa tey elstu í
árgangi 1998 møguleika at verða tikin inn.
Børn, sum eru í dagrøktini, fáa umsóknarblað frá
dagrøktarleiðaranum, onnur kunnu ringja ella
koma inn á gólvið eftir umsóknarblaði.
Útistovan leggur áherðslu á at verða úti og brúka
ymisku árstíðirnar við tí, tær hava at bjóða.Vit hava
kortini góðar møguleikar at vera inni, tá veðrið ikki
er til vildar.
Arbeiðið okkar er eisini,at fyrireika børnini til,at tey
skulu í skúla, við at menna tey til sjálvbjargni og at
menna tey kensluliga og sosialt.
Útibarnagarðurin Útistovan
Á Svangaskarði · FO-650 Toftir
Tlf. 448760 – 228460
-tað loysir seg
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. P/F 3144,
P/F Yngul, 780 Kunoy.
Viðtøkur broyttar:
03.03.2003
Nýtt navn: Sp/f Yngul
Lækkan av P/F-peningi við
kr. 102.044,00 til rindan av
halli og kr. 315.000,00 til
útgjalding til partaeigarar,
viðtikið 08.10.2002 er nú
gjøgnumførd.
Kapitalur: Kr. 82.956,00.
Nevnd:
Farin úr nevndini: Sjúrður
Jacobsen, 765 Svínoy
(formaður), Alfred Petersen,
Suðuroyarvegur 8, 100
Tórshavn og Jógvan Sakaris
Eliasen, Garðsendi 2, 700
Klaksvík.
Tekningarreglur: Felagið
verður teknað av stjóranum.
Skráseting Føroya tann 6.
mars 2003
Kristin Balle
_______________________
Um starvið:
•
Stjórin fyri Serforsorgina og Heimarøktina hevur
fyrisitingarliga og fíggjarliga ábyrgd av Serfor-
sorgini og Heimarøktini innan teir fíggjarkarmar,
sum hvørt ár verða samtyktir í løgtingsins fíggj-
arlóg.
•
Stjórin skal saman við fakligu leiðarunum innan
økini virka fyri støðugt at menna Serforsorgina og
Heimarøktina. Stjórin skal arbeiða fyri at skipa
økini soleiðis, at tey í størst møguligan mun sam-
svara við tørvin hjá brúkarunum við galdandi
treytir.
•
Stjórin skal arbeiða fyri at menna samskiftið við
allar stovnar innan almannaverkið og soleiðis
menna eitt tvørfakligt samstarv.
Førleikakrøv:
•
Viðkomandi útbúgving
•
Leiðsluevni og royndir
•
Vitan um almannaverkið
•
Evni at seta í verk fyriskipanir
•
Evni til at menna leiðarar og starvsfólk
•
Góð samstarvsevni
Setanartreytir:
Starvið er tænastumannastarv, við setanartreytum
sambært løgtingslóg um tænastumenn landsins.
Starvið er flokkað í 37. lønarflokki.
Setanin fevnir um alt Almannamálaráðið og stovnar
undir tí.
Umsókn:
Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast til:
Almannaráðið
Att.: Starvsfólkadeildin
Eirargarður 2
100 Tórshavn
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Sólju
í Ólavstovu, aðalstjóra, ella Eyðun Mohr Hansen,
deildarstjóra tlf. 30 40 50.
Umsóknarfreist:
Umsóknin skal vera Almannamálaráðnum í hendi í
seinasta lagi
Mánadagin 24. mars 2003 kl. 12
Heimarøktin og Serforsorgin
Meginskrivstovan
Uppslag
Stjóri fyri Serforsorgina
og Heimarøktina
Starvið sum stjóri fyri Serforsorgina og Heimarøktina verður hervið lýst leyst til
setan sum skjótast.
Starvið er skipað undir Almannamálaráðnum, við tilvísing til aðalstjóran. Í løtuni
verður arbeitt við at leggja eldraøkið út til kommunurnar,so tann,sum settur verður,
má tola broytingar í sínum starvi.
Skrivstovufólk
søkjast til SEV
Eitt fulltíðarsstarv og eitt hálvdagsstarv sum
skrivstovufólk hjá SEV í Havn er leyst at søkja.
Starvið:
Størvini eru á skrivstovuni hjá SEV í Havn. Fulltíðar-
starvið umfatar í samstarvi við onnur skrivstovufólk
at røkja ymiskar skrivstovuuppgávur, herundir at
passa telefonvekslara og veita kundatænastu.
Hálvtíðarstarvið umfatar at passa telefonvekslara-
skipanina hvønn dag frá kl. 9.00 til kl. 13.00. (20/37
av fulltíðarstarvi).
Útbúgving:
Ynskiligt er,at umsøkjararnir til fulltíðarstarvið hava
skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgv-
ing/ arbeiðsroyndir.
Førleikakrøv:
Umsøkjararnir skulu hava góðar førleikar, bæði í
skrift og talu, í føroyskum og donskum. Harafturat
skal viðkomandi kunna føra samtalur á enskum,við
tað, at ofta hevur SEV samskifti við fólk, ið ikki duga
føroyskt og danskt.
Ein partur av kundatænastu og kundaviðgerð
hongur neyvt saman við debitorbókhaldinum.Tí er
tað ein fyrimunur,at umsøkjararnir til fulltíðarstarv-
ið hava kunnleika til bókhald og teldubókhalds-
skipanir.
Góð samstarvsevni krevjast við tað, at flestu
arbeiðsuppgávurnar verða loystar í samstarvi við
onnur, og skal viðkomandi vera til reiðar at átaka
sær fyrifallandi smærri praktiskar uppgávur, sum
hoyra skrivstovuni til, men sum kanska ikki í øllum
førum kann bólkast beinleiðis sum skrivstovu-
arbeiði.
Lønin:
Fulltíðarstarvið er lønt sambært sáttmála millum
SEV og Starvsmannafelagið.Lønin verður ásett eftir
útbúgving og starvsroyndum og verður flokkað í II.
ella III. lønarflokki.
Hálvdagsstarvið verður lønt eftir útbúgving og
royndum í I. ella II. lønarflokki.
Umsóknir:
Umsóknir skulu saman við prógvum og møgulig-
um ummælum sendast til Elfelagið SEV, Postrúm
319, 110 Tórshavn, og skulu tær vera SEV í hendi í
seinasta lagi tann 24. mars 2003.
Í umsóknini skal tilskilast, um viðkomandi søkir
fulltíðarstarv ella hálvdagsstarv ella bæði.Um bæði
verða søkt, skal tilskilast, hvat umsøkjarin leggur
størri dent á.
Teir umsøkjarar,sum eisini søktu skrivstovustarv hjá
SEV í Havn seinasta heyst, nýtast ikki at senda
prógv, ummæli v.m. inn av nýggjum, men kunna
bert siga frá,hvat starv verður søkt og annars vísa til
áður innsendu umsókn.
Nærri upplýsingar:
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at
venda sær til John P. Danielsen á tlf. 346800.
Tórshavn, tann 6. mars 2003
Elfelagið
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. P/F 2875,
P/F Søkin, 100 Tórshavn.
Viðtøkur broyttar:
06.01.2003.
Nevnd:
Innkomin í nevndina:
Magni Skaale, Slættalíð 2,
100 Tórshavn og Óluva
Skaale, Grønalíð 10, 100
Tórshavn.
Skráseting Føroya tann 6.
mars 2003
Kristin Balle
_______________________
www.sosialurin.fo
Lesið
Sosialin
C
M
Y
K
41
40