hósdagur 11. oktober 1990síða 17
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
%
Fo
me
;
|
Nr. 158 — 11. oktober 1990
Um Lívdina
Í Sosialinum nr. 150 stóð
blaðgrein „Átrúnaður
trokar seg inn<. Undir-
riaði var upphavið til hesa
grein. Tíðindafólk fáa
mangan okkurt annað
burtur úr keldutilfarinum
enn ætlanin var. Og tí
nekur orð frá mínum egna
blyanti. Fyrst kann verða
nevnt, at yvirskriftin á
greinini er nakað ógvus-
lig, tí undirritaði er ikki
ímóti kristindómi. Mín
yvirskrift hevði verið:
„Syngur Lívdin sítt sein-
asta lag«. Annars eri eg
hart ímóti at nevndin av
sínum eintingun bara
liggur og svansar runt við
broytingum í lógini. Vit í
nevndini vóru ald í
nevnd fyri at skapa trivn-
að og hugbirtingar í Lívd-
ini og virka fyri hesum og
ikki fyri at broyta fólkið í
Lívdini av nekrum nýggj-
um reglum. Í reglunum
stendur týðuliga, at
kristindómur skal haldast
burtur. Annars stendur
eisini í lógini, at ell kunnu
vera við. Líkamikið hvenn
húðarlit hesi enn hava ella
hverja sannfering í poli-
tikki ella trúgv, so er tað
eingin forðing, tí ell eru
vælkomin. Men ikki er
loyvt at ávirka nakran
inni í Lívdini við nekrum
av áðurnevndu evnum.
Heldur ikki skal nevndar-
arbeiði nervast av hesum.
Vit vóru eisini samd í
nevndini á fyrsta nevndar-
fundi um at hava reglulig-
ar nevndarfundir og so
kunningarfundir. Hetta
skuldi verða minst eina-
ferð um mánaðin. Kunn-
ingarfundir eru ætlaðir til
at kunna fólki um gongd-
ina við ymiskum málum í
Lívdini, og somuleiðis fyri
at fólkið skal kunna taka
lut í kjakinum, so vit í
nevndini ikki bert sita
einsamøll og taka avgerðir
um, hvat ið vit finna fyri
gott. Vit hava ikki havt
nógvar fundir. Bert nak-
rar fáar nevndarfundir,
allir settir tl óhóskiligar
tíðir á kveldi. Og als ong-
an kunningarfund. Hetta
førdi við sær, at undir-
ritaði ikki kundi tiga long-
urm. Men kom í blaðið, tí
eftir ein nevndarfund,
sum eg bað um sjálvur,
har eg kravdi at vit høvdu
ein kunningarfund nú, og
at hini vildu nokta fyri
hesum, so helt eg at blød-
iin vóru seinasti kjansur
til at rekka út til fólkið í
Lívdini. Eg dugi heldur
ikki at síggja nakað itøki-
ligt, sum spyrst burtur úr
nevndararbeiði = okkara.
Jú, vit sutla kaffi, meðan
nøkur gremja seg um
hvussu torført tad er at
fåa folk til at taka sær av
ti praktiska arbeidinum i
Livdini, medan eisini onn-
ur siga seg litlar og ongar
stundir hava til at koma å
fund og enn minni at taka
sær av einum kvøldi i
Livdini. Sjålvur trúgvi eg
teimum og skilji teirra
stødu. Men eg kann ikki
góðtaka teirra atburð, tí
hesi somu fólk segdu á
seinasta aðalfundi seg
hava stóran áhuga fyri til-
takinum og virkseminum í
Lívdini og nekur teirra,
tey ið eisini sótu í nevnd-
ini framman undan, reyp-
aðu sær av, ið hvussu
nógva tíð tey hevdu offra
uppá Lívdina og sum tey
eisini ætlaðu at brúka í
framtíðini, tí tey halda
ikki orð. Annað, ið hevur
fingið ilt í meg, er at tá ið
vit so mangan fáa frá-
boðan um forfall, so
kundu vit innkalla annan
eykalimin ella báðar í
nevndina, so vit vóru
manna til ein fund, men
hini vilja ikki hava nakað
eykaumboð ella tiltakslim
á fundin, tí hesi skulu ikki
vera búgvin og kunnu tí
leka okkurt út. Men hetta
tykir mær legið og órætt-
víst, tí sjálv lógu og ben-
aðu hesi somu í nevndini,
okkum hini, um at velja
hesi ungu upp í nevndina
sum tiltakslimir. Somu-
leiðis vilja tey heldur ikki
hava at vit boðsenda bý-
ráðsumboðnum, um at
vera við á onkrum fundi.
Hesin skal heldur ikki fáa
Suðurstreymoyar
Javnaðarfelag
hevur fyrsta uppstillingarfund til løg-
tingsvalið í holum felagsins á Argjum í
kveld,
20.00.
hóskveldið
11. oktober, kl.
nevndin
ov nógv við sum tað ljóð-
ar. So trúgv hver, ið
trúgva við. Men tá eg eri
valdur av fólkinum á aðal-
fundinum, so kenni eg
mína ábyrgd sum teirra
álit og umboð og eigi at
tala teirra mál og sek. Í
einum feri skuldi nevndin
halda fund úti á bygd. Eg
spurdi hver og svarið var
formaðurin er á bíbliskeiði
har. Eg helt tað ikki vera
rætt at hini fýra skulda
formanninum á meti við
hesum og segði tí bart út
nei! Var ætlanin at fáa
nevndina á kristiligt
meti? Ég ætli so ikki at
vera tykkara andaligi
gissil longur. Annars so
kann formaðurin fáa rós
fyri at avdúka andaligan
lyguhátt. Fyrsta ósann-
indi er tá ið tú nevnir at
Bahái var koyrt burtur úr
Lívdini fyri at hava
ávirkað andan í Lívdini
við teirra læru. Hatta er
ósatt, tí um nakað var í
hasum tíðindunum, so
hevði nevndin viðgjert
málið, men einki er nevnt
um málið á nekrum fundi.
So nevndin hevur skyldu
til at senda Bahái bræv,
har nevndin harmast um
ósannindini og biður tey
um at fyrigeva okkum.
Somuleiðis eiga vit at
senda fyrrverandi for-
manni í Lívdini, Jónfinni,
eitt líknandi bræv, har vit
biðja hann fyrigeva okk-
um tey villleidåandi og
ósonnu tíðindi um at hann
bar seg óregluliga at.
Heldur ikki kanst tú
halda teg til veruleikan, tá
ið talan er um dansin. Tú
sigur orsekina vera at
fólkið er ov ringt og tí hev-
ur ongan áhuga. Sannleik-
in er, at tit fýra av ollum
alvi hava forðað fyri at
Lívdin skipar fyri dansi.
At tykkum ikki dámar
dans kunnu vit liva við,
men tá ið felagsskapurin,
sum kallar seg Lívdin á
sinni varð stovnað, tá
varð stórur dentur lagdur
á at Lívdin kom at skipa
fyri almennum dansi, ein-
asta treytin var at um-
hvervið var rúsfrítt. Tí í
einum rúsfríum umhvervi
skuldi borið til at latið
fólk, sum eru veik fyri tí
váta, sloppið undan at
kent seg freistað. Tí ikki
munnu tey vera so fá, sum
kenna trongd á sær til
dans, um tey ikki skulu
drekka seg skít. Lívdin
eigur at standa sum teirra
vernd mót rúsdrekka á-
gangi.
Heldur ikki ert tú reiði-
ligur, tá ið tú sigur, at
sjónvarpið skal út vegna
plásstrot. Tit hava á fundi
úttalað tykkum um, ið
hvussu nógv tit eru ímóti
sjónvarpinum, so tit vilja
av ellum alvi koma sjón-
varpinum til lívs. Tit vilja
heldur ikki at vit hald
bingo, sum vit hava gjørt
áður, tá ið Jonfinn var for-
maður. Hann royndi at
laga tað so, at Lívdin
kundi lívbjarga sær sjálv-
um. Sjálvbjargni er fræg-
asta loysnin fyri at klára
raksturin. Men helst er
tað tí, at tað ljóðaði á aðal-
fundinum, at vit komu
onga neyð at líða, um vit
vóru væl í øgn við Brødra-
samkomuna, tí formaður-
in altíð kundi heita á hesi
um at taka sær av Lívdini
og meguliga eisini um
peningaligan stuðul. Men
hvar er fólkið, og hvar er
peningurin formaður? Eg
havi hvørki sæð fólk ella
pening.
Seinast nevni eg, at for-
maðurin var ikki beinleið-
is valdur í nevnd á fyrsta
sinni, bert summi peikaðu
hann út, men í ár varð
hann valdur skrivliga á
aðalfundinum. Men á
fyrsta nevndarfundi í ár
so stílaði Símin fyri ellum.
Hann segði Valdemar var
formaður og segði seg
sjálvan at vera næstfor-
mann og skrivara, meðan
báðar kvinnurnar skuldu
vera kassameistarar. Við
meg segði næstformaður-
in og skrivarin heldur
speiskliga, eg veit ikki
hvat eg geri við teg,
Jákup Jóhannes, men
undirritaði var kvikur at
svara, at tit eru øll heldur
smæðin millum manna, so
kanska tit kundu valt meg
til at fáa samband við bý-
ráðið og onnur. Og hetta
er so mín lutur, men enn
hevur nevndin onga upp-
gávu givið mær. Snilt er
at velja sær ein flaggskip-
ara, sum er góður skutils-
sveinur, tí tá er lagamanni
at fjala seg og samstundis
at hava alt valdið sjálvur.
Jákup Jóhannes
Síða 17
Lydia Ósá
Mín góði kenningur,
Lydia, á skrivingarlag-
num at dema, so ert tú
ikki sert fjálturstungin,
valla fyrstu ella seinastu
ferð. Lydia góða, meg
lystir annars at vita, nær
ið tú seinast vart í Lívd-
ini, ella um tú yvirhevur
hevur sett tín fót inn hag-
ar. Eg havi so ongantíð
sæð teg í Lívdini. Heldur
ikki letur til at tú veitst
nakað
nevndini fyri Livdina. Og
um, at eg st
tá so hini í nevndini ikki
eru at tosa við, so kenni eg
ongan annan útveg enn at
kalla saman til kunningar
fund, men hesum svttu
hini í nevndini eisini fyri
tá ið tolið so var
undan. Tá kundi eg ikki
bara mær við at fara í
blaðið, ið er seinasti kjans-
gingið
ur. Men nú tú ert so áhuga
fyri, hvat ið fer fram í
Lívdini, so átti tú at
komið ein túr higar, tú
skalt vera væl komin.
Lydia, tú nevnir í blað-
num, at mær ikki dámar
ov nógvan gang, og tað er
púra satt. Tú skrivar einki
um, hvar ið tú hoyrdi meg
gremja meg, helst er hetta
dottið burtur ímillum av
kann
misgáum,
men ge
siga fólki, tað sun
sjálvur
tú gloymdi. Eg kann bert
hava gramt meg fyri tær í
Lynggetu, har tú hevur
plaga nekur ikk spa
uppá styrkina, tá ið tór
leikur er, tú plagdi ikki at
standa aftast.
Jákup Johannes
FØROYA BYGGIFRØDINGAFELAG
FOF
FUGLOYARVEGUR 8 - POSTSMOGA 1349 - 3800 10AS1avn Førcnan ULD
Skeið
Brunatryggir
bygningar
Hin 23. og 24. oktober 1990 verður
skeið í brunatøkniligari málsviðgerð og
projektering hildið i hølunum hjá Tekn-
iska skúla vid Velbastaðvegin í Tørs-
havn.
Skeiðið vendir
byggiumsitingar,
eftirlit, útinnandi
sær til
teknistovur,
kommunalar
byggi-
byggiidnaðinum,
brunaumsjónarmenn og onnur.
— Eitt skeið, sum øll hava brúk fyri.
Greitt verður
frá,
á grundleggjandi
stødi, um brunatrygdarlig viðurskifti,
um hvussu bygt eigur at verða, og
hvørji krøv eru galdandi fyri ávísar bygn-
ingar. Eisini verða uppgávur at loysa.
Kunnað verður um reglugerðina fyri
brunaverju og brunatrygd, sum Bruna-
umsjón landsins hevur givið út.
Lærarar verða Lars Hallberg, Thorkild
Barnkob og Hans-Jørgen Salomonsen,
brandinspektørar.
Fyrireikari er eftirútbúgvingardeildin hjá
Føroya Byggifrødingafelag i samstarvi
vid Tekniska skúla í Tórshavn.
Kostnaður, íroknað undirvísingartilfar er
900 kr. Matur kann keypast á skúlanum.
Tilmelding á tlf. 15996.