fríggjadagur 5. oktober 1990síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10 ;
Á
Scansat/TV 3
Fríggjadagin kl. 16.30:
Chocky
Ensk sendirød i 18 pørtum
5. partur. Tå ið foreldrini hjá Matthew
uppdaga, hvussu hann hevur bjargað
Polly og sær sjálvum undan at drukna,
verða tey ørkymlad og bilsin, ti Matthew
hevur ongantíð dugað at svomið. Men
Matthew sigur, at Chocky hevur lært
hann, og at tað var í veruleikanum
Chocky, sum bjargaði teimum. Bleðini
frætta um tilburðin, og eftir at Matthew
hevur tosað við tey, ringja fleiri heim fyri
at hoyra meira um henda >verndareingil-
in«. Og skjótt gerst tað trupult hjá
familjuni at fáa frið.
Fríggjadagin kl. 19.35:
The Young Riders
Kiowaindiánararnir hava aftur ætlanir
um at fara í kriggj. og Red Bear kemur at
leita eftir Buck og vil hava hann við sær
Buck, sum er »hålvur« indiånari, ivast,
hverju megin hann hovrir heima. Hann
kennir seg best millum reiðmenninar hjá
Pony
Ekspressuni. Men so verður Ike
rændur av indiånarunum
Friggjadagin kl. 21.22
Rocktober: »Head
við the Monkees«
Komandi fýra friggjakveld sendir TV3
við heimskend-
Tann fyrsti er
ymiskar tónleikafilmar
um popp- og rockbólkum
við
The Monkees, sum var nógv frammi í
n varð gjørdur i 1968 og hevur
so gott sum onga segu. Vit fylgja vid lin
The Monkees Peter Tork,
David Jones, Micky Dolenz og Mike Nes
Friggjadagin kl. 23.05:
Twilight Zone
Amerikonsk ræðu-sendireð. Lat hug-
myndir sleppa inn, aftan fyri „títt eg«
finst nakað annað. Har eru sjónir
spakuliga fara vit inn í eitt annað land,
har tað bæði er ljóst og myrkt. Tú ert
júst komin inn í skýmingina, har alt kann
henda
Ein fyrrverandi kurvabóltspælari fær
ein meguleika afturat, men tað kostar
nógv hjá honum og familjuni
Leygardagin kl. 15.30:
Foreldrafellan lll
Amerikanskur familjufilmur frá 1989.
Sudan Evers, ein av hevuðsleikarunum í
filminum, verður sum vaksin vavd upp í
nógv familjustríð. Tríburðarnir Megan,
Lisa og Jessie Wyatt venda heim eftir at
hava verið uttanlands og fáa at vita, at
pápi teirra er vorðin trúlovaður við
Cassie — einari gentu, tey ongantíð hava
hitt. Tey halda ikki, at Cassie er tann
rætta gentan til hansara, og tá ið tey
hitta Susan, sum arbeiðir heima hjá teim-
um, halda tey, at hon skuldi heldur verið
gentan hjá påpanum!
Leygardagin kl. 17.00:
Mr. Majeika
Ensk sendirgð í 6 pørtum
Mr. Majeika er í gandakallalæru, men
hann stóð ikki royndina fyri seytjandu
ferð. Tí varð hann sendur til ein lítlan
enskan bý at vera lærari. Tess betur
hann arbeiðir har, skjótari verður revsi-
tíðin hjá honum. Men ofta noyðist hann
at taka til gandakynstur fyri at fáa
undirvísingina at ganga.
Leygardagin kl. 19.35:
Fast Times at
Ridgemont High
Amerikanskur ungdómsfilmur frá 1982.
Lívið sum tannaldringur er ikki altíð so
einfalt, tá ið tað kemur til frælsi, kynslív,
pengar og skúla. Vit síggja nakrar næm-
ingar í Ridgemont High, hvussu teir
stríðast fyri at sýnast eldri enn teir eru.
Leygardagin kl. 21.15:
»Scars of Dracula
Enskur ræðufilmur frá 1971 eftir Hamm-
er Films
Ein ung genta verður funnin deyð við
merkjum á hálsinum, sum vísa, at hon er
bitin. Tá vita bendurnir beinanvegin, at
tað er hin óndi Dracula greivi, sum hevur
verið har. Teir gera av, at steðga honum
alla og fara allir niðan á
slottið hjá honum og seta eld á. Men so
einfalt er tað kortini ikki
eina ferð med
Sunnudagin kl. 19.00:
Growing Pains
»Superpåpi«
Tad gongst væl hjå Jason at ansa børn-
unum og hjålpa teimum. Hann dugir
næstan ov væl. Maggie kennir seg uttan-
fyri, tå ið hon sær, at børnini fara heldur
til pápan enn til hennara, tá ið nakað bag-
ir
Sunnudagin kl. 20.00:
The Silver Bears
Enskur filmur frá 1978 bygdur á skald-
segu hjá Paul Erdman. Ein sega um
dupultspæl á silvur-heimsmarknaðinum.
Ein ríkur bersmeklari frá Las Vegas fer
inn á europeiska silvurmarknaðin, har
hann roynir at gera eitt stórt kvetti
Mánadagin kl. 19.00:
Lita pá mig Elskling
Svenskur filmur frá 1961. Anna er foto-
model og trúlovað við Karl. Tey royna at
fáa eina íbúð, men enn hevur hetta ikki
eydnast teimum. Anna býr saman við
vinkonuni Ullu, sum er blaðkvinna, og
Karl býr hjá beiggja sínum, Fredrik. Men
Anna og Karl eru ikki ráðaleys. Nú royna
tey at fáa Ullu og Fredrik saman, á
henda hátt verður ein íbúð til hvert par-
ið, men hetta er lættari sagt enn gjørt.
- P
BS) S0Sialurin
Månadagin kl. 22.45:
9 til 5
Sharman kemur ov seint til arbeidis og
greiðir frå at hon hevur verið fyri råni.
Genturnar undrast, hvussu rólig hon er
kortini, men Bud heldur, at Sharman
skal fara á skeið í sjálvverju. Minnelli
legreglumaður, sum skal skriva rapport
um ránið, er meira upptikin at gera seg
upp fyri henni.
Týsdagin kl. 19.35:
Local Hero
=
Fulton Mackay, Burt Lancaster, Peter
Capaldi, Peter Riegert, Chris Rozycki,
Denis Lawson og Jennifer Black
Enskur filmur frá 1983. Hin ungi ar-
beiðssami Mac fær ein stóran møguleika,
tá ið amerikanska oljufyritøkan, hann ar-
beiðir hjá, ger av at keypa ein lítlan
skotskan bý og hava virksemi har. Mac
verður sendur til Skotlands, har hann
fær fríar hendur at avtalur við
íbúgvarnar. Men hann er ikki fyrireik-
aður uppá måtan, teir
samstundis er hann vorðin sera hugtikin
av Skotlandi.
Peter Riegert spælir Mac.
gera
samrådast, og
Týsdagin kl. 21.38:
Sherif Masterson
George Montgomery v.m.
Amerikanskur western frá 1955. Bat
Masterson, sheriffurin í Dodge City,
roynir at hjálpa Amy Merrick at prógva,
at pápi hennara er ósekur, tá ið hesin,
Charlie Fry, er ákærdur fyri morð.
Merrick hevur verið við í eini roynd at
lata indiánarum eitt landagki, sum Fry
vil hava. Verður Merrick hongdur, hóttir
eitt nýtti indiånarakriggj, og verður
hann fríkendur, fara Fry og hansara
menn at herja ekið. Masterson fær hjálp
frá servandum byrsumonnum, Doc Holli-
day og Wyatt Earp, at vera á varðhaldi,
meðan málið er fyri.
Nr. 154 — 5. oktober 1990 |
Kirsten Norholt og gestir
Mikudagin kl. 19.00:
Alt ella einki
Tad er Kirsten Norholt, sum er vertur i
hesari sendingini. 8 luttakarar eru vid,
sum eru til reidar at fara at ferdast vid
einum, tey ongantíð hava hitt.
Ein genta setir trimum monnum
tríggjar spurningar. Hon sær ikki menn-
inar, hoyrir teir bara. Tann, hon velur, fer
hon at ferðast saman við.
Mikudagin kl. 19.35:
Vónarinnar land
Ensk sendirød í 6 pørtum
2. partur
Frank Whitten og Valerie Gogan
Ceci, sum noyddist at giftast við gamla
Bowen, er nú einkja og býr einsamøll á
garðinum saman við Jock. Ginger er feg-
in at kunna hjálpa henni, men henni
dámar illa at lata hann hjálpa sær.
Hon er við barn og eigur í einsemi. Síð-
ani fær hon arbeiði sum kókikona á Hex-
ham — grannagarðinum. Eigarin, Calvin
Laird, er áhugaður í jerðini hjá henni.
Mikudagin kl. 20.30:
Tid til >succes<
>Nú koma kvinnurnar«
Í 90-unum fara kvinnurnar at koma og
seta seg á leidarastørv allastaðni i vinnu-
lívinum — tí at tær eru betri leiðarar. Tað
krevst, at menninir taka seg saman, um
teir vilja verða verandi í hægri størvum.
Prátað hevur verið við nakrar kvinnur,
sum eru komnar í leiðandi sterv og við
nakrar, sum eru á veg. Og eingin teirra
hevur hugsað sær at sleppa manni og
børnum fyri at kunna rekja eitt leiðara-
starv.
Karen Ravn, Jesper Israelsen og Klaus
Schiang-Franck hava gjert sendingina.
Lagt til rættis
Ella Smith Clementsen
Hittist á tif. 156 16