Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-09-27, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. september 1990síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 148 27. september 1990 Hava nú stytt : arheiðstiðina 4 Drotning Margrethu Barnagarður í Klaksvík hevur valt at seta arbeiðtíðina hjá hjálp- arfólkunum niður fyri ikki at siga fleiri upp, og vikararnir eru spardir niður í helvt Tað er ikki bara í Havn, at barnaansingarstovnarnir skulu spara. Stødan er tann sama aðrastaðni. Drotning Margrethu Barnagarður hjá KFUM á K í Klaksvík hevur fingið áalagt at spara góðar 360.000 krónur av sløkrum fýra milliónum, sum talið var á fíggjarætlanini, ið varð góðkend í apríl mánaði. Einv vaskikona er upp- søgd, og niggju hjálparfólk eru sett niður í arbeiðstíð og somuleiðis = kgkshjálpin. Aðrastaðni hava tey spart køkshjålpina heilt burtur, men tað ber ikki til at gera í Klaksvík, har gll onnur hava døgurdatima, bæði skúlar og arbeiðspláss. Tá foreldr- ini fáa døgurda á middegi, mugu tey smáu eisini fáa dógurða í barnagarðinum, sigur Kristina T. Larsen, sum er leiðari í barnagarð- inum. Sjukravikararnir eru spardir niður í helvt, og eingin upphædd er longur til barsilsvikarar, so tað verður verri, um nakað starvsfólk skal hava barnsburðarloy vi. - Vit hava valt at gera upp á henda mátan fyri ikki at sigafleiri upp, sigur Krisuna T. Larsen. Harumframt eru konto- irnar til mat, leikur, útferðir 0.3. Settar niður. AVLEIÐINGAR Tað fær sjálvandi avleið- ingar, at stovnurin skal spara so nógv. - Starvsfólkini fáa fleiri skyldur við matgerð, upp- vaski og reingerð, og tað hevur við sær, at minni tíð verður til børnini, sum fáa færri avbjóðingar, m.a. ti tey koma minni út, og børn- ini fáa eisini minni peda- gogiskan stuðul, Kristina Larsen. Hon væntar heldur ikki, at arbeiðsplássið verður líka spennandi at koma á, um hesar sparingarnar halda fram komandi árini. 92 børn eru i barnagarð- inum, harav 40 hålvan dag. Hesin barnagarðurin hevur einki merkt til, at fólk taka børn síni heim av stovninum orsakað av ringum tíðum og minkandi arbeiði. Bíðilisun Sigur er framvegis líka langu. 170-180 bíða eftir atsleppa í barnagarðin. Kristina Larsen sigur, at tey hava greitt foreldrunum frá sparingunum, og ætlanin er eisini at tosa meira um hetta, tá foreldrafundur verður aftur. randi - Kristina T. Tofte- gaard hevur tvey tey seinastu árini verið leiðari í barnagarð- inum í Klaksvík Góður seyður ? Álvur Klakk í Klaksvík letur væl at seyðinum, hann mánadagin fekk av Húsum Mánadagin fekk Álvur Klakk í Klaksvík 51 lomb av Húsum frá bóndanum Símun Højgaard. Tann seyðurin er altíð góður, og tað var hann eisini í ár, sigur Alvur Klakk. Hann er ein av handils- monnunum, sum hvgrt ár keypir nógvan seyð. Alvur keypir úr Sandoynni og úr Norðuroyggjum. Fyrr plagdi hann at fáa flett upp í 700 seyðir árliga, men óttin hjá fólki fyri botulismu gjørdi, at eftir- spurningurin minkaði, og ti keypir hann nú ikki meira enn 300 livandi, og nakað aftrat av krovum. Í ár hevur hann longu flett 250. Hanner so tidliga á veg fyri at kunna selja kjøtið aftur í góðari tíð. Hann væntar ikki, tað fer at ganga so væl sum undanfarnu ár at sclja, nú fólk hava færri pengar at keypa fyri. Før- oyskt kjøt er ikki júst biligur matur. Prisurin fyri kjøtid i år er tdikki ásettur enn. A Husum lata tey væl at D Lombini liggja seyðinum. gj Seyðin varð ikki niðurbundin men stóð leysur á dekk- inum á Barskor um 28 pund í miðal. Hetta var fyrsta gongan norðuri í Dølum hjá bónd- anum Símun Højgaard. Hann rak sjálvur seyðin oman fyrst, og fjallmenninir vórðu so við ul at reka undir rókunum. Væntandi verður farið á fjall aftur í næstu viku. Á hvgrjum ári verður nógv seyður seldur av Hús- um tl Klaksvíkar og til Leirvikar. Seydurin til Leir- vikar plagar at fara vid útróðrarbáti, til Klaksvíkar fer hann við Barskor. Tað er so lætt, tí teir koyra seyðin í bili oman til Barskor, har seyðurin kann standa á dekkinum, uttan at verða niðurbundin. Álvur Klakk sigur annars, at seyðurin, hann fær úr Sandoynni, kemur allur við strandferðslubili. Tað er eisini ein góður máti at flyta seyð. Bilurin kemur til dyrnar við seyðinum. randi Fundurin útsettur Føroya Kommunufelag, Fórshavnar byråd og Før- oya Landsstýri skuldu hava fund í gjár um lønar- sviðurskifuni hjá peda- gogunum, men fundurin varð útsettur, ti sam- gongufundur var. Fundur- in verður væntandi onkun- tíð í næstu viku. Málið snýr seg um, at Føroya Kommunufelag og Tórshavnar býráð ikki góðkenna landsstýrið hevur g Føroya Pedagogfe Landsstýrið og Føroya Pedagogfelag eru samd um, at kommunurnar hava skyldu til at fylgja sått málanun, meðan býráiðið í Havn og kommunufelagið ikki halda landsstýrið hava heimildul at gera slíkan sáttmála, ið bindir komm- unumar. randi Blindastovnur Føroya hevur opið månadag—friggjadag kl. 9.00--16.00. Telefonir: 182 22 og 192 88 FISKIKAPPING i Leirvik Vidrar verdur fiskikapping i Leirvik leyg- ardagin 29/9. Vinnararnir fåa steyp giv- ið av Norðoya Sparikassa. Tekning á tlf. 43099 43003 Bygdarhúsfelagið í Leirvík