Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-10-09, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. oktober 1990síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ítróttarparkin 10. oktober 1990 Lidleidarin: tiðindablaðið Slapp ikki at síggja Danmark leika Hitti Berti Vogts fyri 16 árum síðani og vónar at síggja hann aftur í oðrum hopi Hóast ikki meira enn fimm ár eru liðin, so er nógv vatn runnið síðani liðleiðarin hjá landslið- num fór til Moskva at síggja danir spæla HM- dyst, men hóast bílagt at- gongumerki, bleiv honum noktað atgongd. Tað var í 1985, áðrenn Gorbatjov, glasnost og perestrojka, og tá ferða- leiðarin saman við parti av ferðalagnum var farin inn á áskoðaraplássini við ellum atgongumerkjun um, so bóru óliðiligu viðurskiftini, ið tá vald- aðu, við sær, at danir og millum teirra feroyski lið- leiðarin = noyddust at standa uttanfyri og hoyra fagnaðin, tá Sovjet vann 1—0. Fjølbroytt uppgåva Tad er Jåkup Simonsen vit tosa um. Fuglfirðing- urin, sum í arbeiðnum á býráðnum í Havn er vorð- in hevuðsstaðarmaður og sum ofrar sína fritid uppá starvið at vera lið- leiðari hjá landsliðnum. Hesa ferð er hann sjálv- skrivaður at hyggja at, og undir dystinum fara vit at síggja hann royna at sissa Páll, tá hann ætlar at renna fram til síðulinjuna at geva leikarunum boð. Men hvat annað inni- ber arbeiðið? Alt tað praktiska við- víkjandi leikarunum. Eitt nú at geva boð til teirra, sum eru úttiknir og av- settir, at ansa eftir at klædnaavtalan við Hummel verður yvirhild- in, at syrgja fyri at leikar- arnir meta til ásettu tíðir- nar og so víðari. Jákupi dámar væl ar beiðið og úrslitini gera tað hugaligt. Nú eru tað fleiri, Undirskrifts- innsavnan Undirritadi boðar frá, at Sosialistiski Loysingarflokk- urin er stovnaður og luttekur í løgtingsvalinum 17. november 1990. Fornøvn Eftirnavn Fødingardagur - Yrki Bustadur tann /10-1990 Undirskrift Send lepan i seinasta lagi mikudagin 10. okt. 1990 til: Dánjal Jákup Jacobsen, Stoffalåg 40, 100 Tórshavn. sum fegin vilja vera hjálp- arfólk hjá liðnum. Áhugin hevur ikki altíð verið so stórur, hverki hjá leikar- um ella hjálparfólki, held- ur Jákup, sum hevur verið í starvinum síðani 1984. Fyrstu dystirnir vóru á heimavelli móti Íslandi og Grenlandi. Úrslitið móti Íslandi var 0—0, men tal- an var ikki um nakað sterkt íslendskt lið. Móti Grenlandi vunnu vit 1—0 og 4—2. Seinna dystin kundu vit væl tapt, tí tá steðan var 2—2 skoraði Grenland, men málið bleiv kolldemt fyri rangsteðu, hóast flestu ikki mettu nakran vera rangstaddan. Henda dystin vóru bert 13 leikarar tekir, og annar á beinkinum var eykamál- verji! Hitti Vogts Jákup Simonsen hevur alla sína tíð verið bitin av bóltinum. Leikti við ÍF, men noyddist at gevast orsakað ryggskaða, og so lá leiðin í leiðarayrki. At Feroyar so skjótt skuldu klatra upp á al- tjóða stiganum kom ikki Jákupi til hugs, tá hann saman við tveimum vin- monnum hitti tveir av ný- klæktu vesturtýsku heimsmeistarunum i 1974: — Vit vóru í Spania, og tað bar ikki beinari á, enn at Berti Vogts og Rainer Bonhof komu á gistingar- húsið, vit búðu á. Tað var stórt upplivilsi, og tað var ikki í huga mínum, at meguleiki fór at verða seinni at hitta teir aftur. Hesir báðir eru nú ávikavist venjari og hjálp- arvenjari hjá Týsklandi, og hver veit, kanska koma vit í bólk við teimum til onkra framtíðarkapping um HM ella EM, heldur liðleiðarin, sum hóast alt ikki roknar við, at Føroyar og Týskland koma í bólk saman við Svøriki i 1992! — Lat okkum nu hava beinini å jørdini og gledast yvir tað, vit hava rokkið, og so vóna tað besta. -nn- Knud Heinesen, stjóri í Spies: »Det bliver alle tiders fight« Ein av teimum denum, sum altíð hevur víst Feroyum stóran áhuga, er Knud Heinesen, fyrr- verandi fólkatingsmað- ur og tingformaður og nú stjóri í Spies-fyritok- uni. Hvat heldur hann dysturin fer at enda við! Tað er eingini ivi um, at tað verður „alle tiders fight«, tí eri eg eisini sera keddur av ikki at kunna vera til staðar í ítróttarparkini. Við føroysku bakgrund míni vildi eg unt feroy- ingum ein sigur, men mest sannlíkt er at dan- ir vinna. Men í fótbólti kann alt jú henda. Martin Berg, politistur: Haldið skansan fyrsta hálva tíman Javnleikur 2-2 - Tad er ógvuliga um rådandi at halda skans- an teir 25-30 minuttirnar. Fåa danir ikki skorað tann fyrsta hálva tíman, so fella teir í fátt. Vit mugu satsa mest uppá verju- fyrstu na og annars hava ein- ar tveir skjótar mans nmi, sum kunnu við skjótleika forbi slikar verjuspælarar sum Fg haldi, at Gunnar Mohr åtti at Lars Olsen verið ein av spælarun um frammi, ti hann er skjótari enn nakar Ove Sprogø, sjónleikari: Javnleikur 1—1 — Tad gleddi meg, at føroyingar vunnu á Eysturríki. Og skulu vit vóna, at Feroyar vinna aftur hesaferð — ella skulu vit siga javn- leik! Eg havi ikki nógv skil fyri fótbólti, so lat meg bara siga javnleik 1-1. Tað er annars gotc, at feroyingar og danir kunnu metast í ítrótti og hava nakrar góðar letur saman. Hans Petur Poulsen, hotelstjóri: Droymt at føroy- ingar vinna — danir sum upsi 1-0 til Feroyar — Eg tippi, at føroy- ingar vinna við einum máli. Eg havi nevniliga havt ein dreym um, at teir fara at vinna. Hava menn sama striåsanda sum i Landskrona, so skal tad nokk ganga. Danir fara ikki at vera so seigir. Tað verður sum við upsa, upsin spennir so øgiligt i, tå tú fær hann á, og tá tú hevur vundið hann upp í hálvan sjógvin, so“ dovnast hann. Vónandi verður við denum sum við upsanum.