Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-10-09, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. oktober 1990síða 1

allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

frælsi javnaður brødralag Fermd fyri 50 árum síðani Síða 3 í Vit hava ólmi Åsfødin foðingardagstilboð við nýggjum rørum % 8 Sólmiðstoðin v/ Elín Ljósheim P Undir Heygnum 24 £.} 100 Tórshavn - Tlf. 17333 Donsk blød hava neyvan nakrantíð gjørt so nógv burtur úr Føroyum og fóroyingum sum í hesum døgum undan tí stóru upp- gerðini millum føroyska fótbóltslandsliðið og tað danska. Tú hyggur ikki í eina ein- astu danska avís, uttan at har eru myndir av Jens Martin Knudsen við tí eyðkendu topphúgvuni ellaa teimum føroysku sidiligans við før- oyskum húgvum og fløgg- um. Tær litríku myndirnar seta sín serstaka dám á við- gerðina av næstan gllum tí, sum hevur við Føroyar at gera. Og tað er so heldur ikki bara fótbóltur. Har eru greinar um Føroyar sum ferðamannaland, um Før- oyar sum rabundusland 0.s.fr. Men ikki eitt orð um grind og grindadráp. Alt, sum skrivað verður ella næstan alt, ber dám av eini Danmark sjáldsamari viðurkenning av hesi lítlu tjóðini við tí djarva og harðbalna fólk- inum. Og yvirskriftirnar eru nógvar. Vit skulu taka nakrar av teimum frá bløðunum sunnudagin og í gjár. Tvørtur um alla forsíðuna skrivar eitt av teimum mest lisnu bløðunum, Politikken, "Dansk to pá málfest, Michael Laudrup: Vi slár Færøerne 6-0". Teir báðir brødurnir Michael og Brian Luudrup, sum vera við á landsliðnum móti Føroyum verða av blødunum mettir at skorða nógv mál móti Føroyum, nú teir seinasta vikuskiftið skorðaðu mál í feløgum sdinum í Tysklandi og Spania. Ekstra Bladet skrivar "Danmarks drenge har skud i støvlernbe: Go'nathuc", og har er stór mynd av málmanninum Jens Martin m- Leiguíbúðirnar Undir Fjalli Rudda út Knudsen, sum við síni topphúgvu hevur gjørt Føroyar heimskendar. Flest øll donsk blød hava myndir av Jens Martini, bæði á forsíðu og inni í og oftast í litum. Blaðið hevur eisini samrødu við tann kenda skemtaran, Jacob Hau- gaard, sum er føddur í Før- oyum. Hann sigur seg hava ein stóran trupulleika, ti hann veit ikki, hvørjum hannn skal halda við. Mamman er føroysk og konan donsk. - Men eg haldi við mammu, sigur Haugaard við Ekstra Blaðið. Hann hevur eisini eina stóra grein í Politiken við skemtiligari tekning. Sida 5