Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-09-22, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. september 1990síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Komandi tysdag 25. september, eru lidin 65 år, sidan Suðurstreymovar Javnadarfelag vard stovn- að. Ein av elstu limunum í Javnaðarfelagnum er Elisabeth Henriksen, sum í dag er 87 ára gomul. Elisabeth Henriksen varð borin í heim í Havn, og hevur búð her alla tíð sína. Fyri fáum árum síðani flutti hon á Lágargarð, har hon býr í hugnaligum um- hvørvi, við egnum inn- búgvi - og sjálvandi nógv- um lutum og myndum, sum minna um eitt langt og virkið lív. - Tá tå tosar við Elisabeth Henriksen kemst ikki uttanum at tosa um snikkarastovufólkini og Javnaðarflokkin, og arbeiðið fyri at beta livikorini hjá fólki. Elisabeth Heniriksen: - Pápi mín Jacob M. Mourtisen var sjálvstýris- maður í 20'unum, men hann gramdi seg altíð um, hvussu líuð hesin flokkur gjørdi fyri tann minni menta. Tá í tíðini var tað bert Andrass Samuelsen í Sambandsflokkinum, sum royndi at bóta um sosialu vidurskiftini. Pápi helt ógvuliga nógv av Andrassi Samuel- sen, hóast teir ikki vóru partamenn. BØTA UM LIVIKORINI Tá Javnaðarfelagið varð stovnað, meldaði pápi seg inn í beinanvegin, tí hann var greiður yvir, at her mundi nakað fara at spyrjast burturúr, til tess at gera umstødurnar betri fyri "tann meiniga mannin," og sama ár varð eisini Javnaðarflokkurin stovnaður. - Påpi var handilsmaður og fólk komu til hansara, og bóðu hann skriva brøv o.a. fyri seg, og ti visti pápi nógv um, hvussu vánaligt fólk høvdu tað. Barnaflokkurin í Snikk- arastovu var stórur og pápi vildi serliga hava dreing- irnar - teir vóru sjey í tali - at ganga í realskúla. Yvirlærarin kom ein dagin heim til okkum at tosa vid pápa um at loyva mær at fara í realskúlan, men pápi segði nei. Hann helt iva- leyst, at tað var meira um- ráðandi, at dreingirnir fingu góða skúlagongd. Hevdi tú áhuga fyri at fara í realskúlan? - Nei, eg haldi ikki, men tað kom einamest av, at eg ræddist yvirlæraran, tí eg helt hann vera so strangan. Eg legði einki í tað. KONURNAR DUGDU AT HUSAST Lisabeth og Palli Hen- riksen giftust í 1923 og fingu fimm børn. Tíðirnar vóru ógvuliga vánaligar og fólk høvdu ikki pening millum hendir. Tá fingu gomul fólk ellisrentu, men tað var bert 50 krónur árliga. - Jú, tá var fátæksligt í nógvum heimum, men eitt er vist: - konurnar lá í tíðini dugdu at húsast. Tær bundu og seymaðu alt upp á børnini og dugdu at fáa nógv burturúr ul matna, 0.S.fr. Annars er at siga um hesa tíðina, at tey sum áttu kúgv og torv vóru væl fyri. Tað var mest fiska- arbeiði at fáa, og bæði kvinnur og menn arbeiddu í fiskinum, og tá børnini vóru so mikið fræg, at tey kundu taka eina hond við. Nr. 145 — 22. september 1990 Elisabeth Henriksen: - Hvussu tað er at vera gamal í Føroyum? Tað er tað sama sum at vera ungur, sigur Elisabeth skemtiliga. Hon hevur nógv góð minnir og hevur nú á gomlu døgum sínum, stundir at líta aftur um bak. 700 KR. FYRI EINI HÚS Um hetta mundið kom býlingurin í Havn, sum fekk navnið Rabarbu- kvarterið. Navnið kom av, at húsini sum rabarbur vuksu upp har. Tá kostaðu eini hús 700 krónur at byggja. Tað var stórupp- hædd, og Palle og eg høvdu ikki ráð at fara undir húsabygging, so vit giftust inn til foreldur míni, í Snikkarastovu úti á Reyni. Langabbi ommu bygdi hesi húsini í 1774, og av tí at hann var snikkari, fingu húsini hetta navnið. Seinni bygdi pápi upp í Elisabeth Henriksen minnist aftur í tíðina tá hon var nýgift, og hvussu tað var hjá manninum Palla at koma inn í Snikkarastovufamiljuna. Hann hevði eisini stóran áhuga fyri almennamálum og visti sjálvur, hvat tað heyði at týða, at fólk høvdu ringar liviumstødur. - Palli gjórdist farðirleysur, bert fýra ára gamal. Eftir sat mamman við fýra smáum børnum og ongari inntøku. Hon noyddist at lívbjarga familjuni við tí, sum hon gera við egnum hondum.