Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-15, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. februar 2003síða 23

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

44 Nr. 32 - 15. februar 2003 Nr. 32 - 15. februar 2003 45 FØÐINGAR 4. februar fingu Anna Kristina og Andras Samson, Klaksvík, ein son. Hann var 52 cm. og vigaði 3380 gr. 7. februar fingu Anna Christiansen og Brandur Dalsgarð, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 52 cm. og vigaði 3625 gr. 10. februar fingu Rúna Wardum og Ingi Rasmussen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 52 cm. og vigaði 3620 gr. 10. februar fingu Edith Vang og Sámal Petersen, Kaldbak, ein son. Hann var 53 cm. og vigaði 3650 gr. 12. februar fingu Bjørg Hofgaard Joensen og Áki Siggert- son Nielsen, Herlev, ein son. Hann var 50 cm. og vigaði 3000 gr. 12. februar fingu Ella Leivsgarð og Hilbert Jacobsen, Vestmanna, eina dóttur. Hon var 55 cm. og vigaði 4500 gr. 12. februar fingu Rannvá Rasmussen og Gert Langgaard, Saltangará, ein son. Hann var 52 cm. og vigaði 3260 gr. 12. februar fingu Lovisa og Heri Niclasen, Tórshavn, tvíburar – gentur. Tann eina var 47 cm.og vigaði 2350 gr og hin var 44 cm. og vigaði 1590 gr. Gudstænastur Septuagesima sunnud. Havnar kirkja: kl. 11, Bjarni Bæk Vesturkirkjan: kl. 11, Bergur D. Joensen Argir: kl. 11, altarg., Heri Joensen og Niels Jacob Nielsen, trúboðari Nólsoy: kl. 12, Sonja Klein Kaldbak: kl. 12, Erland Beder Vestmanna: kl. 12, Petur Martin Rasmussen Sørvágur: kl. 12, David Johannesen Fríðrikskirkjan: kl. 11, altarg., Martin R. Jacobsen Christianskirkjan: kl. 11, Niels Pauli Danielsen Árnafjørður: kl. 11, altarg., Hans Eiler Hammer Skála: kl. 11, altarg., Jógvan Fríðriksson Hvannasund: kl. 12, Elsa Funding Gjógv: kl. 12 messa, Funningur: kl. 17 messa, Emil Olsen Norðskála: kl. 17, altarg., Peter O. K. Olofson. Kirkjukaffi aftaná Hósvík: kl. 12, Inga Poulsen Dam Leirvík: (missiónshúsið) kl. 12, Uni Næs Dalur: kl. 12, altarg., Jákup R. Hansen Vágur: kl. 11, Ólavur Rasmussen Tvøroyri: kl. 11, altarg., Sandvík: kl. 18, altarg., Jónsvein Bech Frelsunarherurin, Tórshavn Sunnudagin kl. 11 Møti, Palle Petersen talar, kl. 14 Sunnu- dagsskúli, kl. 17.30 Bøn, kl. 18 Møti, underbefalssetan, Sámal Jákup Joensen talar, øll eru vælkomin. Mánadagin kl. 17 og 19 skótamøti. Týsdag kl. 17 og 20 Horn- venjing. Aglow, Tórshavn Temadagur verður í hølunum hjá Frelsunarherinum leygar- dagin tann 1. mars kl. 10.00. Evnið: Ein vegur burtur úr tunglyndi, ótta og beiskleika. Tilmelding á tlf. 313413 í seinasta lagi mikudagin tann 25. feb. Kostnaður: 100,00 kr. døgurði íroknaður. Allar kvinnur eru vælkomnar. Missiónsvikan á Argjum Leygarkvøldið kl. 20 Møti, talari: Ingolf Johannesen, Sandavágur, sangur: Streingjakórið á Glyvrum. Innsavnað verður til húsið. Sunnudagin kl. 11 Gudstænasta v/ altarg., talari: Heri Joensen, Sunnudagsskúli og Junior kl. 14, Møti kl. 18, talari: Niels Jacob Nielsen, Strendur, sangur: Argjakórið. Innsavnað verður til Heimamissiónina. Meinigheitin í Hoyvík uppi á Brekku 3 Sunnudagin kl. 11 Guds- tænasta v/ Magnus Simonsen, kl. 14 Sunnudagsskúli. Mánakvøldið kl. 20.30 Bønar- møti. Hebron, Argir Sunnudagin kl. 10.30 Minnis- máltíð Harrans – ímeðan er barnaansing, kl. 12 Sunnu- dagsskúli – samstundis er møti, har Øssur Berghamar talar. Evni »Samkoman – náðigávur og tænastur«. Sí dagførda heimasíðu: www.hebron.fo Filadelfia, Landavegur 22 Sunnudagin kl. 11 Morgun- møti v/ Alex O’Campo, kl. 11.30 Barnagudstænasta, kl. 18 Evangel. møti, Palli og Jonna Højgaard luttaka. Heimasíðan: www.filadelfia.fo Katólska kirkjan Hvønn gerandisdag kl. 17.30 Messa í Kerit. Leygardag kl. 11.30 Messa í Kerit. Sunnudag kl. 11 Hámessa v/ Martin de Leur í Mariukirkj- uni. Sunnudagsskúli kl. 14. Meinigheitshúsið Leygarkvøldið kl. 19.30-22 Juniorhugni fyri 6. flokk og eldri. Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli, kl. 18 Møti við Høgna Poulsen. Ebenezer Sunnudagin kl. 10 Breyð- bróting, kl. 12 Sunnudags- skúli, kl. 18 Evangel. møti. Týsdagin kl. 17 Frítíðar- arbeiði. Mikudagin kl. 17 AWANA, kl. 20 Bønar- og uppbygging- armøti. Øll eru hjartaliga vælkomin. Heimasíðan: www.ebenezer.fo KFUM og KFUK í Havn Mánadagin kl. 15 í KFUK: Eldrasamkoman við Dávid Johannesen presti. Evni: Hásongurin. Týsdagin kl. 17 í KFUK: Várgleði fyri børnini. Samkoman Lívdin Sunnumorgunin í Hoyvíkar skúla, familjumøti kl. 10.30, talar Potter úr Onglandi og tilbiðjanarmøti kl. 12 talar Hjørleif Wang. Barnaansing, fyri børn undir skúlaaldur, er á báðum møtunum. Sunnudagsskúlin er kl. 12. Drekkamunnur er millum møtini. Týskvøldið: Húsbólkar. Heimasíðan: www.livdin.fo Rhema á Hálsi Mikukvøldið kl. 20 Sam- komufundur. Fríggjakvøldið einki ATAP (barnaklubbur). Sunnudagin kl. 17 Møti og sunnudagsskúli (Bønarmøti 1/2 tíma áðrenn). Øll eru vælkomin. www.rhema.fo Tórshavnar Hvítusunnusamkoma Yviri við Strond Sunnudagin kl. 11.00 Mor- gunmøti, kl. 18.00 Evangel. møti. Øll eru vælkomin. Samkoman Immanuel Sunnudagin kl. 13 Sunnudagsskúli, kl. 17 Møti. Saron, Vestmanna Sunnudagin kl. 18 Missións- møti við Jógvan Johannesen, filmur úr Rumenia og Kenya verður vístur, øll eru vælkom- in. Telefonandaktin 424741. Vestmanna Missiónshús Sunnudagin kl. 14.30 sunnu- dagsskúli, kl. 19 Møti við Petur Nolsøe úr Kaldbak o.ø. Hvalvíkar missiónshús Sunnudagin kl. 14.30 Sunnu- dagsskúli, kl. 18 Møti v/ Árna Jacobsen. Øll eru hjartaliga vælkomin. Haldarsvík Møti verða í avhaldshúsinum undir heitinum Kristus er svarið. Fríggjakvøldið kl. 20 v/ Tormund Hansen, Menn úr Kollafirði syngja. Leygarkvøldið kl. 20 v/ Kaj- berg Davidsen og Sigfred Johannesen, Magda og Mai- britt syngja. Kæri vinur kom og ver við! Keldan, Skálafirði Leygarkvøldið kl. 21 Opið hús. Sunnudagin kl. 17 Møti við Eivind Bringsberg. Barnamøti kl. 17. Vælkomin í Kelduna. www.keldan.fo Evangeliskt møti verður í hølinum hjá Arbeið- arafelagnum »Hæddini« í Runavík mikudagin 19. feb. kl. 19.30. Øll eru hjartaliga vælkomin! Lívsins Orð Sunnudagin kl. 10.30 Møti við Kára Jacobsen. Mánadagin kl. 17 møta Liljurnar og Ungdómsmøti kl. 20. Gøta Ungdómsmøti verður í kirkju- kjallaranum í kvøld kl. 20. Magni Christiansen luttekur. Øll eru hjartaliga vælkomin. Thabor, Fuglafjørður Ungdómsmøti verður leygar- kvøldið kl. 21. Sunnudagin kl. 14.30 Sunnu- dagsskúli, kl. 18 Møti. Kirkjan í Mikladali Møti verður leygarkvøldið kl. 20 við luttøku av teimum ungu í KFUM & K í Klaks- vík. Øll hjartaliga vælkomin. TILTØK EITT LJÓS Á GØTU MÍNI Kæri himmalski faðir! Takk fyri allar tær, ið gjørdust møður, uttan sjálvar at føða lív. Amen »Man kona gloyma bróstabarn sítt, ein móðir tað barn, sum hon bar undir hjarta? Hesar mega gloyma, men eg gloymi ikki teg« Jesaja 49,15 Skriftorðið er partur av eini útsøgn, har Ísraels undursama frelsa verður fráboðað. Fólkið fjølgast í stórum, og børnini hjá hin barnleysu eru mong. Tey eru fostrað av øðrum, venda aftur og menna landið. Á hesum sinni verður skriftorðið tikið úr sínum egna høpi. Ístaðin lata vit orðið vera íblástur, nú vit leysliga greina brot úr sálminum hjá Jákupi Hansen »Góða mamma, eg vil sova«. Dagurin er runnin, og barnið verður lagt at sova. Gott er at kunna fara til songar, tá møðin vitjar. Hitt lítla barnið biðjur mammu sína rista krossins merki og læra seg faðir vár. »Góða mamma, far ei frá mær, // far ei út um stovugátt; // bið Guðs einglar standa hjá mær, // vera vernd hjá mær í nátt« Mamman er tað besta, ið barnið eigur. Skaldið nemur frið- in. Móðurkærleikin er falsleystur. Tá skriftin nevnir, at ein mamma kann gloyma, so veðrur hetta nevnt til tess at skapa mótvekt. Ein mamma kann gloyma barn sítt, men Guð hvørki gloymir ella svíkir nakran. Tá Jákup Hansen doyði í 1967 skrivaði Maurentius Við- stein minningarorð um skaldið í Dagblaðnum. Vit endurgeva eitt brot: »Jákup var móðurloysingúr úr Havn. Faðir hansara var Dia hjá Sáru, vælkendur træsmiður í Havn. Við góðari grund livir hetta orðalagið á manna munni: »Fátt er sum faðir – einki sum móðir«. Havnin var lítil tá, og eingin ríkisbygd heldur. Har var einki fyri móðurloysingum. Har var lítið annað til ráðar at taka, uttan at fáa dreingirnar út til góð fólk, so teir fingu mat og klæði – síðan mátti Guð teimum ráða. Sagt er av teimum, sum vistu tað, at tað vóru tyngstu spor, ið Dia hjá Sáru segði seg hava gingið, tá ið hann fór heim um Reynsmúla, leiðandi sín yngsta son við hondina, og Havnin fór afturundir. Hann var á veg til Kirkjubøar við Jákupi«. Í 1908, yrkti skaldið sum 27 ára gamal sálmin. Mamman er góð, og Jesus er góður. Sæl verði hvør kvinna, sum tók børn til fosturs ella á annan hátt dugnaði ungum og yngri, tá á stóð. Mangar kvinnur royndust børnum bestu møður, – eisini tær, sum sjálvar ongantíð bóru barn ella føddu lív. Amen. Jógvan Fríðriksson PRÓGV Jenny Thomassen, Tórshavn fekk tann 24. januar prógv sum pedagogur á Slagelse Pedagog Seminarium. ANDLÁT 6.2 Dorthea Gøthe í Norðagøtu, 95 ár Jóhanna Joensen í Norðskála, 91 ár 10.2 Svend Holm, í Hvalba, 76 ár Tróndur Udbø Petersen, í Havn, 19 ár 11.2 Jenny Eliasen, í Leirvík, 88 ár Karolina Simonsen, Saltangará, 97 ár 12.2 Georg Thorsteinsson, Havn, 76 ár Jóan Jacob í Haraldsstovu, Sandavágur, 87 ár Tórshavn: Læknavaktin tlf. 310033 Eysturoy: Leygardagin 15.2. Gøta, tlf. 44 10 86 Sunnudagin 16.2. Eiði, tlf. 42 30 06 Norðoyggjar: Læknavaktin tlf. 458888 Vágar: tlf. 332413 Suðuroy (norður): tlf. 371560 Suðuroy (suður): tlf. 373030 Tannlæknavakt, Tórshavn Bráðfeingishjálp fæst leygardag, sunnudag og halgidagar kl. 10-11. Tlf. 314544. LÆKNAVAKTIR 80 ÁR Í dag, 15. feb. verður Marianna Nielsen, Sandavág- ur, 80 ár. Dagurin verður hildin saman við familjuni. 90 ÁR Sunnudagin 16. feb. verður Sigrid Andreassen, Sør- vágur, 90 ár. Dagurin verður hildin hjá dóttrini Paulu Joensen í Miðvági eftir kl. 16.00. Soli Deo Gloria Hóskvøldið kl. 20 Ungdóms- møti. Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli, kl. 18 Møti. H. E. Hammar talar. Mánakvøldið kl. 20 Meinig- heitsfundur. Getsemane, Klaksvík Mikukvøldið kl. 20 er Bønar- møti. Fríggjakvøldið kl. 20 Ung- dómsmøti. Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli og kl. 18 Møti. Tú ert hjartaliga vælkomin. Betania, Skopun Leygardagin kl. 11 Barna- arbeiði (3) 4 til 6 ár, kl. 14 Barnaarbeiði 1., 2. og 3. fl. kl. 16 Barnaarbeiði 4., 5. og 6. fl. Sunnudagin kl. 11 Morgun- møti, kl. 18 Evangel. møti. Verið hjartaliga vælkomin. Missiónshúsið í Skopun Sunnudagin kl. 14 Familju- møti. Øll eru hjartaliga vælkomin. Einki møti um kvøldið vegna missiónsvikuna í Dali. Missiónsvikan í Skopun verður 27.-30. mars. Missiónshúsið á Tvøroyri Ungdómsmøti verður leygar- kvøldið kl. 20. Sunnudagsskúli verður sunnu- dagin kl. 14, kl. 18 Bønarmøti fyri missiónsvikuni. Øll eru hjartaliga vælkomin. Aglow, Suðuroy Møti verður leygarkvøldið kl. 20 í »Fjallbrúður« í Vági. Allar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar. Frelsunarherurin, Vágur Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli, kl. 18 Evangel. møti. Mánakvøldið kl. 20 Heima- forbundið. Sion, Vágur Sunnumorgun kl. 11 Morgun- møti við breyðbróting, kl. 18 Evangel. møti. Mánakvøldið kl. 21 Bønar- møti. Betel, Vágur Sunnudagin kl. 11 Breyð- bróting, kl. 13.30 Sunnudags- skúli, kl. 18 Evangel. fundur. Mánadagin kl. 20 Bønar- fundur. Ónsdagin kl. 20 Uppbygging- arfundur. Missiónshúsið, Porkeri Møti verður sunnukvøldið kl. 18 við luttøku av Tvøroyri. Øll eru hjartaliga vælkomin. Bygdahúsið í Lopra Møti verður sunnukvøldið kl. 20. Øll eru hjartaliga væl- komin. Betania í Porkeri Á ungdómsfundinum í kvøld kl. 20 talar Marner Magnus- sen. Svein luttekur við sangi. Møtiskrá hjá føroyska trúboðaranum í DK 10.-16. feb. í Dronningslund missiónshúsið, hvørt kvøld kl. 19.30. 17. feb. í Finnerup missións- húsið kl. 19.30. Dagtilhaldið í Vági er opið hvønn týsdag og tórsdag frá kl. 15.00-18.00. Øll kunnu vera við. Tilhaldið í Sandoynni Opið er mánadag og mikudag frá kl. 14-17 í missiónshús- inum á Sandi. Drekkamunnur er at fáa báðar dagarnar. Mánadagin 17. feb.: Maja Horn lesur upp søgu. Mikudagin 19. feb.: Upplestur. Kortspæl og onnur spøl. Dagtilhaldið Fløvin kemur saman mánadag- fríggjadag kl. 15.00-18.00 í húsunum hjá Kongshavnar Kvinnufelag. BRÚKARASAMTAKIÐ Brúkarasamtakið er felag fyri brúkarar í Føroyum. Lima- gjaldið er 100 kr. árliga. Øll, einstaklingar frá 16 ár og feløg, kunnu gerast limir við at skriva til postadressuna niðanfyri, ella venda sær til ein í nevndini: Ingun Simon- sen, forkvinna, 317782/ 211696, ingun@post.olivant.fo Hans Pauli Strøm, skrivari, 424044/221919, hps@kallnet.fo Gunnleivur Dalsgarð, kassam., 314868/311210, gunnleiv@starvsmf.fo Høgni Debes Joensen, 311832, trongrim@post.olivant.fo Kristina Samuelsen, 311883/211883, kris@logting.fo Brúkarasamtakið, Postboks 165, 110 Tórshavn Reyði Krossur Føroya Sorgarlinjan svarar mánadag, mikudag og fríggjadag kl. 19.00-21.00 á tlf. 319630. Kennir tú føroying í Keypmannahavn, ið hevur tørv á vitjan ert tú vælkomin at seta teg í samband við Reyða Kross Føroya, Bryggjubakki 10, 100 Tórshavn tlf. 319130/61 655400. Tilhaldið í Tórsgøtu 21, tlf. 316491 Opið er mánadag 10.00- 18.00. Týsdag-fríggjadag kl. 10.00-17.00. Drekkamunnur er at fáa hvønn dag, eins og bløðini eru til taks. Mánadagin 17. februar kl. 10-10.30 Fimleikur, Sonja Danielsen kl. 10.15-18 Ítriv kl. 14-18 Kortspæl, telving, landastrok og onnur spøl. Tilm. til døgurðan mikud. og fríggjadag tlf. 316491. Skeið verður í mynstur- tøving v/ nálum 13. feb. kl. 10-17. Tilm. 316491 Týsdagin 18. februar kl. 10-12 Vit baka kl. 10-11.30 Sangur, Benny og Flemming Samuelsen. Øll eru hjartaliga vælkomin kl. 15 Ullamentan fyrr og nú. Ása Hátún Mikudagin 19. februar kl. 10-13 Matgerð, Anne Grethe Harlou kl. 12 Døgurði. Høvi er at koma sum gestur kl. 15 Túrur. Sjá skránna í bløðunum Hósdagin 20. februar kl. 10-10.30 Fimleikur, Sonja Danielsen kl. 14-17 Telduprát, Brandur Petersen Fríggjadagin 21. februar kl. 10-13 Matgerð, Anne Grethe Harlou kl. 12 Døgurði. Høvi er at koma sum gestur kl. 13-17 Opið hús Tað er altíð ein krókur í Til- haldinum – um tygum ikki fáast við nakað ítriv. Vit ynskja at øll skulu kenna seg væl- komin. Felagið Tórshavn – gongutúrur Sunnudagin 16. feb. »Hvat stendur vetrargrønt í Havn«. Gingið verður gjøgnum Viðarlundina, oman til Sjónleikarhúsið og Gamla Kirkjugarð. Farið verður av Hvíldarheiminum Naina kl. 14 og vit enda í Vágsbotni. Túrurin er uml. 2 tímar. Spælistovan í Meinigheitshúsinum er opin frá kl. 9.00-12.00 mánadag, mikudag og hósdag fyri foreldrum við børnum uttan ansing. Frá felagnum Pinkubarnadeyði Vit hittast 2. leygardag í hvørjum mánað í Jákupsstovu í J. Patursonargøtu 24 í Havn. Nærri fæst at vita frá Annvør Nielsen tlf. 317261 ella Sólgerð Foldbo, tlf. 422184 TILTØK GULLBRÚDLEYP Í dag, 15. februar hava hjúnini Jodvi og Jakku Jacobsen á Glyvrum gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í húsinum hjá Kongshavnar Kvinnufelag kl. 17 fyri innboðin. Aftaná kl. 21 er opið hús á sama stað, har øll, ið hava hug at gleðast saman við gullbrúðarparinum, eru vælkomin. BRÚDLEYP Leygardagin 22. mars giftast í Havnar kirkju Elin- borg Petersen og Thorfinn Johannesen, Hoyvík. Veitslan verður í B36 húsinum kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða brúðarparið á hjúnabandsdegnum biðj- ast vinarliga siga frá á tlf. 310174, 210174 og 313665 áðrenn 1. mars. Sunnudagin 6. apríl kl. 9.00 giftast í Dómkirkjuni Beinta Dahl Bærentsen og M. Frífinn Nolsøe. Væl- komst verður á Hotel Føroyum eftir vígsluna. Tey, ið vilja gleða brúðarparið, verða biðin um at siga frá á tlf. 322263 ella 522263 áðrenn 10. mars. C M Y K 45 44