fríggjadagur 28. september 1990síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Fríggjadagin kl. 19.30:
Growing Pains
„Greinin hjá Carol«
Carol hevur gjørt av at gerast blað-
kvinna, og hon byrjar við at skriva eina
grein til skúlablaðið um kræklingar.
Maggie, sum hevur lovað at lesa greinina
igjøgnum, áðrenn hon verður latin inn,
fær trupulleikar, tí hvussu skal hon siga
við dottrina, at greinin kann ikki brúk-
ast?
Fríggjadagin kl. 22.03:
»Alfie, Darling
Enskur filmur frá 1975. Cockney Alfie er
lastbilførari og »playboy«. Hann er farin
at hugsa um, um hann framvegis skal
vera ógiftur ella finna uppá okkurt. Á
túrum sínum hittir hann nógvar gentur,
sum eru fittar, men nú hevur hann mett
einum kvinnuligum blaðstjóra og er skot-
in í henni
Leygardagin kl. 15.00:
»Pollyanna«
Am. familjufilmur frå 1960 bygdur á
kendu bókina hjá Eleanor Porter við
sama heiti. Segan er frá 1912, og Polly
anna er vorðin foreldraleys. Trúboðara
hi
tini eru deyð. Hon skal nú bú
ríku mostir síni, Polly, sum hon ongantíð
hevur kent, og í fyrstani eru tær heldur
ikki so væl báðar Tad verður mest ar
beiðskonan, Nancy, sum er um Polly
annu og fær hana at koma í samband við
onnur fólk. Pollyanna og pápi he
plagdu at spæla eitt spæl »ver glad«, har
tey altíð royndu at finna okkurt at vera
glad um. Og hetta spælið lærir hon nú øll
hini. og skjótt verður hon rópt »tann
glaða gentan«
Leygardagin kl. 19.30:
»Married with
children«
Am. sendireð um midalstættarfamiljuna
Bundy. Al Bundy arbeiðir í einum
skógvahandli og liggur á knæ fyri »dam-
unum< mangan. Hetta dámar honum
ikki so illa, í hvussu er betur enn at koma
heim til konuna, sum altíð er í ringum lag
og til bernini, sum altíð eru ónegd. Og
ikki at tosa um grannarnar, Steve og
Marcy, nýgift og góðtrúgvin. Tey halda,
at alt er so gott hjá Bundy og teimum.
- -
Leygardagin kl. 21.30:
Curse of The Demon
Am. ræðufilmur frá 1957. Heimskendi
sálarfreðingurin, John Holden, hoyrir
eina segu frá Joannu Harrington, sum
hann hevur ilt við at trúgva. Hon sigur,
at farbróðir hennara er myrdur av yvir-
náttúrligum maktum, eftir at hava
stríðst móti einari »devulsekt« undir
leiðslu av einum Dr. Karswell. Holden
setir seg í samband við sektina og fær
eitt pappírspetti, sum sigst at hava løgn-
ar og vandamiklar eginleikar. M.a. kann
tað drepa eitt fólk, um tað hevur pappírið
ov leingi um hendi.
Dana Andrews spælir John Holden.
Leygardagin kl. 23.25:
Hammer House
Of Horror
Terence og Laurie Morten hava mist son-
in, og fyri at skumpa sorgina eitt sindur
burtur, ættleiða tey tann 10 ára gamla
James. Men av tí at hjúnini eru sera upp-
tikin av arbeiði teirra, gongur alt ikki
sum ætlað. Og tá James er í nánd, hendir
mangt legið
Sunnudagin kl. 16.45:
South Pacific
Am. filmur frá 1958 eftir kenda musical-
inum hjá Rodgers & Hammerstein, bygd-
á skaldseguna hjá James Mitchener.
Søgan fer fram á einari tropiskari oyggj
indir seinna heimsbardaga. Nellie For-
bush er ein ung sjúkrasystir, sum er farin
í herin. Hon verður forelskað í fraklend-
inginum Emile, men skjótt ger hon tað
liðugt. Emile er vónsvikin og átekur sær
eitt sera vandamikið arbeiði fyri herin
Mitsy Gaynor spælir Nellie og Ross-
ano Brazzi spælir Emile
Sunnudagin kl. 20.00:
»Tad snýr seg um
pengar«
Am. filmur frá 1986. Paul Newman spæl-
ir ein billiard-håvur »Fast« Eddie Felson
(»The Hustler« 1961). Hann spælir to
ikki longur sjålvur, men lærir frå sær.
Hann hevur júst uppdagað ein ungan
dugnaligan leikara, Vincent, og hann bið-
ur hann koma við til Atlantic City. Men
trupulleikin er tann, at Vincent vil vinna
oll spøl, harafturímóti Eddie er meira
áhugaður at vinna allar pengarnar.
Mánadagin kl. 16.30:
Skippy
Australsk sendirød. Skippy er ein tom
kenguru, sum Matt Hammond eigur.
Harin er formaður í Waratah National-
park, og upplivir ofta nógv spennandi
saman við synunum Sonny og Mark.
Ein morgun gerst Sonny sera bilin.
Skippy kemur við einum lítlum koala-
unga í punginum. Sonny letur djóra-
sjúkrahúsinum ungan og fer síðani oman
til ánna við Skippy at leita eftir koala-
mammuni. Har síggja teir nakrar menn í
einum stórum báti, og teir hoyra teir tosa
Gary Pankhurst
um at fanga koalabjarnirnar og selja
djóragarðinum tær. Sonny fortelur pápa
sínum, hvat hann hevur hoyrt, og saman
við Mark og flogskiparanum Jerry fara
teir at fanga tjóvarnar.
Mánadagin kl. 17.00:
Fuzzbucket
Chris Herbert og Phil Foncaro
Hetta er ein amerikanskur familjufilmur
frá 1986
Mickey er ein einsamallur ólukkuligur
drongur. Hann er 12 ára gamal, og tá ið
hini deilast, krógvar hann seg uppi í ein-
um træi, har hann hevur ein vin, >Fuzz-
bucket<. Fuzzbucket hevur hjálpt honum
teir fyrstu dagarnar í tí nýggja skúlan-
um, og nú fer Mickey at gera honum eitt
glas av »heksadrykki« aftur fyri, tí so
verður Fuzzbucket sjónligur...
Mánadagin kl. 19.00:
Tú ert ikki
einsamallur
Danskur filmur frá 1977. Ikki at vera
einsamallur, men at hava vinir, og
onkran sum skilir teg, er evnið í hesum
filminum, sum snýr seg um ein dreingja-
skúla. Rektarin skilir ikki dreingirnar og
kenslur teirra. Ein hending elvir til, at
ein drongur verður koyrdur úr skúlanum,
men hetta ganga hinir dreingirnir ikki
inn uppá...
Mánadagin kl. 22.25:
Alfred Hitchcock
»Eg ansi eftir tæra.
John Forbes selir brúktar bilar og hann
og konan eru altíð ósamd. Ein dagin
koma tveir vaksnir skúladreingir at
keypa ein brúktan bil til eina grýlu-
veitslu. Sama kveld skeldast John og
konan so illa, at hon rýmir, og John fer
aftan á..
Nr. 149 — 28. september 1990
Týsdagin kl. 19.00:
»ySvederen«
Ein sending hjå TV3, sum ikki er ein
quiz-sending, heldur ein dystur millum
lærarar og næmingar. Teir sterku móti
teimum veiku. Tað er Thomas Mygind,
sum leiðir...
Týsdagin kl. 19.35:
Tað 6. offurið
Am. filmur frá 1979. Harry Hannan hev-
ur í mong ár starvast á einari loyniligari
fyritoku. Á veg til ein fund i Mexico
verða hann og konan álopin, og Harry
sær, at kona hansara verður myrd. Hann
yvirlivir, og kemur á nervasanatorium.
Tá ið hann verður útskrivaður, kennir
hann seg framvegis forfylgdan. Meðan
hann hevur verið burtur, er ein gátufer
kvinna, Ellie, flutt inn í íbúð hansara.
Tey gerast væl, og tey fara at leita eftir
monnunum, sum Harry heldur vera eftir
honum.
Roy Scheider spælir Harry Hannan.
Týsdagin kl. 21.25:
Jesse James's
seinasta skot - western
Søgan er úr Missouri eftir amerikanska
borgarastríðið, og byggir lutvíst á veru-
ligar hendingar. Nakrir lógleysir, Frank
og Jesse James, tríggir Younger breður
og breðurnir Miller, eru farnir at herja
har á leið. Teir herja bankar, og eftir eitt
blóðugt bankarán, boðsendir sheriffurin
Pinkertons Detektivbureau at koma til
hjálpar...
Robert, Keith og David Carradine
Mikudagin kl. 18.30:
Hvor ræður?
Nýggjar hendingar í amerikansku sendi-
reðini um ein ungan fráskildan pápa,
sum saman við dóttir síni fer úr stórbý-
num og fer at arbeiða sum arbeiðskona.
Arbeiðsgevarin er ein ung kvinna við ein-
um lítlum soni.