Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-10-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. oktober 1990síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Oneydugt vid visitationsnevnd sigur Johan Djurhuus, røntgen-yvirlækni, sum starvast å Lands- sjúkrahúsinum og i áravís hevur virkað sum konsulentur á hinum báðum sjúkrahúsunum í landinum. Hann talar fyri at varðveita sjúkrahúsini í Suðuroynni og í Norðuroyggjum soleiðis sum tey eru nú Nakað orðaskifti hevur ver- ið um ætlanina at seta eina visitatiønsnevnd í sjúkra- húsverkinum, og henda ætl- an er ikki fallin í so góða jørð allastaðni, serliga ikki á Klaksvíkar sjúkrahúsi og á Suðuroyar Sjúkrahúsverki. Tad eru eisini teir polit- ikarar, sum hava vent sær harðliga móti ætlanini. Johan Djurhuus, sum er yvirlækni í røntgen á Lands- sjúkrahúsinum, heldur líuð um hesa ætlan. Og hann skuldi vitað, hvta hann tosar um, tí hann hevur drúgvar royndir úr Danmarkar í visitatión. Í 16 ár var hann visitator í sjúkrahúsverk- inum í Keypmannahavn. Johan Djurhuus hevur har- næst verið lækni i Føroyum, bæði kommunulækni og sjúkrahúslækni og hevur í áravís virkað sum konsu- lentur hjá hinum báðum sjúkrahúsinum í landinum, sum hann regluliga hevur vitjað. Nú vil hann fegin gera sínar viðmerkingar til orðaskifuð um tey smáu sjúkrahúsini í landinum í mun ul Landssjúkrahúsið, ið ikki er nakað stórt sjúkra- hús, men tað hevur fleiri funktiónir og væl fleiri læknar enn hini. SKIPANIN NU VIRKAR - Konsulenttænastan hevur alla tíðina virkað væl. Ein røntegnlækni fór aðru hvørja viku til Klaksvíkar ein dag og aðru hvgrja viku em dag tl Suðuroyar. Avtalað varð at kanna sjúklingar bæði fyri maga, tamar og nýru, tá vit komu á - sjåkrahåsini sum konsu- lentar. Sjúkrahúsini løgdu tað soleiðis til rættis, at kanningarnar vórðu gjørd- ar, tá vitkomu, og vit hugdu eisini eftir myndunum og tosadu við læknarnar á staðnum. - Konsulenttænastan hev- ur spart sjúklingarnar fyri langa ferd og ofta eisini at gista í Havn, og tey mistu ikki so nógva arbeiðstíð. Læknin fekk eina lítla upphædd fyri at fara út sum konsulentur, men tann samsýningin er blivin nakað stórri nú. M.a. hava vit fingið ein dag frí fyri at verða meira enn átta tímar t.d. í Klaksvík og tveir dagar frí fyri at verða meira enn eitt samdøgur, sum ofta var tá vit skuldu til Suduroyar. Men nú havi eg persónliga fingið at vitað frá lækna- stjóranum, at henda fritid fellur burtur, sigur Johan Djurhuus. Hann letur væl at sam- starvinum við læknarnar á hinum sjúkrahúsunum, og teir standa sum læknar ikki aftan fyri læknamar á Landssjúkrahúsinum, sigur hann. MUGU HAYA ØLL SJUKRAHUSINI - Eg eri sjålvur fyri at varðveita sjúkrahúsini í Norðuroyggjum og í Suð- uroynni og at menna tey, so tey eru fult arbeiðsfór, sjålvt um tey ongantíð verða so stór sum Landssjúkrahúsið. Johan Djurhuus hevur virkað sum lækni í Føroyum í mong ár, bæði sum kommunu- lækni og sjúkrahús- lækni. Og hann hevur eisini sínar royndir úr Danmark í visitatión - Sjúklingarnir mugu í ein vissan mun hava rætt til at velja, hvat sjúkrahús tey vilja á. Alt annað hevur við sær onøgd, bæði millum sjúklingar, kommunulæknar og á teimum smáu sjúkrahúsunum, ið mugu varð- veitast sum tey eru, tí tað hendir, at ikki ber til at flyta sjúklingar langvegis fyri veður, sigur Johan Djurhuus Tað er neyðugt, ti oyggj- arnar liggja so avsíðis, og tað kann henda ofta, at ikki ber til at flyta sjúklingar úr Suðuroynni ella úr Norð- uroyggjum fyri veður. Tað kunnu vera álvarsligir skað- ar, blødandi magasár ella blødandi barnakonur, ið hava fyri neyðini at koma á sjúkrahús, sigur Johan Djur- huus. KENNA SJUKLINGIN Hansara royndir eru, at sjúklingarnir eru nógv meir- a nøgdir við at vera á teim- um smáu sjúkrahúsunum og við viðgerðina, ið har verð- ur givin. - Tað er so nógv lættari at koma í samband við starvsfólkið og ikki minst er tað lættari at koma í sam- band við læknamar, ið eru so nógv færri í tali. Teir somu læknarnir ganga stovugongd hvønn dag og kenna sjúklingin. Munurin er, at í Havn kennir sjúkl- ingurin seg næstan bara sum eitt nummar. Læknarnir eru so nógv fleiri, skiftast um at ganga stovugongd, og ofta verður spurt upp í saman, tí læknarnir vita ikki allir, hvat hinir hava spurt um, og hvat sjúklingurin hevur svarað. Tað er ikki alt, ið verður skrivað niður, sigur Johan Djurhuus. Sjúkrahúsverkið er nógv útbygt tey mongu árini Jo- han Djurhuus hevur starvast „Nr. 152 — 3. oktober 1990 í Føroyum sum lækni. TORFØRARI AT FAA NAKAD - Tey smáu sjúkrahúsini hava fingið ávísar åbøtur hesi árini, men tann størsta útbyggingin hevur verið á Landssjúkrahúsinum. Fyri mær hevur tað sæð út sum, at tad altid hevur verið nógv lættari hjá Landssjúkrahús- inum at fáa t. d. ein lækna aftrat enn hjá hinum, og tað hevur Landssjúkrahúsið fingið, uttan at hini hava sagt nakað ímóti ti. Tey smáu sjúkrahúsini hava skula stríðst fyri at fingið tað minsta. - Sjálvur haldi eg, at ser- liga útbyggingin á Lands- sjúkrahúsinum hevur ikki altíð verið líka væl umhugs- að. Tá pengar hava verið játtaðir hevur tað fyri mær sæð út sum, at sjúkrastjór- amir hava havt mest áhuga fyri = Landssjúkrahúsinum og lítlan áhuga fyri hinum, sigur Johan Djurhuus. Higartil hevur tað verið so, at læknarnir á øllum trimum sjúkrahúsunum hava havt rætt til at sent sjúklingar av landinum, tá teir ikki hava kunnað fingið viðgerð í Føroyum. - Tann skipanin er í lagi, tí kann hjálp ikki gevast her, eigur sjúklinguurin at fara á =>