Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-10-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. oktober 1990síða 9

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ítróttarparkin 10. oktober 1990 FIF“ I? - - MEN EITT ER NEYÐUGT... Hóast einki kristiligt móti verður avlýst, so fer landsdysturin kortini at loypa ólag á mótivirksemið o.a. í Klaksvík Sum kunnugt byrjar lands- dysturin í kvgld klokkan 18.30 og umleið klokkan 20.15 bríkslar dómarin fyri seinastu ferð. Hvussu við teimum tiltókum, sum plaga at vera um hesa tíð- ina mikukvøld. Vit hava spurt okkum fyri í Klaks- vík. EMMAUS Í Emmaus er vanliga metið mikukvøld klokkan 20.00. Tað verður tað eis- ini í kvgld. Men Jóhann Henriksen, Emmaus, segði á møtinum sunnu- kveldið: - Møti verður sum van- ligt mikukvøldid klokkan átta. Fólk mugu endiliga koma, sjálvt um tey eru nakað seinkað. Eingin á møtinum mundi ivast í, hvat hann sipaði til. Jóhann Henriksen hevur annars verið við at fyri- reika Føroya-ferdina hjá Birger Christensen fra Or- det og Israel. - Hann byrjadi måna- kvgldið og skal hava metir hvønn dag eina viku fram, - uttan í kvold! veit Jóhann Henriksen fyri Sosialinum. KFUM & K I KFUM á K eru eingi møtir mikukvøld. - Men eg rokni ikki vid, at tað hevdi verið útsett orsakað av einum lands- dysti, - tað hevði eg ikki roknað við, sigur Óli Poulsen, ið sjálvur fer at hyggja eftir dystinum í sjónvarpinum. - Spyr ikki meg, hvat hann endar við, sigur Óli Poulsen. Eg eri ikki so á- hugaður í fótbólti, men í hesum føri eri eg øgiliga spentur. - Men eg vænti, at før- oyingar tapa heilt nógv... BETESDA Í Betesda er møti vanliga meti mikukvøld. Tað verður tað eisini í kvold. Men ein av ábyrgdar- monnunum í Betesda- samkomuni, Steinbjørn Jacobsen, sigur, at helst verða tað fleiri, ið fara at koma seinni enn klokkan átta. - Hvussu verður við Steinbirni Jacobsen? - Jú, tað kundi væl hent, at hann kom eitt sindur seinni enn hann plagar, sigur Steinbjørn Jacobsen, ið roknar við, at úrslitið verður javnleikur. SOLO DEO GLORIA Á Solo Deo Gloria er andakt hvørt mikukvøld. Men hon er so seint sum klokkan 21.30, so lands- dysturin fær onga bein- leidis åvirkan. - Eg rokni heldur ikki vid, at tað hevði verið broytt, um tað fall saman, sigur Eivinn Bringsberg. Sjålvur ivast hann ikki i, hvar hann hevdi verid, um so var: - Eg hevdi verid å andaktini, - tað er meira umráðandi enn fótbóltur. Tey flestu hava eisini video í dag, sigur Eivinn, ið roknar við at Føroyar kunnu fåa javnleik, um teir stríðast eins nógv og í Landskrona. Men koma danir framum í fyrra hálvleiki, so kann tað væl henda, at vit verða fyri stórtapi. Fødingardagur er í hús- inum hjá Eivinni í dag, men hann fer at hyggja eftir dystinum so frægt sum gjørligt. KOYRI-TEORI Símun Waag Høgnesen, koyrilærari, eigur eftir skránni at undirvísa í Lor- vík í kvold. - Tað verður av ongum, kann eg lova tykkum fyri. Tað er avgjørt fyri langari tíð síðani, sigur koyrilær- arin avgjørdur. - Sjålvt um eg hevdi mølLt upp, so ivist eg ikki i, at eg hevdi verid rætti- liga einsamallur, leggur hann aftrat. - Eg fari at seta meg væl fyri framman fyri sjón- varpinum, sigur Símun W. Høgnesen. - Eg seti eingi tel á úr- slitið, - tað valdast nógv um leikgongdina, serliga fyrst í dystinum, sigur hann. Hann fer at rigga sær eina termokannu við drekka til fyri dystin: - Verður konan líka spent sum í Landskrona- dystinum, so ger hon ong- Tað fer at ganga ein løta, áðrenn fullsett verður í teimum sam- komuhúsum, ið hava metið um tað mundi, landsdysturin er í sjón- varpinum. Myndin er úr missiónshúsinum í Lorvík Mynd: hilmar jan an drekkamunn í hålvleik- inum... STJÓRNAN Stjørnan er sjálvandi far- in undir venjingina. Men vant verður ikki miku- kveld. - Vit hittast kortini í kvold fyri at síggja dystin í sjónvarpinum, sigur Bo Mikkelsen, nýggi danski venjarin hjá Stjórnuni, ið nýliga er fluttur higar. Vit sóu dystin saman, tå Før- oyar spældu í Landskrona, og tað var sera hugnaligt. ówh Úr Føroyum? >ACH S0!« Tad er ikki lukkuligt, sum øll eru vorðin tjóðskaparlig av før- oyska sigrinum å Eysturríki Og tað er ikki bara her á landi, at hesin sensationelli fótbólts- sigurin er dámdur og hevur birt upp undir tjóðskapar kenslurnar Eitt nú dámar tysk arum, ið hava eitt horn í síðuni á eyst urríkarunum, væl, at grannarnir eru til tað turra spott í altjóða fótbólts-heiminum. Tá presturin hjá donsku samkomum! í Husum, føroyingurin Olavur Rasmussen, var á sjúkrahusi viO dótrini herfyri, varð prátað aftur og fram. Tá teir báðir lækn- amir komu eftir, at tey vóru úr Føroyum, var tað Landskrona- dysturin, ið fyrst kom upp á tal: - Ach so, føroying- ar, ja tað vóru jú teir, ið slaktaðu eyturrík- arar..., hildu teir fyri og gníggjaðu sær hendurnar, fortelur Ólavur úr Týskalandi. Føroyar verða havdar meira á orði har niðri enn tær vórðu frammanundan. - So vit sóla okkum í landsliðnum, - inntil í kvgld...! ówh V4-tølini V4-tølini i dråtti nr. 863 6. oktober 1990. Tølini: 90 — 39 — 92 99 — 41 — 65 — 73 — 25 — 77 — 64 — 56 72 — 48 — 47 — 10 79. Vinningur: 19.900,- kr. Vinnarar: Ein i Torshavn.