Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-09-29, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. september 1990síða 9

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

te A Nr. 150 — 29. september 1990 Løgtingsval um hálvan november Sambandsflokkurin tekur einki stig til at kalla inn til nýggjan fund og møtir heldur ikki upp uttan hinir samgonguflokarnir lúka tær treytir, flokkurin hevur sett. Bæði Edmund Joensen og Finnbogi Ísakson rokna við nývali. Eingin fundur hevur verið millum samgogu- flokkarnar síðani hver fór til sín hóskveldið. Heldur eingin nýggjur fundur er avtalaður og lítið bendir á, at nakar fundur verður aftur. Edmund Joensen, for- maður Sambandsfloksins sigur, at teir fara ikki at taka nakað stig til nakran fund við hinar lands- stýrisflokkarnar. Heldur ikki fara teir at meta á fundi uttan so, at Sambandsflokkurin frammanundan fær vissu fyri, at hinir flokkarnir vilja ganga undir tær treytir, sum settar eru. Formaður sambands- floksins heldur best vera, at tingið kemur saman og samtykkir eina fíggjarlóg og at val so verður út- skrivað. VAL BEINANVEGIN Formaður Tjóðveldis- floksins, Finnbogi Isak- son heldur best vera, at løgtingid varð kallað inn beinanvegin fyri at sam- tykkja at útskriva nýval. Hann heldur ikki nakað høpi vera í at samtykkja eina fígggjarlóg fyrst. Løgmaður fekk motión so tað forslå hóskveldið tá hann sum ein hvirluvindur rann millum partarnar oman og niðan gjøgnum trappur- nar. Edmund Joensen, formadur Sam- bandsfloksins, tekur einki stig til nyggjan fund mill- um samgongu- flokkarnar. -Skrivid ut val beinan- vegin og so vóna vit, at ein nýggj samgonga verður skipað stutt eftir valið sum síðani kann samtykkja eina fíggjar- lóg. A pappírinum kann val verða týsdagin 13. nov- ember, um tingið td. samtykkir at skriva út nýval longu mánadagin. Men hóast Finnbogi ynskir val skjótast gjør- ligt heldur hann, at vit eiga at bíða til 14. -Vit hava havt so nógv stríð av teimum 13 miljónunum so vit skulu helst ikki eisini hava val 13... FÓLKA- FLOKKURIN BÍÐAR Løgmaður helvur sum Síða 9 skilst ikki slept øllum møguleikar fyri at fáa samgonguna saman aftur. Hann fer at lata sínar samgongumenn koma niður á jørðina aftur nú um vikuskiftid, og síðani seta seg aftur til sam- ráðingarborðið. tór.- 'iarlógin mátti víkja fyri fótbóltinum: Danir flenna at okkum Sum øllum kunnugt, er løgtingsvidgerdin av fíggj- arlógini flutt, av tí at Før- oyar skulu spæla fótbólts- landsdyst. Ein avgerð, sum væl- saktans allir rættskafnir og nøkunlunda klårtsiggjandi føroyingar halda vera burtur úr vón og viti. Men slíkir føroyingar eru ikki til longur! Hóast bragdið móti Eyst- urríki var stórt og spenn- ingurin undan Danmarkar- dystinum er stórur, tykist slíkt vera á markinum til ørskap. Løgtingsvidgerdin av fíggjarlógini skuldi upp- runaliga byrja 9. oktober, men løgtingsformadurin Agnar Nielsen hevur útsett hana til 11. oktober, so hon ikki fellur saman við landsdystinum. Ørskapin í hesum dugir kanska eingin her heima á landi at síggja í løtuni, men onnur síggja tað — og tey flenna at tí. Sum til dømis pressan aðrastaðni: >Hvad er vigtigst, fod- bold eller politik? Pá Færøerne er man ikke i tvivl: Fodbold selvfølge- lig.« (Sitat úr Det Fri Aktuelt). »Færingernes sejr nylig over Østrig har fået øbo- erne til at sætte alt andet end fodbold i anden række. Senest har Lagting- et udsat behandlingen af årets finanslov, fordi den skulle finde sted samtidig med Færøernes landskamp mod Danmark.« (Sitat år Ekstra Bladet). Og seinasta blaðið hevur enntá valt at æra Føroyar við frálíkari keiputekning á aðru síðu. Hana loyva vit okkum við øllum fyrivarni at endurprenta niðanfyri. hj. Tekningin »Færø- gans«, sum týsdagin stóð á aðru síðu i Ekstra Bladet. AN POUTIK se pr & < | PA GRUND N