Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-10-09, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. oktober 1990síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ítróttarparkin 10. oktober 1990 At fóta sær er eins umráðandi og at leypa Ítróttar Sosialurin var frá fyrstu tíð ímóti, at føroyska landsliðið fór upp í altjóða kappingar- fótbólt á so høgum stødi sum EM og HM. Urslitið i Landskrona hevur givið eftirljóð um allan heim. Uttan so at gll úrslit Føroya hereftir vera rættilig stórtap (og tað verða tey neyvan), so hevur landsliðið við Landskrona- dystinum prógvað, at tað nýtist ikki at smokka heilt burturímillum í altjóða fótbólti. Vit fara ikki aftaná at billa ngkrum inn, at úrslitið í Landskrona ikki kom óvart á okkum eins og á flestu onnur. Men útlitini fyri úrslit- unum var ongantíð grundgeving okkara fyri ikki at fara upp í EM-kappingina. Grundgevingar okkara vóru tvær. Fyrsta tann, at tað ikki átti at henda so eftir ráni, sum tað gjørdi, t.v.s. uttan allarminsta orðaskifti í teimum felgum, ið mynda FSF. Í roynd og veru var tað so, at ein morgunin, tá felggini vaknaðu til nýggjan dag, hevdi FSF-leidslan meldað tey og leikarar teirra til! Hin grundgevingin var og er tann, at ung- dóms-, landsliðs- og leiðslu-arbeiðið átti at mennast meira, áðrenn farið var undir so kreyjandi tiltók. Fer hetta landsliðið framhald- andi at fáa góð úrslit (m.a. tí at teir sum slóð- brótarar í óvanliga stóran mun virka sum ein sosial eind), fara so teir, ið taka við eftir hesar at fáa eins góð úrslit? Í hesum viðfangi skutu vit upp, at doyurin varð lagdur á eitt miðvíst ungdómsarbeiði og at felógunum stóð í boði at fara upp í Europa Cup-kappingarnar, - alt meðan landsliðið varð ment og fekk seg roynt í smærri avbjóðingum. Viðvíkjandi leiðslu-arbeiðnum eru vit eftir- bátar so tað forslær; tað verða vit ikki minni nú,, ið uppgávurnar eru vorðnar stórri, binda vit ikki um heilan fingur. Sum dømi kann nevnast, at ta vikuna, landsliðið var i Lands- krona, var tað fullkomuliga ómeguligt at fáa fatur á nøkrum á FSF-skrivstovuni. Annað dómi: í sambandi við venjaraskeið í farna vikuskifti hevði FSF - í øllum landsdystarhurli- vasanum - gloymt at biða um ovara vøll í Havn. Teir komandi venjararnir í føroyskum elitu- fótbólti noyddust oman á niðara veill, ti ovari var lovaður burtur til ein dyst millum Mjørka- dal og Marinustødina! Her má bót á borðið. Skulu vit fara upp í altjóða fótbólt á høgum stødi? Tann spurningurin hevur onga meining í dag, tí hann er svaraður. At stórt tal av leikar- um her á landi - yngri sum eldri - eru vorðnir eggjaðir til at vinna sær eitt landsliðspláss, - tað kann valla vera nakar ivi um. So mikið meira umráðandi er tað, at leiðslurnar - í felógunum eins væl og í FSF - ikki køva hesa eggjan við einum jánkasligum leiðslu- og venjingararbeiði. Eitt slíkt miðvíst arbeiði kann saktans skaffa okkum góða umtalu, góð úrslit og kanska hægri fiskaprís við. Men er prísurin fyri eina lands- liðs-success tann, at tey, ið koma í felggini at spæla fótbólt til stuttleika, ikki kenna seg væl komin og heima, so var landsliðs-arbeiðið betur Ogjørt. Tí er hon ikki bara sum at siga tað, - tann uppgávan, ið fyri stendur: her skal gang- ast á tveimum beinum. Higartil hava vit fingið success í altjóða landsliðs-fótbólti við at leypa út í tað við báðum beinum. Nú er so er eftir at fóta sær... Stovan var um at bresta — tá Torkil Nielsen ta minniligu kvøldarløtuna 12. september bankaði bóltin í eysturríkska netið til sigurs fyri Føroyar Effektivasta psykoterapiin, heimurin nakrantíð hevur sæð, mundi vera omanfyri nevnda málið í Lands- krona, tå Føroyar vunnu 1- 0 á Eysturriki. Teir 46.000 føroyingar- nir, 10 valdu heldur at dvølja heima i stovuni framman fyri sjónvarp- inum, enn at bakka okkara landslið upp á staðnum, vórðu allir sum ein við brestin loystir frá øllum sínum trupulleikum. Føroyar vórðu at kalla endurloystar í einum taki. Eingin tosaði um uttan- landsskuld, gjalds- ella handilsjavnahall ella nak- að annað tílíkt, ið heldur enn fegið ger okkum ger- andisdagin so myrkan. Fótbóltur og einki annað enn fótbóltur Alt annað varð kveistrað til viks. Bert fótbóltslands- liðið stóð eftir. Ymist man hava verið frá einum til annan, hvussu fólk hava tikið tað, tá málið kom. Men í flestu fórum man hava verið gjørt nógv av. Undirritaði fekk í hvussu er høvi at síggja, hvussu beinleiðis mótstandarar av fótbólti og øllum, ið hevur við hann at gera, brádliga elskaðu fótbólt, sum var einki annað til í hesi verð. »Høvdu teir nú bara fingið eitt mál. Tað hevði verið so stuttligt.< Og so brádliga var tað har: Málið! Fólk lupu úr sessi og fram á gólv at leika í. Tað kundi ikki bera til! Dávid og Goliat Føroyar á odda móti einari so stórari fótbóltstjóð sum Eysturríki, ið so at siga al- tíð hevur verið fastur gest- ur í bæði EM- og HM- endaspølum. Jú, hetta var søgan um Dávid og Goliat, sum hon hendi 12. september. Enn einaferð var tað eis- ini Torkil Nielsen, ið átti heiðurin at skjóta okkum eitt avgerandi mál í kass- an. Brádliga rann eisini fjøldini í hug, at tað var jú hann, ið eisini gjørdi mál- ið, tá Kanada mátti lúta fyri okkum í Gundadali. Men fyri tað vóru nerv- arnir ikki enn stillaðir. Og so vóru eisini bara 61 minuttir spældir. Nú varð verri at skula sita og hyggja at restini í heilar 29 minuttir, tí hvat nú, um hin parturin fekk javnað út. Heilt ótrúligt Nei, nei, nei! Hetta var bara heilt ótrúligt. At slíkt bragd skuldi verða framt av okkara góðu landsliðsleikarum var ikki tað, tey flestu høvdu væntað at síggja, tá tey settust frammanfyri skerminum, sum ta fyrstu drúgvu løtuna var svartur Men SEV-brekið varð brátt gloymt, tá tann nú heimskendi føroyski vari- anturin av psykoterapi gjørdist veruleiki, og eing- in fekk hugsað um annað enn fótbólt. Um hetta bragd verður endurtikid nú móti dønum, man vera nakað, eingin rættiliga torir at uúgva av fullum hjarta. Men vit vóna. Og tad gjørdu vit eisini undan fyrra dystinum. hj.